Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — ivamåi? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Fallin væl til i nýggju salongini Eftir 18 árum í leigaðum holum hevur Tóta 84 nú fingið sína egnu hárfríðkanarstovu Tann nýggja hárfríðk- anarstovan hjá Tótu í Havn minnir mest um eitt vakstrarhús at koma inn í. Upp at glasvegginum móti Magnus Heinasonargetu standa blómur og plantur í hópa- tali. Tær hevur Tóta fingið frá starvsfeløgum, viðskiftafólki og eðrum, sum hava ynskt henni til- lukku við nýggju hárfríðk- anarstovuni. Tóta hevur góðar vónir um, at tann nýggja salongin fer at bera seg. Viðskiftafólkini eru trúgv, og ikki stendur á at fáa arbeiði. Mest eru tað kvinnur í miðum aldri, sum fáa hárið gjert hjá Tótu, men har koma eisini ung og onkur mannfólk. Seks fólk arbeiða hjá Tótu. Tóta hevur í 18 ár havt salong í Havn, men higar- til í leigaðum helum. Fyrst í níggju ár í gamla verk- staðnum hjá Fraser Eysturoy og síðan aftur í níggju ár eitt sindur longur uppí í Magnus Heinasonargetu. Tóta sigur, at hon hevði ikki lagt í at flutt út úr Seks fólk arbeiða í salong- ini miðbýnum. Hon vil fegin vera við til at seta lív í miðbýin, og tað ber til við eini hárfríðkanarstovu, heldur hon Nýggja húsið er heldur sjáldsamt. Opið er inn undir húsið, og har verða fýra parkeringspláss. Kjallaran ætlar Tóta ann- ars at leiga út til ein ur- smið. Á miðhæddini er sa- longin hjá Tótu. Plássið er eitt sindur minni, enn har salongin var fyrr, men tað er so nógv ljósari og virkar tí rúmligari. Ein heilur veggur er bert glas. Á loftinum hevur Myrna Hjaltalin leigað eitt rúm til vakurleikaviðgerð, og eitt rúm hevur Oda Andreasen, tvíburasystur Tótu, til zoneterapi. Alt er føroyskt J.P. Gregoriussen hevur teknað húsið. Alt er foroyskt handverk. Vind- eyguni eru úr Gøtu, hill- arnar framvið vegginum hevur Bygningssnikkara- virkið gjert, og trappan er gjerd á Tórshavnar Skipa- smiðju. Tóta er væl negd við arbeiðið, og dýrari er tað ikki, sigur Tóta. randi Húsið hjá Tótu í Magnus Heinasonargotu Á ] Tóta Lohse hevur langar royndir sum hárfríðkanar- kvinna. At fáa síni egnu heli er ein gamal dreymur Lærarastarv Tekniski skúlin í Klaksvík Søkir faklærara til lærugreinina veik- streym. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektronikmekanikari, og hava ar- beitt innan økiå í 5 år. Tað er fyrimunur um umsøkjarin hev- ur undirvísingarroyndir. Royndartíðin er tvey ár. Hann, ið settur verður, kemur at lut- taka í fakligum og pædagogiskum skeiðvirksemi. Starvið verður 13/21/24. Umsóknin saman við próvskjólum v.m. verður at stíla til Landsskúlafyri- sitingina og í seinasta lagi 4/7-87 send til lent í lønarrammu Tekniska skúlan í Klaksvík Postsmoga 20 - Nýggjaveg 700 Klaksvík ne)