týsdagur 16. juni 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66 — 16. juni 1987
NSÍ-VB, 1. deild, 1-1 (1-0):
Javnleikur
í Runavík
Skálafjarðarstevnan var í
Runavík um vikuskiftið.
Og í hesum sambandi varð
dystur leiktur millum NSÍ
og VB í 1. deild. Hetta var
samstundis eisini lands-
kappingardystur.
Tað var NSÍ, ið legði
harðari út. Teir fingu
eisini mál longu tá umleið
eitt korter var leikt av
dystinum. Tað var Gestur
á Líknagetu, ið stóð fyri
tí. NSÍ hevði eisini yvir-
takið av fyrra hálvleiki,
men leikti sjáldan
fram til veruligar
målmøguleikar. Fyrri
hålvleikur endadi sostatt
1-0.
Seinni hålvleikur
byrjadi nakad javnt, men
so vid og vid kom VB
meiri vid, og hetta gav
eisini úrslit i 17. min. við
einum góðum máli, ið Jan
Allan Miller skeyt. Hetta
gav VB-leikarunum rætti-
ligan viðvind, og teir
kundu eisini fingið fleiri
seg
mál, men hetta eydnaðist
ikki, og dysturin endaði
sostatt rættvíst, við javn-
leiki 1-1.
Men av tí at dysturin
eisini var steypadystur í
samband við stevnuna,
skuldi hann avgerast.
Skipað varð tí fyri brots-
sparkskapping, har NSI
gjørdist vinnari, ið sostatt
fekk steypið.
kmi-
EB-ÍF 2. deild. 1-5 (0—):
IF framvegis
a odda
Tad var nakad av vindi å
Mølini á Eiði leygardagin,
tá eiðismenn fingu vitjan
av oddaliðnum úr Fugla-
firði.
Spenningurin var stórur
undan dystinum, um tað
kanska skuldi verða EB,
sum fór at basa ÍF, men
soleiðis skuldi tað ikki
verða. ÍF vann nevniliga
dystin við 5 málum ímóti
1.
Dysturin byrjaði javnur
við nógvum luftspæli. Tað
sást týðuliga, at
fuglfirðingar hevdu
nervar fyri hesum
dystinum.
Eiðismenn vóru teir, ið
royndu at spæla bóltin,
men bar hetta ikki so væl
til, tí so skjótt sum fugl-
firðingar fingu fatur á
honum, spældu teir langar
bóltar fram í álopið, sum
ikki fekk nógv burtur úr
hesum.
Fyrri hálvleikur var
javnur, kanska við lítlari
yvirvág til ÍF, men her
kom einki mál, soleiðis at
hálvleikssteðan var 0-6.
ÍF byrjaði seinna hålv-
leik væl. Tað var nú meira
ferð yvir teirra spæli, og
kundi tað líkst einum heilt
eðrum liði, sum nú var
komið inn á vellin.
Longu í 5. min. kom ÍF á
odda við máli, sum Olavur
Ellingárd gjerdi. 3 min.
seinni fekk Ólavur aftur
mál. Hetta hendi aftaná
eina verjuvillu hjá EB.
ÍF bleiv við at trýsta og
gav hetta úrslit aftur í 15.
min. Ein bóltur varð send-
ur innanfyri úr hegru síðu,
og endaði hjá Margari
Hansen, sum var púra
fríur og lætt kundi seta
bóltin í netið til 3-0 til ÍF.
Í 30. min. fekk EB sítt
einasta mál í dystinum.
Tað hendi aftaná horna-
spark úr hegru síðu. Pól
Knút skallaði bóltin ímóti
málinum, og innum mál-
mannin hjá ÍF, sum var
komin nakað út, og har
stóð Unnsteinn Olafsson
og setti síðstu tánna á
bóltin, sum fór í netið.
Í 35. min. ekti Ólavur
Ellingsgárd enn einaferð
um munin til 4-1 til ÍF, og
síðsta málið í dystinum
kom í 40. min. Tað var
eingilskmaðurin Peter
Low, sum stóð fyri hesum.
Ein góður seinni hálv-
leikur hjá ÍF, sum teir
vunnu 5-1 og sum eisini
var endaliga steðan.
Bm.
L
— -
ÚTBJÓÐING
Vegna Klaksvíkar Kommunu verður her-
við arbeiðið í sambandi við byggibúning
av Ídnaðargkinum við Borðoyarvík al-
ment útboðið.
Arbeiðið umfatar:
Jørd-, kloakk-, vatn-,
betong- og asfaltarbeidi
Sidsti dagur at biðja um útbjóðingartil-
far er mánadagin 22. juni 1987 hjá
arkitekti
Tróndur
Fuglø
måtivedhaldsgjaldi uppå kr. 1.000,—,
sum verður at
flyta á konto nr.
440.344.9 í Føroya Banka, áðrenn út-
bjóðingartilfarið verður útflýggjað.
Seinasta freist at seta fram spurning-
ar í sambandi við útbjóðingartilfarið er
mánadagin 13. juli 1987.
Tilboð verða latin niðanfyri standandi
adressu í afturlatnum brævbjálva merkt-
ur:
»ldnadarøki vid Bordoyarvik«
i seinasta lagi månadagin 20. juli 1987
kl. 14.00, har tey tå verda upplatin.
Bjóðandi kunnu vera hjåstødd við
upplating.
tróndur fuglø
th... og VERKFRÆÐI
Arkitektur MA A
Undir Fossum 69, Postboks 1,
FR-700 Klaksvik, tlf. 56530 - 56531
Síða 9
FERÐSLUTRYGD.
/ bl
FØROYA
LIVSTRYGGING
20
r
VID BUSSFERDIR OG
SMYRIL LINE
Ferð til Hallingen 22. juni 1987, 10 dagar
Kostnadur frå kr. 3.625.-
Íroknað prisin er sigling Tórshavn-Bergen og aftur i 4-koyggju-
kamari við hondvaski. 7 gistingar á Hallingen við fullum vistarhaldi
og allar útferðir ið BUSSFERÐIR skipar fyri.
Meira fæst at vita frá
SMYRIL LINE BUSSFERÐIR
TIf.15900 Tlf. 15354
ed]