leygardagur 13. juni 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
po
Nr. 65 — 13. juni 1987
Hans J. Laursen, Føroya Banka-stjórt:
Bankin hevur
onga krónu mist
Foroya Banki hevur nú lagt
BEC-ætlanir sínar til viks
— fyribils í hvussu er.
Føroya Banki legg-
ur BEC-ætlanina til
viks. Fyrst í hvussu
er, medan bankin,
saman vid hinum
peningastovnunum
og ELEKTRON, fer
at gera ymsar kann-
ingar å EDV-økin-
um.
Å nevndarfundi i ELEK-
TRON, har allir partaeig-
arar hava sæti, varå ein-
mælt samtykt, at kanna
allar møguleikar fyri at
finna best møguligu felags
EDV-loysn, sum allir part-
ar kunnu vera nøgdir við.
Hetta verður m.a. sagt í
einum tíðindaskrivi, sum
ELEKTRON hevur sent
út, undirskrivað av ellum
nevndarlimunum. Í hesum
tíðindaskrivi leggur Fer-
oya Banki afturat fyri at
undirstrika, at bankin
tekur hesar komandi
kanningar í álvara, at
bankin hevur avgjert at
leggja BEC-ætlanina til
viks, medan kanningarnar
saman við hinum peninga-
stovnunum og ELEK-
TRON, fara fram.
Hesin nevndarfundur
skuldi annars vera mána-
dagin komandi, men við
tað, at allir partar longu
hevdu gjørt stødu sína
upp, varð fundurin fram-
skundaður.
Áheitan frá
løgmanni
Spurdur um hví Feroya
Banki nú knappliga hevur
slept sínum ætlanum
viðvíkjandi BEC, sigur
Hans J. Laursen, stjóri, at
tá landsstýrið við løg-
manni á odda heitir á
nevndina í ELEKTRON
um einaferð enn at viðgera
SN cpSialurin
Stjørin i Føroya Banka,
Hans J. Laursen, hevur
fyribils lagt sinar BEC-
ætlanir til viks.
hendan spurningin, gera
vit tad sjålvandi.
Hans J. Laursen sigur,
at BEC-ætlaninar hjá
Føroya Banka verða ikki
tiknar fram aftur fyrr enn
kanningarnar her heima
eru lidnar, og nær hetta
verður, veit hann ikki.
Men nakrir mánaðar fara
helst at ganga. Nú fer
nevndin at tosa um,
hvussu hesar kanning-
arnar skulu fara fram.
Síða 3
- - mió. orsakað av BEC-
BEC-skipanin ætlanum sínum. Til hetta
hóskar væl sigur Hans J. Laursen, at
Í Sosialinum 2. juni segði
Hans J. Laursen, at ein av
orsøkunum til, at teir
hava tosað við BEC, var
at vita, um bankin var á
rættari leið hvat EDV-
spurninginum viðvíkti.
— Er bankin á rættari
leið?
— Eftir at vit nú hava
sæð tær skipanir, sum
BEC kann bjóða, hava vit
fingið vissu fyri, at hesar
skipanir hóska væl til
tann terv, sum bankin
hevur, sigur bankastjórin,
og leggur afturat, at hóast
tað leggja vit hetta til
viks, tá vit hava fingið
eina áheitan frá legmanni.
— Tá vit nú siga, at vit
skulu fara undir ávísar
kanningar | saman við
hinum peningastovnunum
og ELEKTRON, meina
vit tað. Fyri at undirstrika
at vit meina tað, hava vit
sagt, at vit leggja okkara
BEC-ætlanir til viks, so
leingi hesar kanningar
vara, sigur Hans J. Laur-
sen.
Bankin einki mist
Dagblaðið skrivaði í gjár,
at bankin hevði mist 25
bankin hevur ikki mist
eitt einasta oyra.
Spurdur um talan hevur
verið eitt ávíst trýst móti
bankanum, sigur banka-
stjórin, at fólk hava sagt
sína hugsan um hesar ætl-
anir. Og hesar meiningar
hava bæði verið fyri og
ímóti — eins nógvar av
hverjum slag, sigur Hans
J. Laursen.
Vit spurdu eisini Laur-
sen um onkur av bankans
sterri vidskiftastovnum
hevur hótt við at taka
pengar sínar út. Segur
hava jú gingið um, at
Brunatryggingin skal
hava tikið 16 mió. úr bank-
anum. Hesar gitingar eru
eisini endurgivnar í Dag-
blaðnum í gjár.
— Eg havi onga við-
merking til tað, sum
stendur í Dagblaðnum í
dag. Eingir pengar eru
uppsagdir í bankanum og
eingir pengar eru fluttir úr
bankanum. Tað, sum
stendur í Dagblaðnum, er
tikið úr einum hugaheimi,
sigur Hans J. Laursen.
tór.-
Kjartan
byrjar
Í august
— og Jens Marius byrjar
sum skriustovustjóri mána-
dagin.
Tað eru nú nakrir mánaðir
síðani, at Kjartan
Kristiansen, býráðsskriv-
ari í Havn, varð settur
sum landsins menningar-
stjóri. Men striltið hevur
gingið við teimum prak-
tisku spurningunum við-
víkjandi hesum starvi. Nú
tykist umsíðir at vera
greitt, og Kjartan fer at
byrja sum menningar-
stjóri einaferð í august.
Tað, sum okkum vitandi
hevur ligið eitt sindur ó-
greitt er, hvussu
Menningarstovan skal
skipast og lenarspurning-
urin hevur heldur ikki
verið heilt greiður.
Í lýsingini eftir Menn-
ingarstjóra var starvið
lýst fyrbils sum 5-åra
starvstíð, men hesum tyk-
ist landsstýrið nú at hava
slept.
Skrivstovu-
stjórin
Mánadagin byrjar leiðarin
á Líkningardeildini í
Havn, Jens Marius
Poulsen, í starvinum sum
skrivstovustjóri = býráð-
sins. Jens Marius hevur
starvast sum leiðari á
Líkningardeildini í átta ár.
Tórshavnar Kommuna
hevur fingið nýggjan
EDV-útbúnað og heilt
nýggja útgerð til skriv-
stovurnar. Skrivi- og
roknimaskinurnar verða
hereftir so at siga lagdar á
hillina. Alt fer fram á
teldu, og tað er at fáa hesa
nýgju skipan at virkan,
sum í fyrsta lagi verður
stersta arbeiði hjá nýggja
skrivstovustjóranum.
Kunningardeildin
kemur skjótt
Henda nýggja skipanin
hevur eisini við sær, at
meguleikarnir verða betri
at beta um tænastuna
mótvegis starvsfólki,
politikarunum og íkki
minst borgarunum, sigur
Jens M. Poulsen. Hetta
arbeiðið verður gjert
gjøgnum Kunningar-
deildina. Deildin er ikki
enn sett å stovn, men i
næstum verður lýst eftir
leiðara og harafturat
verða nærri reglur gjerdar
um, hvussu deildin skal
virka, sigur Jens M.
Poulsen.
tór.-
Jens Marius Poulsen, sum
hevur verið stjóri á Líkn-
ingardeildini, byrjar
mánadagin sum skrv-
stovustjóri á býráðnum
—
ÍSB
til
Paris
at
kappast
Feroysku svimjarar-
nir Katrin Johansen,
Katrina Næs og Tóra
við Keldu fara at lut-
taka í stórari fleir-
tjóða svimjikapping
fyri brekað.
Kappingin verður í
París frá 4. til 9. juli.
Kappingin eitur
„París open< og koma
luttakarar úr flestu
londum í heiminum.
Skrivar um
ítrótt fyri
brekað
ÍSB hevur júst havt
vitjan av svenska
blaðmanninum
Conny Lindell. Hann
er blaðstjóri á
svenska ítróttablað-
num fyri brekað.
Ørindi hansara í Før-
oyum vóru at skriva
um ÍSB og um megu-
leikarnar, sum brek-
aðir feroyingar hava
at venja ítrótt.
Conny Lindell skal
Conny Lindell
skal
vitja í ellum norður-
londum og skriva um
ítrótt fyri brekað.
vitja ell norðurlond í
somu erindum.
Hann heldur, at
føroyingar gera nógv
burtur úr ítróttinum
fyri brekað, og hetta
heldur hann vera
beint. Hann vísir á, at
tá stór stevna var í
summar i Gøteborg
fyri brekað, nýtti
svenska sjónvarpið
nakrar fáar minuttir
til sina frásegn,
meðan feroyska
sjónvarpið sendi fleiri
tímar, tí svimji-
kappingin fyri brekað
var í Feroyum fyrr í
summar.
tór.- |