Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Vit eru hugtiknir av landi tykkara, og einki er at ivast í, at vit hava nógv at læra av føroyingum. Soleiðis sigur ein av teimum seks írunum, sum júst hevur vitjað í Før- oyum við sermerkta írska seglbátinum Saint Patrick úr Galway á vesturstrond Írlands. Saint Patrick er írska svarið uppá feroyska bát- in. Í hvussu so er um Galway-leiðina. Her hava teir í skjótt 200 ár brúkt hetta ávísa bátaslagið, sum verður nevnt »Galway-Hooker«. Bátur- in varð fyrr brúktur til at flyta ymsan farm við til småplåssini å vestur- strondini, eitt nu torv, timbur o.a. I dag eru kanska einir 15 tilikir båt- ar varðveittir og verða teir nýttir sum stuttleika- bátar. St. Patrick varð smíð- aður í 1911 og hevur hann eina rættiliga áhugaverda segu. Tað var m.a. við hes- um båtinum at kenda tjóðarhetja íra, Padraeg Pearse, í 1916 boðaði koll- veltingina í Írlandi. Nú 70 ár aftaná vitjar báturin so í Havn. Mann- ingin er lærarar og verk- freðingar, sum allir búgva í Galway og plássum har nærhendis. Endamálið við ferðini til Feroya er fyrst og fremst at vitja ein 6 kendan granna fyri norðan og vita, hvat hesin grann- in hevur at siga geliskt- talandi minnilutanum í Ír- landi. Náttúran då vestur- strond Írlands er sera meinlík henni í Feroyum og harafturat eru annars dagligu spurningarnir hesi gelisku samfeløgini dragast við ikki sert meinlíkir teimum í Feroy- um. — Vit hevdu hoyrt so nógv frá fólki, sum hava verið í Feroyum, um hvussu væl tit hava megnað at varðveitt ment- an, mál og siðir tykkara og samstundis byggja upp eina nútímans fiskivinnu, sigur ein av írunum, meðan vit leggja út á fjørdin — til Nólsoyar. Hóast teir bert hava steðgað í Havn í nakrar dagar, so er tó greitt, at teir eru heilt hugtiknir av tí teir hava sæð og hoyrt M.a. hava teir vitjað í før- oyska sjónvarpinum, sum teir halda vera heilt eina- standandi — at so fá fólk skulu fáa so nógv av skafti! Teir halda, at tað er ikki at skilja, at eitt so fáment fólk sum ingar skal hava megnað at hava fingið eitt tílíkt sjón- varp upp at standa, fyri ikki at tala um útvarpið. — Vit kunnu líka so væl vera ærligir og viðganga, at vit evunda tykkum M.a. gjøgnum tykkara út- feroy Orð: jan Myndir: kalmar varp og sjónvarp hava tit megnað at varðveitt mál og mentan. Vit á vestur- strond Írlands hava retur aftur í gomlu tíðina í Ír- landi og her er tí gamla mentanin best varðveitt, eitt nú geliska málið. Í dag eru tað bert fá, sum duga geliskt og brúka tað sum talumál. Einastu plássini har hetta málið framvegis livir millum fólk, eru júst smáu bygdasamfeløgini á Galwayleiðini, har hesir seks írarnir koma frá. — At vit gera slíka ferð er sjálvandi til stuttleika, men henda vitjanin hevur verið meira enn bara stutt- leiki. Hon hevur av sonn- um verið ein uppliving, sum vit nú kunnu fara heimaftur við og fortelja eðrum um: hvussu vit kunnu læra av tykkum føroyingum, sigur ein av irunum. At irarnir just visa fjøl- miðlum sum útvarpi og sjónvarpi stóran áhuga, er tann einfalda, at teir meta hesar miðlar at hava ovur- stóran týdning fyri at varðveita málið — ávika- vist føroyskt og geliskt. Tað var tí eisini einki minni enn ein kollvelting, tá ein útvarpssteð herfyri varð sett á stovn í Gal-