leygardagur 20. juni 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Pisurøda 1987
Pisufundur
i Vidarlundini
— Tad eru umskiftisins vindar, sum
nú blása um heimin, tvørtur um
átrúnaðar-, tjóðskapar- og hug-
myndamark, segði Hanus Andreas-
sen m.a. í rødu síni á pisufundinum i
Vidarlundini hóskvoldið.
Svanarnir komu at for-
vitnast, nú so nógvir
fremmandir gestir vóru í
Viðarlundini
Nýklæktar pisur
Hesir triggir hildu reðu á
pisufundinum. F.v. Hanus
Andreassen, rithevundi,
Sjúrður Skaale, studentur
og Hegni Hoydal, HF-ari
Góðu pisur, tit foreldur og
avvarðandi og lærarar og
annars øll hini, sum eru
komin niðan í Viðarlund-
ina í dag. Dagurin í dag er
ein gleðisdagur. Tit pisur
eru komnar á tað mál, sum
tit fyri nøkrum árum síð-
ani settu tykkum. Henda
tíðin hevur verið tykkum
stríggin, og tað ikki bara
lesnaðarliga. Tit hava
staðið í andaligum og
likamligum vekstri. Hjá
øllum hevur hetta neyvan
verið líka lætt, tí ongantíð
í lívinum er hugurin so
sárur og støkkin sum í
hesum árum, ovurhugin
so skjótur at kveikjast,
stoltleikin so lættur at
raka, lopini úr djúpastu
lukku niður í djúpasta
vónloysi — og evugt — so
brádliga. Oman á hetta er
so lesnaðurin komin. Tað
má tí vera tykkum ein
lætti nú at fáa eina hvíld
og gleðast, til blaðað
verður yvir á næsta lívs-
kapittul.
Hetta árið er annars eitt
merkisár í Studentaskúla-
ns segu. Í ár eru fimti ár
liðin, síðan hesin skúli
varð settur á stovn. Teir
slóðbrótarar, sum gróður-
settu henda skúla — 130
ár eftir at hin gamli Latín-
skúlin var útkelnaður —
vóru Thomas Nygaard,
Christian Haraldsen og
Erik Petersen. Skúlin kom
at hava avgerandi týdning
i føroyskum mentunarlivi.
Hann var við til at beina
fyri tí útbúgvingarliga
mismuni, sum hevði verið
frammanundan og gjørdi
tað meguligt hjá minni
múgvandi ungfólkum at
fyrireika seg til lærdan
lestur. Eftir at skúlin var
komin, sluppu foreldur í
Feroyum somuleiðis
undan at senda síni bern
blaðung burtur í útlegd at
lesa. Eg havi sjálvur
gingið á hesum skúla, og
eg haldi, at hann gav
sámiliga og holla undirvís-
ing. Av teimum trimum
undangongumonnunum er
í dag bara Erik Petersen á
lívi. Tað má vera honum
ein frei at síggja, hvat
frukt sáðið, sum sátt var í
1937, hevur borið.
Gaman í, hesin skúlin
hevur fingið manga skol-
una. Millum annað hevur
hann veiið lagdur undir
ikki at gera nóg mikið til
at geva næmingunum
tjóðskaparliga kjelfestu.
Eftir mínum tykki eru
hesar atfinningar lutvís
demi um ein ringan óvana
hjá okkum feroyingum: at
finna syndabukkar. Tann
veruliga seki í hesum máli
var — og er — tað før-
oyska samfelagið og tess
valdu umboð, sum hava
verið sein og trek at fera
nakran veruligan mentun-
arpolitikk. Her mugu øll
taka sín part av ábyrgdini,
ikki minst tann mælski
tjóðskaparligi vongurin.
Upp í hesa heilsu til
tykkum pisur og til skúlan
fari eg at skoyta nakrar
skiftisins vindar
viðmerkingar um tað
politiska og hugsanarliga
veðurlagið í heiminum í
dag. Eg fari at leggja fyri
við at hyggja at tí streym-
skifti, sum er um at taka
seg upp hjá okkara mikla
granna eystanfyri, Sovjet-
samveldinum. Í hesum
landi hevur tær seinastu
eldirnar verið ein togan
millum býsantiskt harð-
ræði og europeiska
mannarættindahugsan.
Tann seinna kósin,
frælsiskósin, tykist nú at
hava fingið stuðul frá
sjálvum sovjettiska floks-
leiðaranum, Gorbatjof.
Fyri fyrstu ferð í mong ár
hevur eitt russiskt orð
rutt sær veg inn í heim-
sins mál, glasnost, tann
opna kósin. Gorbatjof
stríðist sum kunnugt mill-
um annað fyri at fáa í lag
loynilig val, at geva kvinn-
unum rúmligari politiska
umboðan, at steðga valds-
misbrúki og ágangi móti
eðrvísi hugsandi. Tað
kann vera ilt at siga, um
hetta verður gjørt við
vilja ella upp á kvamsvís.
Hinvegin er eingin ivi um,
at sterkar kreftir í Sovjet-
samveldinum streingja á
at fáa broytingar í lag.
Hesar rembingar eru
áhugaverdar. Ikki minni
forvitnisligt er at hyggja
at tí flísini av tí europe-
iska vinstra, sum hevur
tann sið treytaleyst at
verja sovjettiskan poli-
tikk. Hugtakið glasnost
man tykjast forkunnugt í
Sovjetsamveldinum. ]
Europa er tað ikki nytt.
Einstaklingar og bólkar á
vinstravonginum hava
fyrr tankar
fram. Ein teirra var Rosa
borið hesar
Luxemburg. Ein annar
var tjekkarin Alexander
D behek sum í 1968 setti
gev hes
{ g
rar talaðu
ppafi í
verri, teirra tankar vår
forbodnir. Eg stóð sjálvu