fríggjadagur 5. juni 1987síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
Í
Nr. 63 — 5. juni 1987
Dømdur fyri
óviljað manndráp
Feroya rættur hevur
dømt ein 21 ára gamlan
mann úr Klaksvík fyri
óviljað manndráp í
sambandi við eina
ferðsluvanlukku á Ána-
vegnum 24. august í
fjør.
Madurin fekk 15 dag-
bøtur å 300 kr. og hann
er eisini dømur at
missa koyrikortið
hálvt ár.
Vanlukkan hendi, tá
bilurin, tann 21 ára
gamli koyrdi, og ein 69
ára gomul kvinna á
súkklu stoyttu saman.
Kvinnan var á veg
tvertur um Anavegin
og var ikki komin heilt
yvir, tá bilurin rakti
hana. Kvinnan doyði á
staðnum.
Akæruvaldið sigur,
at bilurin koyrdi minst
110 km/t. og hesum
tekur rætturin undir
við. Akærdi sigur,
hann koyrdi 80-90
km/t. Verjin hjá hon
kravdi hann fríkendan,
tá málið var fyri í rætt-
inum í síðstu viku.
Hinvegin fríkendi
rætturin tann 21 ára
gamla mannin fyri
ákæruna um skilaleysa
koyring, tá hann í
desember í fjør fór
fram um ein annan bil.
Rætturin heldur ikki,
tað er prógvað,
maðurin koyrdi ov
skjótt tá.
hd
Flakavirki keypt
trolara á
tvingsilsuppboði
Tvey skip blivu seld
hægstbjóðandi í Fúta-
rættinum hósdagin.
Tveroyrar Ídnaðar-
grunnur keypti Vestur-
stein fyri 500.000 kr.
og Tveroyrar flaka-
virki keypti Fleyr fyri
11,1 mill. kr.
Hetta er aðru ferð,
hesi bæði skipini eru
seld á tvingsilsselu.
Vesturstein er fyrrver-
andi taratrolarin Snæ-
bjern, bygdur i
Miðvági 1980. mP/f
Glúpur í Getu átti
hann, nú hann aftur
endaði undir hamrin-
um.
Realurin kravdi
tvingsilsseluna og
hann hevði eisini fyrsta
veðrætt, eitt panti-
bræv upp á 225.658 kr.
Síðani kom Idnadar-
grunnurin við einum
pantibrævi upp á
478.657 kr.
Føroya Banki hevdi
tridja vedrætt, eigara-
pantibræv upp å
295.000 kr. og eftir
hann kom landskassin
við pantibrævi uppá
74.290 kr.
Aftast í veðrættar-
reðini vóru tíggju út-
legg, m.a. frá Skipara-
og navigaterfelagnum,
17.725.
Ídnaðargrunnurin
fer nú at royna at selja
Vesturstein.
Heri fór við Fleyri
Tá Vesturstein var av-
greiddur, komu telini
viðvíkjandi trolaranum
Fleyri á Tvøroyri á
borðið. Realurin hevði
eisini her fyrsta veð-
rætt, pantibræv upp á
5,67 mill. kr., og hann
kravdi tvingsilsseluna.
Annan veðrætt átti
Fiskaríbankin, panti-
bræv uppá 1,77 mill.
kr. og síðani kom
eigarapantibræv hjá
Feroya Banka, 7,7 mill.
kr.
Landskassin átti
fjórða og fimta veð-
rætt, tilsamans 7,42
mill. kr. og sætti veð-
rættur var eigarapanti-
bræv hjá Poul Eli
Bærendsen.
Sjópantikrev = vóru
nekur. Fiskimanna-
felagið kravdi 146.000
kr., Skipara- og naviga-
terfelagið 36.000 og
Tveroyrar havn 32.500
kr.
Sjópantikrev
fyrsta
hava
rætt, tá skip
verða seld á tvingsils-
uppboði
Føroya Banki átti
fyrsta boð, 11 mill. kr.
Tveroyrar flakavirki
bjóðaði 100.000 kr.
betur og so fall hamar-
in.
Fleyr er bygdur í
Cuxhaven í 1975, men
hann er umbygdur á
Tvøroyri og kann
næstan metast sum
nytt skip. So Heri
Mortensen, stjóri á
Tveroyrar flakavirki,
gjørdi helst kvettið.
P/f Asdal á Tveroyri
átti Fleyr.
Á teimum báðum
tvingsilsselunum hós-
dagin misti landskass-
in einar 6,4 mill. kr.
hd
Síða 23
Helgi Joensen
í Listaskålanum
Í summar hava feroyingar
og útlendsk ferðafólk, sum
koma hendanvegin, hevi
til at síggja sermerktu
listina hjá feroyska lista-
manninum Helga Joen-
sen.
Helgi Joensen ger lista-
verk úr tini og síðani
1976 hevur hann arbeitt á
sínum egna verkstað í
Stavanger. Listin hjá
Helga er kend og viður-
kend í nógvum londum og
umframt í Norðurlondun-
um hevur hann havt fram-
sýningar í USA, Frak-
landi, Vesturtýsklandi.
Helgi Joensen er ikki
bara listamaður, hann er
hesum kynstri at skapa
sjáldsama vakrar lutir,
bæði til gagn og prýði,
burtur úr deyðum málmi.
Framsýningin hjá
Helga Joensen í Listaskál-
anum letur upp leygar-
dagin 6. juni kl. 15.00 og
varar til 2. august. Opið er
hvenn dag kl. 15.00
17.00.
Og somu tíð er summar-
framsýningin hjá Lista-
felagnum opin. Hetta eru
gomul og nýggj feroysk
listaverk, Føroya Lista-
savn eigur.
Summarframsyningin er
yvirlit yvir føroysku lista-
søguna.
eisini framúr góður hand- hd
verkari og slóðbrótari í
rå
Í kveld verður aftur Debess og Rasmus
Gággudansur og hann Rasmussen, trompet,
verður ikki í Sjónleikar- Eyðbjern Jakobsen,
húsinum sum í teimum gittar, Poul Restorff
góðu, gomlu degunum, Johansen, bass, Rigmor
men í Gundadalshellini. Restorff Rasmussen,
Kyndil skipar fyri. klaver og trummusláari er
Sambært Dagblaðnum sjálvandi Trúgvi Restorff
mikudagin verður mann-
ingin í kveld hendan: Stig
Rasmussen og Magnus
Jacobsen, altsaxofon,
Jákup Thomsen og Regin
Jacobsen, tenorsaxofon,
Helgi Debess, Anfinnur
Tey hava vant nú eina
tíð og á skránni eru nógv
løg, sum Gåggan spældi,
tå hon var i vælmaktini
í nógv, nógv ár, ella til hon
gavst í 1976.
Fotomyndir í
Norðurlanda-
húsinum
Norðurlandahúsið er
stongt hvítusunnudag,
men annan hvítusunnu-
dag er opið sum sunnu-
dag, tað vil siga millum kl.
14.00 - 18.00.
Í letuni er ein foto-
myndaframsýning i
Norðurlandahúsinum.
Hetta eru myndir, sum
danin Henrik Wichmann
hevur tikið í Føroyum.
Framsýningin varar til
23. í hesum.
sjónleikari
Seinasta fríggjadag fekk
Annika Johannessen úr
Havn prógv sum sjónleik-
ari frá skúlanum hjá
Árhus Teater.
| Leikhús Bio fer at sýna
| tríggjar nýggjar
amerikanskar filmar
annan hvítusunnudag
og beint eftir hvítu-
sunnudag.
| Í Sweet Dreams er
| aftur hevi at síggja
| stjernuna Jessice
Lange, sum fekk ein
Oscar fyri leik sín í
Tootsie. Leikstjóri er
hin royndi og viður-
kendi Karel Reisz, sum
her brúkar verulig fólk
sum fyrimynd til
persónarnar í filmin-
-
Tey, sum gera
Miamipatruljuna hava
eisini gjørt Teir fimm
ur Miami og so er alt
sagt um stilin.
Fimm brotsmenn
verða sendir út i myri-
lendi í Florida, har ein
Vietnamveteranur ger
erdens eneste fængsel,
'or du bryder ud i latter
JESSICA LANGE
Oscar-nomineret som
| BEDSTE SKUESPILLERINDE
ED HARRIS
Sweet
Nu slippe
& tjaldinum
Stjernen fra »Postbudet ringer
altid to gange« og »Frances«
| i en bevægende og intens
| kærlighedshistorie
Instrueret af KAREL REISZ
um. Jessica Lange er
tann væl umtókta
country og western
sangarinnan Patsy
Cline, sum gjerdist
sera kend í trýssunum
Hon er gift aðru ferð
við Charlie Dick (Ed
Harris) og hjúnabandið
er alt annað enn sunnu-
dagsútferð, men tað
helt, hóast alt. Patsy
doyði í eini flogvan-
lukku. |
Filmurin fekk góð |
ummæli, serliga fyri |
framúr góðan leik.
Holdet bag »MIAMI-PATRULJEN« |
slár til igen ! |
EP MO x |
s de løs på |
Miamis forbryderverden ..
| ; De 5 fra
: Miami :
teir til nakrar óvanliga
harðar hálsar, sum so
verða sendir aftur til
Miami at berjast móti
brotsmonnum har.
Tað besta, sigast
kann um hendan
filmin, er, at Bob Dylan
syngur eyðkennislagið.
Richard Mulligan
kenna vit úr Soap og
hann er fongsulsstjóri í
Doin' Time, einum
filmi, sum væl kann
samanberast við Delta-
klikuna og Politi-
skúlan. Hetta eru
filmar, har alt ber til. |
Í Doin' Time eru |
nógvir skemtileikarar, |
væl skornir fyri tungu- |
bandið, m.a. fyrr- |
verandi heimsmeistar- |
in í nevaleiki,
Muhammed Ali.