leygardagur 13. juni 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
*} Ikki leygardag
Leygardagin 13. juni
11.01 Eydnulandið
28. partur
18.40 Ítróttatíðindi
19.00 V4-dråttur
19.05 »Hann vildi ikki
hava blómura. Utvarps-
leikur. Fjórði og seinasti
partur: »Fellan«
19.45 Dansitónar úr
Gundadali
21.00 Dagsins poppur
21.50 Hetta heilaga
evangeliid skrivar
Hans Jacob Joensen,
prestur, leggur til rættis
22.00 Veðurt. og tíðindi
Sunnudagin 14. juni
10.00 Veðurtíðindi og
skráin
10.03 Barnaútvarpið
10.30 Sunnumorgun
Tónleikasending hjá
Ova Olsen
11.00 Gudstænasta úr
Henning Bøgesvang,
prestur, prædikar
12.00 Middagskonsert
12.30 Degurðatónar
13.00 Fritid og náttúra
13.40 Norðurlendskir
sangir
14.00 Veðurt. og tíðindi
14.10 Kveðuljómar
15.30 Ítróttur og
fótbóltur
17.00 Poppkvernin. Heðin
Jensen skipar fyri
17.50 Klassiskur
tónleikur
18.40 Ítróttatíðindi
18.50 Tíðindi á
grønlendskum
Månadagin 15. juni
09.30 Barnaútvarpið
11.01 Fritid og náttúra
Jóhann Mortensen
leggur til rættis
19.00 Eydnulandið
29. partur
19.30 Rockredaksjónin
Tysdagin 16. juni
11.01 Eydnulandið
29. partur
12.55 Føroyski skipalistin
19.00 Barnaútvarpið
19.30 Ur plåtusavninum
Mikudagin 17. juni
09.30 Barnaútvarpið
11.01 Kveðuljómar til
sjófólkið
19.00 Miðvika
19.30 Løg mær dámar
Hósdagin 18. juni
11.01 Miðvikan
19.00 Ungdómssendingin
19.30 Gospelløtan
Heini Lútzen skipar
fyri
Fríggjadagin 19. juni :
08.05 Ferðamanna-
útvarpið
11.01 Ungdómssendingin
19.00 Eydnulandið
30. partur
19.30 Fríggjakvelds-
tónar
SJÓNVARPS.
SKRÁIN
Leygardagin 13.
18.00 Chart Attack
19.00 Sasha — russiskur
filmur
20.00 Grannar okkara
20.30 Stardust
21.35 Soleiðis eri eg bara
22.05 Theo ímóti hinum
V-týskur filmur
23.45 Liðugt
Sunnudagin 14.
15.00 Tónleikahornið
16.05 Heimamissiónin
19.30 Brazil, Brazil 3(4)
20.20 Gluggin
21.00 Bláur mánadagur
22.00 Dollars
22.50 Andakt
22.55 Liðugt
Týsdagin 16. juni
19.20 Tíðindi fyri deyv
19.30 Barnasendingin
20.00 Dagur og vika
20.30 Beau Geste — am.
am. filmur
21.50 Mary
22.15 Teknifilmur til
tey vaksnu
22.45 Okkara maður í
Westminister
23.35 Liðugt
Hósdagin 18.
19.00 Ítróttur
20.00 Dagur og vika
20.25 Á sýnini
21.10 Ítróttur
Fríggjadagin 19.
19.30 Barnaløtan
20.00 Dagur og vika
20.30 Sjónvarpið i
næstu viku
20.45 Fjøllini fjaru 4(6)
21.45 Kammeråtar
22.30 Fresno 5 (6)
23.20 Soap
23.45 Lidugt
Nr. 65 — 13. juni 1987
— Olavsøku i Hundige?
Oføra skemtiligt, at før-
oyska sjónvarpsmanningin
skal leita heilt til Hundige i
Danmark, at tryggja før-
oyska hyggjaranum innlit í
føroyskan stevnuróður á
sumri 1987. Góða eydnu
við hesum arbeiðslagi SvF!
Hesin lutur tykkara má
gerast serstøk grein í kom-
andi Jlønarsamrådingum.
yAt fara yvirum ánna eftir
vatni« kundi greinin verið
kallað í sáttmálanum.
Adolf kundi ásett viðbót-
ina.
Uppskot mítt skal tí
verða: Flytið Olavsøkuna
til Hundige. So síggja vit
føroyskan kappróður —
regatta — í SvF.
Í Degi og Viku 5. juni er
fråsøgn um Faroe Air-
ways. Væl seymað frá:
søgn, sum helst eisini
trýsti Lassa nakað. Tað var
helst eisini ætlanin. Flog- .
farið fór so aftur til Dan-
markar. Guð viti, hvat vit
skuldu gjørt uttan henda
skjúrtafaldin — Danmark.
Hetta kveldið hoyrdu vit
eisini hví norska skipið
Elida Pilot er skrásett á
Malta. Okkurt hava vit so
lært norðmenn.
Í samband við
uttanlandstíðindini = legði
eg til merkis, at Ongland
nú er vorðið so heimligt, at
óneyðugt er at nevna
landið við navni. Orkyml-
andi. (brot um valstríðið
hjá Maggie og hinum). Í
samband við tamilsku tíð-
indini varð navnið Bangla-
lore nýtt — í skrift og talu.
Hetta stendur ikki á nøkr-
um almennum korti.
Bangalore man vera rætta
navnið. Herfyri nýtti uttan-
landadeildin býarnavnið
Cologne. Á okkara máli
man vera semja um at
nevna býin Køln. Ofta hev-
ur tú varhugan av eini tørv-
andi vitan í realgeografi á
SvF. At mergsúgva fylgi-
sveinar krevur sín mann.
Eisini tá teir eru enskir.
Í Degi og Viku 9. juni
vóru niggju føroysk brot.
Heili seks hin beri upp-
lestur. Filmað útvarp og
einki annað.
Fjórða brotið var um
flogmálið. Tað eitur íkki
»tjimber air«, Jespersen.
Navnid (Cimber verður
framboriå »kimber«. Tydn-
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Søkir eftir pleygaraassistenti til psykiatr-
isku deild, at byrja sum skjótast.
Viðkomandi umsøkjari skal hava hug
og hegni til at arbeiða saman við sjúk-
lingum vid psykiatriskum sjúkum, bæði
úti og inni.
Tann sum settur verður í starv, verður
knýttur til allar tær psykiatrisku deildir-
nar á Landssjúkrahúsinum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til yvirsjúkrasystrina á
psyk. deild Signhild Johannesen, tlf.
13540 lokal 351, ella fyri stødukvinnuna
á Landssjúkrahúsinum lokal 127.
Skrivlig umsókn skal sendast til fyri-
stødukvinnuna.
Nordurlandahusid
Norðurlandahúsið er opið:
gerandisdagar kl. 10—18
sunnudag
kl. 14—18
Høvi er at keypa kaffi, te, øl, sodavatn,
køkur, smurt breyð 0.a.
ingin kanst tå finna i flestu
orðabókum. Í hesum broti
varð endursent nakað av
tí, ið Lassi Klein og Kaj Eg-
holm fyrr hava sagt í
hesum sambandi. Tá eigur
upprunadagur og navn á
sending at vera viðmerkt.
Og nú Jan Stiernstedt
allikavæl er í Føroyum,
fingu vit eitt pseudopråt
um Tele-X. Neyvan var tað
av tilvild, at Finnbogi åtti
júst hetta brotið. Teirra
millum er samstarv, ið
Finnbogi sjálvur hevur
gjørt vart við á forsíðuni á
Oyggjatíðindum á vári
1985. Soleiðis er sjónvarp
eisini. Níggjunda og sein-
asta føroyska brotið and-
aði av summari og í heila
tikið, at hesin miðil er ætl-
aður at informera — á
fólkaligum staði. Væl frá-
gingnar myndir. At tað so
eru danir og aðrir útlend-
ingar, ið bjóða sær til at
fylla mentunarligu karmar
okkara, mugu vit royna at
eta í okkum. Í so máta
hevur tjóðveldið íkki fingið
stórt av skafti. Stóra tøkk
eiga hesir tilflytarar okkara
mentunarliga arbeiði
fyri
teirra.
Á sjálvum fødingardegi
hins versta, hevur Føroya
Banki slept ætlanunum at
flyta til Danmarkar — fyri-
bils. So væl hevur klingað í
kassanum hósdagin.
Næsta brotið í Degi og
Viku 11. juni er um Súl-
una, nýggja Mykinesbátin.
Tá ein myndamaður leitar
so langt frá skriviborðinum
á Verðsluni, er snilt at
reinsa linsuna. Og tryggja
sær, at ljóðið er í lagi.
Eisini tá hann lotar.
Stuttligt var at hoyra
piltin rópa: »Lat springið
faral«, so nyggi rækjutrol-
arin Hvítanes kundi leggja
frá landi. Men samrødan
við reiðaran var eins long
og prátið hjá Lassa og US-
Ronald sama kveldið.
Saksur finst.
Føroyski parturin av
Degi og Viku hóskveldið
endaði við glæstrimyndum
og plastikkpoppi av Dim-
un.
Tjóðskaparligir kappar,
teir, ið manna SvFbátin
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
søkir:
1 sjukrasystir til heiliråddeild B6 i kvøld-
vakt 56 tímar adruhvørja viku, at byrja 1.
august 1987.
Umsóknarfreistin 25. juni 1987.
2 sjúkrasystrar til heiliráðdeild B6 í nátt-
arvakt 56 tímar aðru hvgrja viku at byrja
1. august 1987.
Umsóknarfreistin 25. juni 1987.
Nærri upplýsingar um størvini fåast við
at venda sær til fyristødukvinnuna fyri
sjúkrargktini tlf. 13540 lokal 127.
Umsókn skal sendast fyristødukvinn-
uni, Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn.
Skiparaskúli
Skeið til heimaskipara byrjar á Klaks-
vikar Sjómansskúla tann 4.
1987.
august
Áhugað verða biðin um at siga frá
sum skjótast á tlf. 56128 ella 56938.
Klaksvíkar Sjómansskúli