Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn tíðindablaðið sosjalur || Útgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljésmyndari: Uppseting: Prent: Aftanå verkfallid VERKFALLID, sum vardi i triggjar vikur var lidugt fyri fjårtan døgum síðani. Hetta hendi vid tad at løgtingid kom saman og at sam- gonguflokkarnir gjørdu seinasta semingsuppskotið til lóg. TAÐ stóra stríðið stóð um, hvat løntakararnir skuldu brúka tað eina prosentið av lønini til. Í fyrstu atløgu kravdu arbeiðsgevararnir, at prosentið skuldi í ein eft- irlønargrunn nú beinanvegin. Til endans var kravið ein avtala um pro- sentið 1. mai 1989. Annars vórðu partarnir komnir ásamt um lønarutgjalding- ina í hesum sáttmálaskeið- num. Tí kendist arbeiðs- steðgurin ella verkbannið bæði høpisleyst og meiningsleyst. ATBURÐURIN, sum arbeiðsgevararnir sýndu undir hesum verkfallinum, | ber prógv um markleysan frekleika og ábyrgdarloysi út um alt mark. Fyri tað fyrsta so stendur tað al- menna — landskassin, al- mennir stovnar og komm- unur — beinleiðis fyri helm- inginum av øllum lønarit- gjaldingum til teirra, sum rakt vóru av verkfallinum. Fyri tað næsta er landskass- in partaeigari í einum hópi av virkjum og stendur so- statt í ein ávísan mun aftan- fyri ein part av hinum helm- oddagrein inginum av lenarútgjald- ingunum. Síðani koma øll landskassaveðhaldini. ARBEIÐSGEVARAR smæddust ikki við at nýta almenna partin av lgnarút- gjaldingunum, sum hevði til endamáls at spjaða og knúsa føroysku løntakara- feløgini, og sum i stéran mun eisini varð vent ímóti sitandi landsstýri. Men teir rukku ikki hesum endamáli. Fakfelagsrørslan var ov sterk. Samgonguflokkarnir sýndu eisini samanhald og styrki. SPURNINGURIN um eina eftirlgnarskipan verður ikki loystur við, at annar partur- in á arbeiðsmarknaðinum kroystir slíka skipan niður yvir høvdid á hinum parti- num. Hetta verður einans gjørt við eini semju millum partarnar og tað almenna. EINS og í okkara granna- londum má ein arbeiðs- marknaðarpensjón skipast við lóg. Tí má tað almenna við. Og ein semja millum allar partar er megintreytin. Hvorki „flippa ella »in« men álvari Sjålvt peningastovnar taka umhvørvisspurningin i ålvara „Tað reina umhvervið hevur alstóran týdning, tá vit skulu marknaðarfera okkara fiskaverur. Ja, tað er ein seluvera í sjálvum sær. Og tí er ein ódálkað náttúra avgerandi fyri vælferðina her á landi«. So avgerandi tekur Feroya Banki til í eini grein við heitinum >Um- hvervið — stersti kapp- ingarfyrimunur Føroya« í seinasta ársroknskapin- um. »Miljø-flipparar« — ella okkurt líknandi — hevur hegrapressan, Dagblaðið, skýrt tey, sum hava víst á hvussu stóran týdning tað hevur fyri trivnað og lív her á klettunum at vit geva okkum far um náttúru ella umhvervi okkara. Men Dagblaðið fer óivað eisini at síggja álvaran í stríðnum ímóti tí vaks- andi dálkingini her á landi og í løndunum rundan um okkum — bæði fyri vestan og fyri eystan — og kanska serliga eftir at ein peningastovnur leggur upp í hetta orðaskifti. Í fleiri útvarpssending- um er spurningurin um dálking og umhvervi tikin upp. Fiskivinnutátturin hevur viðgjert vandan, sum dálkingin á firðunum hevur fyri alivinnuna, og viðgjert ta dálking, ali- vinnan og onnur vinna er atvold til. Ungdómssendingin hev- ur víst á alt tað óruddið, sum vit blaka eftir okkum, tá vit fara út um alfaraveg eina góðveðursletu. Henda spurningin hevur sendingin, Fritid og náttúra, eisini tikið upp, og í tí sambandi hevur landsstýriskvinnan í um- hvervismálum, Jóngerð Purkhús, fingið hevi at siga nakað um komandi umhvervislóggávu. Komandi umhvervislóg. Ja, komandi. Vit hava onga í dag, men hon liggur á steganum, har hon verður smíðað og tilgjørd. Landsstýriskvinnan hevði nakrar tankar um, hvussu hon skuldi um- sitast, og hon gav út- varpsmanninum rætt í, at tað var týdningarmikið beinanvegin at fáa eina fyrisiting upp á beinini, soleiðis at vit ikki bara hava eina lóg, men eisini eitt amboð at hondheva lógina við. Men hver skal hond- heva lógina. Legreglan kring landið Komm- unurnar, sum nóg illa megna at halda skil á sínum egnu heilsu- og umhvervisspurningum. Eitt umhvørvisråd við deildum kring landið. Skipaðar felagskommun- ur. Deildir hjá FNU. Ja, hver og hvussu? Landsstýriskvinnan hevur saman við útvarp- inum lagt upp til eitt orða- skifti um evnið — hvussu skal okkara komandi um- hvervislóg skipast og haldast? Og Feroya Banki hevur við umhvervisgrein síni víst á, hvussu stóran týdning eitt reint umhvervi hevur fyri fiska- útflutning okkara? Við nevndu samreðu og Nr. 64 — 11. juni 1987 nevndu grein er lagt upp til eitt orðaskifti, sum kann fáa stóran týdning fyri, hvussu lógin endaliga verður tilevnað, og hvat vinnan leggur í henda álvarsama spurning. Tá lógir ella reglugerðir eru settar í gildi, vakna fólk vanliga upp og fara at brúka kjaft, men tá er sum oftast ov seint. Nú er meguleikin til staðar! Sosialurin = tók fyri nekrum árum síðan fleiri áhugaverd mál til orða- skifti undir heitinum sjónarmið. T.d. hugtakið bygdamenning, feroyskt sjónvarp, ferðsluvandan, ferðamannavinnu og mangar aðrar. Hevdi tað ikki verið eitt hugskot at tikið umhvervisspurn- ingin upp? Tíverri mugu vit ásanna, at harðrenda, hatska, niðurlátandi, út- spillandi og primitiva skrivingin i Dagblaðnum hevur dripid alt sakligt kjak, sum so dånt var komid upp å beinini, tå stavnamaðurin var drigin inn í føroyska blaðheimin og politiska vellin av politiskum og religiøsum sektaristum og funda- mentalistum. Men kanska fekk Sosial- urin birt lív íaftur eitt sakligt og áhugavert orða- skifti um henda spurning, sum avger, hvussu leingi lív skal vera her á klett- unum og her á knettinum. Tað er jú europeiskt um- hvervisár! Demos >... betydelig stigning i reallønnen ...< — ella er tað 12.000 krónur dýrari at liva? Nú hevur so nógv verið tosað um len og kanska serliga minkandi realløn, at tað helst er burturvið at koma við hesum nú, men eg fari kortini at taka eitt brot úr seinastu frágreið- ingini hjá ráðgevandi nevndini hjå forsætismálaráðnum i føroyskum búskapar- málum. Brotið er soljóðandi: »De omtrent uændrede forbrugerpriser har sam- tidig betydet, at alle løn- modtagere i 1986 har opnået en betydelig stign- ing i reallønnen«. Brotið er tikið úr ti kapitlinum, sum kallast »Den økonomiske udvikling på Færøerne 1986«. Hvør hevur rætt? Nevndin við fremstu bu- skaparfrødingum í Dan- mark ella fakfeløgini og ráðgevi tess, Herman Oskarsson? Við áhuga havi eg lisið bók hansara, og tað sum hann kemur við, kenst líka trúligt sum tað, ráðgev- andi nevndin skrivar. Hetta orðaskiftið um minkandi reallen tók seg serliga upp árini eftir 1980, tá sambandið, fólka- flokkurin og sjálvstýris- flokkurin skerdu realløn- ina vid eini 25-30 prosent- um Men tað tosar eingin um nú! Landsstýrið, sum nú situr, setti í fjør heyst eitt avgjørd á olju og broytti ymiskt í tolllógini. Hetta hava summi fingið til, at tað kostar hverjum húski 12.000 krónur árliga. Dagblaðið nevnir ofta hesar 12.000 krónurnar. Nú grætur Dagblaðið rossatár, men tá fólka- floksmenn saman við einum ódugnaligum sam- bandsløgmanni = skerdu keypiorkuna við 25 prosentum, tók Dagblaðið ikki synd í tí vanliga fólkinum. Tá varð skrivað um dirvi, áræði, tað neyð- uga at konsolidera sam- felagið o.s.fr. Alt hetta er ikki annað enn politiskt humbukk. Sum starvsfólk fekk eg EET A