Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 ———-—-—-—-—————— konan var. | Astrid Blumensaadt er 86 ára gomul. Tað sæst ikki á | henni, sjálvt um lív hennara í nøkur år var alt annað enn lætt. Donsk friðarkona á Føroyaferå Tá friðargongan annan hvítusunnudag kom av Oyggjar- vegnum oman móti Havnini, kom ein eldri donsk kona ímóti okkum. — Er hetta ein fridargonga? Eg eri við í donsku fridarrørsluni, segði konan, sum fekk at vita, at hon var vælkomin við í gonguna. Hon fylgdi við oman á Vaglið og niðan í Norðurlandahúsið. Tá fingu vit at vita, hver — —.| virkin friðarkona 86 ára gomul Sat í týningarlegu í Nazitýsklandi undir krígnum — Alt tað, sum eg havi upplivað, fekk meg at virka fyri friði. Tað er mín skylda, og tað sama siga hini við somu royndum sum eg, sigur Astrid Blumensaadt, sum er 86 ár og býr í Odense. Hon meinar við tey mongu, kvinnur og menn í ellum Europa, sum í krígs- árunum sótu fangar í týn- ingarlegum í Nazitýsk- landi. Hesir fangar hava ein altjóða felagsskap, og í Odense, har Astrid býr, hava fyrrverandi fangar- nir eisini sítt felag og hitt- ast hverja viku. Tey ringu árini mugu ikki gloymast. Fyrrver- andi fangarnir halda fram við at minna á ta tíðina, fyri at tílíkt ikki má henda aftur. Tað er teirra friðar- arbeiði, sum tey nú hava gjert í meira enn 40 ár. Astrid válkar sær ikki í tí ræðuliga. Sáttliga greið- ir hon frá, hvussu hon bleiv tikin, og hvussu hon kom igjøgnum lívið í leg- uni. Góðar og ringar letur. Mótið misti hon ongantíð. — Vit hevdu viljan til at yvirliva og álit á, at nazistarnir fóru at tapa, sigur hon. Fakfelagsfólk og mótarbeiddi hersetingini Astrid Blumensaadt ar- beiddi á telefonsteð í Odense, tá Danmark varð hersett. Í átta ár hevði hon verið forkvinna í fak- felagnum. — Eg vaknaði heilt tíð- liga um morgunin av gangi. Tá sá eg svert flog- for við nazimerkinum á flúgva lágt yvir býnum. Kríggið var komið til Dan- markar. Astrid Blumensaadt skuldi á vakt tann morg- unin á telefonsteðini. Har var alt á gosi. Øll tosaðu um, hvat hent var. Nøkur vóru so erg, at tey beinan- vegin slitu alt samband. — Tað segdu vit ikki fyri nekrum, tí tað var í stríð við tænastumanna- lógina, sigur Astrid. Beinanvegin fór Astrid eins og mong onnur at mótarbeiða nazistunum. Tað fyrsta var at selja bleð, sum vóru ólóglig. Ólóglig, tí tey vendu sær ímóti hersetingini. Hon hevði eitt fast lið av fólki, sum keyptu bleðini. Og pengarnir, sum komu inn fyri bleðini, fóru til at keypa nýtt pappír fyri. Alt varð gjert í loyndum. Men so herdist kríggið, og uppgávurnar í mótsteðu- arbeiðinum blivu fleiri og sterri. Fekk álitisstarv — Um hetta mundið fekk eg eina dóttur og noyddist eina tíð at leggja fak- felagsarbeiðið frá mær. Tá nakað var fráliðið, komu teir frá mótsteðurersluni og bóðu meg átaka mær eitt álitisstarv. Eg bar meg undan, tí eg gav bróst enn, men tók kortini av og bleiv leiðari fyri einum mótsteðubólki. Sjálvt um Gestapo einki visti um okkara virksemi, vóru tað fleiri í bólkinum, sum máttu vera serliga varin. Ein hevði verið við í bardaganum móti fascist- unum í Spaniu, ein hevði sitið fyri at hava havt ein dublikator, og so var tað ein kona, hvers maður var sera virkin í mótsteðu- rersluni. Slík fólk vórðu altíð eygleidd av politi- num. Arbeiðið hjá mær var ógvuliga fjølbroytt. Sam- stundis virkaði tann fyrsti Nr. 68 — 20. juni 1987 sabotasjubólkurin út frá okkara heimi. M.a. gjørdu teir seg inn á jarnbreytina fyri at forða nazistunum í teirra virksemi. Í mínum mótsteðuarbeiði var ógvu- liga hent at kunna fylgja við á so mongum økjum. Men tað var minni gott, tá eg varð handtikin, tí tá visti eg ov nógv, sigur Astrid Blumensaadt. Long avhoyring Summi mótsteðufólk fingu fjalt seg, áðrenn Gestapo fekk hendur á teimum. Astrid Blumen- saadt skuldi verið farin undir jerð dagin eftir, at hon varð tikin. I mótsteðurersluni høvdu tey ta meginreglu, at eingin mátti vitja fólk sum Astrid. Sendiboð skuldu brúkast. Men ein kenningur var óskettin. Hann kendi á sær, at Gestapo var eftir honum og fór til Astrid og tey at krógva ymisk pappír. Tá hann so varð handtikin og píndur undir avhoyring- um, nevndi hann Astrid fyri avhoyringarleiðaran- um. Og so komu teir eftir henni. — Í fyrstuni tosaði eg meg frá tí, segði, at tað mátti vera ein misskiljing. Tað var ein onnur við sama navni, sum var eftir- lýst. Hann trúði mær, men tíverri kom ein yvirmaður hjá Gestapo framvið. Og so varð ein annar settur at avhoyra meg. Hann sendi boð eftir manninum, sum hevði avdúkað meg, og so var einki at gera. — Í tímavís avnoktaði eg allar skuldsetingarnar. Avhoyringarleiðarin var ógvuliga harðrendur. Sló byrsuna í borðið, setti ljós á meg og rópti. Eg skuldi svara beinanvegin, tí eg mátti ikki hugsa meg um. Sum tímarnir liðu, bleiv eg eitt sindur lættari at hava við at gera, og um kveldið fekk eg blýant og Beint eftir kríggið hitti Astrid Blumensaadt føroysk skúlaborn og lærarar, sum vóru og vitjaðu í Danmark. Síðan hevur hon altíð ætlað sær til Foroya. Tá hon so í fjør sá film og framsýning í Odense, avgjørdi hon, at nú skuldi tað verða. Dagarnir í Foroyum fara m.a. við at tekna. Hvonn fyrrapart er hon úti við tekniblokkinum pappír við mær í fanga- rúmið fyri at skriva undir, at eg játtaði meg seka. Eg havi ikki sæð so óðan mann sum avhoyringarleiðaran, tá eg næsta morgun kom aftur við pappírinum. Har stóðu nevniliga nevnini á tíggju fólkum, sum eg visti vóru uttan fyri allan vanda. Fólk, sum vit høvdu sent til Sveríkis. Hetta hevði eg loyvi at gera, tá á stóð, Framhald á síðu 15