Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 30. mai 1987 #,0,3,3,9,9,9,0,%, ÚTVARP SUNNUDAGUR Hvítusunnudag kl. 11.00: Gudstænasta í Havnar kirkju Havnar kirkja, sum hon sá út 1788— 1865 Okkara elsta trækirkja, Havnar kirkja, er bygd í 1788, og verður sostatt 200 ár næsta ár. Kirkjan hevði tó ikki frá byrjan ta útsjónd, hon hevur í dag, hverki uttan ella innan, tí hon varð heilt umbygd í 1865 Tað vil tíbetur so væl til, at tað finnast gjellig- ar skrivligar frágreiðing- ar um Havnar kirkju, bæði um bygningin sjálvan og tað, sum í kirkjuni er. Í 1968 kom út bókin »Havnar kirkja«. Grund- arlagið undir innihaldi- num í bókini eru tveir út- varpsfyrilestrar, Sverri Dahl hevði í 1965 í sam- band við at 100 ár vóru liðin síðani ta stóru um- byggingina. Í bókini finna vit m.a. hesar frá- sagnir um ljósgegnini í kirkjuni: Friedrich Pepping, yvirkeypmaður, stýrdi eitt tíðarskeið í 1600- talinum handlinum her í oyggjunum fyri nakrar menn, sum hevdu handilin í leigu frá Frederik von Gabel. Hann gav kirkjuni yms- ar gripir, eitt nú ljósa- arm úr messing, sum nú hongur yvir hurðini inn í kapellið konufólkameg- in. hann gav henda ljósa- armin eins og aðrar grip- ir til minnis um dóttrina Sophiu, sum jarðað var í kirkjuni. A ljósaarminum stendur: Den heyact- bare og welfornemme mans Friedrich Pepping ofver kiøbmand paa Færøe hafver til Guds ære og hans sal. datters Sophia Pøpping som herunder hviler (I) hu- kommelse foræret til Torshafns kircke to store ljusestager paa altaret, den messing krone i kircken den mes- singarm og en liden klocke o tornet, en half marck jord til wokslius underholdning. Gud være hans løn i himme- rig. Anno 1678 Tveir ljósastakar, sum kirkjufókið gav Peder jade, ið var prestur i Havn frá 1811—1823. Stakarnir hava hesa inn- skrift: Færøes Minde. Ein ættmaður hansara gav kirkjuni teir í 1957. Ljósaarmurin, sum nú hongur á suðurbrósti- num, hekk 1696 við prædikustólin. Hann hevur fimm ljós. “ Fr. Pøpping og aðrir hava givið ta stóru ljósa- krúnuna, ið nú hongur undir hválvinum næst- uttast. Tann 6-armaða krún- an, sum hongur uttast er gáva frå Jørgen Frants Hammershaimb, futa i 1757. Ivamål er um ta 12- armaðu krúnuna, sum hongur næstinnast, men kenir menn halda, at hon hevur samband við skip- ið »Oldenborg« hjá Danske Ostindiske kom- pagni. Innastu ljósakrúnuna hava eini hjún í Havn givið 1954. Hvítusunnudag sendir útvarpið guðstænastu úr Havnar kirkju. Hans Jacob Joensen, prestur prædikar. SPS PPS PGP PD PE PK DE DK PE DE p " p x p x x > p w » xw x x x w «' x Hvitusunnudag kl. 12.00 og == 2. hvítusunnudag kl. 12.00: Á »Acis og Galatea« av Georg Friedrich Håndel Í tveimum sendingum um hegtíðina fer útvarp- ið at senda pastoraluna »Acis og Galatea« av Hándel. Tann fyrra sendingin hevur fingið heitið »Fyri okkum sprettir råsan«, og tann seinna >Lekurin frói og tutlandi keldan«. Tad var medan Håndel var i tænastu hjå her- toganum av Chandos i Onglandi, i 1720, at hann skrivaði henda vakra tónleikin. Beinleiðis grundarlag- ið undir gongdini í pastoraluni hjá Håndel er segan um Acis, Gala- teu og Polyphemus, so- leiðis sum hon stendur í 13. bók av Ovids Meta- Hvítusunnudag kl. 13.20: morphosum. Kønir menn hava granskað nótatilfarið hjá Hándel til hetta verkið, og upptekan, útvarpið sendir, er gjørd soleiðis, at hon í sterst megulig- an mun er lík teirri upp- runaligu, sum varð fram- ferd í 1720 undir leiðslu av Hándel sjálvum. Spælt verður á gomul in- strument, og kórini eru eisini mannað soleiðis sum Hándel sjálvur ásetti. Solistar eru Norma Burrowes, Anthony Rolfe Johnson, Martyn Hill og Willard White, og John Eliot Gardiner stjórnar English Ba- roque Soloists. »Nu skínur sól í dýrd og mæti Sangur og tónleikur til hvítusunnudag „Nú skinur sól í dýrd og mæti«, syngja vit á hvítusunnu. Hesin sálm- urin hjá Grundtvig í beinraknum feroyskum málbúna, sum Rólant Lenvig hevur givið hon- um er fyrst á skránni í sendingini hvítusunnu dag Vit hoyra eisini ein hvítusunnusálm, har bæði orð og lag eru før- oysk »Sum harðveður, tå ódn ber å«. Steingrím Niclasen hevur yrkt og Hans Jacob Hejgaard eigur lagið. Toftakórið syngur hesar báðar sálmarnar. Orgultónleikur er eis- ini á skránni. Vit hoyra tvær hvítusunnukoralir úr »Das Orgelbiichlein« av Bach, sum hoyra høg- tidini til »Herr Jesu Christ, dich zu uns wend<, og »Liebster Jesu, wir sind hier«, og sendingin endar vid ljós- um glaðum tónleiki av Bach, nevniliga hansara Preludium og fugu í G- dur BWV 541. Tveir hvitusunnusålmar eru å skránni »Birt tú ljós i aðrir barmin nu«, hetta er felagssangur í Havnar kirkju, og »Hægstur heilagur andi« í eini upp- teku við Havnarkóri- num, og vit fara eisini at hoyra ein sálm við orð- um eftir Mikkjal á Ryggi. Tað verður sálm- urin »Miskunnsami, mildi fadir«, ein av Fað- irvår-sålmunum hjå Mikkjali. Hvitusunnudag kl. 16.00: Einki orgul og eingir stólar Í hesi seinnu sendingini um russisku—ortodoksu kirkjuna greiðir Arne Bugge, dómpróstur í Keypmannahavn m.a. frá, hvussu kirkjan sær út innan í mun til tær kirkjur, vit kenna og hvussu gudstænasta verður hildin. Myndirnar av halgum monnum og kvinnum eru nógvar í russisku—- ortodoksu kirkjunum, og spurt verður, um henda ikon-dyrkan ikki er eitt slag av avguda- dyrkan. Í teimum russisku— ortodoksu kirkjunum verður orgul ikki brúkt, men sangurin er ljóm- andi og ein týðandi tátt- ur í gudstænastuni. Stólar eru heldur ikki í kirkjunum. Kirkjufólkið stendur uppi undir allari gudstænastuni, sum kann varða í tímavís. Bogi Godtfred leggur sendingina til rættis. Síza 13 MÁNADAGUR 2. hvítusunnudag kl. 11.00: Lestur Jákup Dahl skrivaði lesturin, sum útvarpið sendir 2. hvítusunnu- dag, og tað verður ein av teimum gomlu trúfestu kirkjumonnunum, sum fer at lesa, Petur Pauli Nolsee í Kaldbak. Hann tók við sum deknur í Kaldbaks kirkju eftir August á Gerðum, og han las fyrstu ferð 2. sunnudag í festu, 25. februar 1945. Sálmarnir, sum verða sungnir, eru hesir: nr. 160 Andanna andi, stíg nú frá tí hega, nr. 149 Vit halgan anda biðja nú, nr. 348 Nú sínur sólin bjarta, nr. 338 Vælkomin summartíðin. 2. hvítusunnudag kl. 13.40: »Einki er sum summar- kvold við strendur Sól og summar og lýkka, tað er aðaltátturin í inni- haldinum í teimum seks føroysku sangunum í sendingini 2. hvítu- sunnudag kl. 13.40. Lagt verður fyri við „Einki er sum summar- kveld við strendur«, sanginum hjá Christiani Matras og Hans Jacob Hejgaard, vit hoyra barnarímuna hjá Hans Andriasi >Summar- kveld“ — »Ein skortlitt kúgv. við gardalidid«, GUL sier di GVÚ Skriva ti »Hygg og Hoyr« Kristiliga Sangkórið við Alfred Dahl sum leiðara syngur tveir sangir „Fagra frida« og »Allar ættir tiga<, Vágakórið við Bjarna Sveinbjerns- syni syngur sangin hjá Hans Andriasi og Peturi Alberg »Summarnåttin, summarnåttin«, og at enda fara vit i Sanda- vågs kirkju, har tey syngja summarsálmin hjá Mikkjali á Ryggi „Vælkomin summartíð- in. um útvarp og sjónvarp MORGUN- lestrarnir 9.—13. juni 1987 Hallgrím Johannesen á Skála lesur Sálmar og bíbliuorð: Týsdagur 9. juni nr. 146 Hvítusunnudag tað var Matt. 11,29 nr. 147 Jesu halga boð í minni Mikudagur 10. juni nr. 144 Kom, halgi andi, okkum lær Fyrra Tim. 1,12 nr. 148 Hægstur heilagur andi Hósdagur 11. juni nr. 19 Nú veitið Guði tøkk Sálm. 116,7 nr. 316 Tað er ein stutt, ein stokkut leta Fríggjadagur 12. juni nr. 317 So skammar á fold eru stundir Sålm. 126,5 Leygardagur 13. juni nr. 348 Nú skínur sólin bjarta Seinna Kongabók 5, 11 og 15 nr. 297 Signa várt heim, signa várt borð