Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA— ——— A — Nr. 1 — 4. ianuar 1986 - Framhald av síðu 10 tí tað fekk ongar avleið- ingar fyri tey 45.000 í kvinnulegu Av hevuðssteðini hjá Gestapo í Odense varð Astrid flutt til loyniliga fongslið hjá Gestapo í Flensburg. Har var hon einar 10 dagar, og so gekk leiðin til kvinnufanga- leguna Ravensbrøck norðan fyri Berlin. — Hetta var í desember 1943, og tá vóru vit um- leið 25.000 kvinnur, men summarið eftir vóru vit 15.000. Við ymiskum po- litiskum og religiosum uppfatanum. Tað vóru eisini vanligir revsifangar. Ég sat eina tíð við síðuna av einari, sum hevði svikað við kekkum, og yvirav sat ein, sum hevði dripið mannin. Tað hugs- aði eingin um, tí í leguni snúði alt seg bara um at vera ímóti nazistunum. Kvinnurnar vóru úr 23 ymiskum londum. Hegar og lágar. Øll handverk vóru umboðað. — Har vóru eisini kend- ar dansarinnur úr París, ein operasangarinna úr Warszawa, fleiri vísinda- fólk, horur av getunum í Warszawa, sum ongantíð høvdu havt nakað heim, prinsessan úr Orleans og ein greivinna úr Rom, sum seldi mær einar sokkar fyri danskan mat. Men tær vóru allar menniskju líka sum eg, sigur Astrid. Dugdu at snúgva sær Astrid tosar ikki so nógv um alt tað ringa, sum tær upplivdu í fangaleguni. Meira um hvussu tær hóast alt kundu gera mót- steðu. Í hverjum blokki hevði SS eina álitiskvinnu, sum m.a. hevði til arbeiði at ansa eftir, hvat fangarnir gjørdu. Fangarnir vistu um hesar njósnarar. Men vandi var altíð fyri, at onkur av hinum eisini kundi ganga ímillum. — Tær nærsku mæltu okkum til í fyrsta umfari at halda okkum til tær norsku og tær russisku. Tær kundu vit líta á. Hin- um máttu vit bíða við, til vit vistu, at vit kundu líta á tær. Álitiskvinnur vóru tó tær flestu. Arbeiðið var at gera kondensatorar. Men eisini annað, tí nazistarnir høvdu ikki fólk til alt. Summar arbeiddu í bað- num og kundu fylgja við, hver kom, og hver fór. Tær arbeiddu á skriv- stovu, og ein var, sum teknaði kort. Tær, sum gingu á odda at gera mót- steðu, royndu at skipa so fyri, at onkur teirra var í hverjum staði, og á tann hátt fylgdu tær væl við. Hon, sum dugdi at tekna kort, broytti strikurnar so hvert sum loynilig tíðindi komu inn um, hvussu gekst i bardøgunum. — Eg haldi, at vit vistu nógv meira enn tey heima, sigur Astrid. Gott samanhald Samanhaldið var eina- standandi gott, og tað helt teimum uppi í neyðini. Tað vóru eisini jødar við, men fleiri av teimum donsku vóru politiskir fangar. Tað vildi seg, at tær høvdu arbeitt í fak- felogum og/ella í mót- steðurersluni. Onkrar vóru eisini tiknar, tí menn teirra vóru eftirlýstir. Tær donsku búðu í blokki saman við teimum norsku, og tær funnu væl saman. Astrid minnist aftur á onnur jólini í týningar- leguni. Tær donsku fingu av og á pakkar frá Reyða Krossi. Og hesi jólini av- gjørdu tær at halda jól saman við eðrum, sum einki fingu heimanífrá. Matin býttu tær sundur millum kvinnurnar í smáar bitar. Sum frá leið, kom russ- iski herurin nærri og nærri fyri at fría tær í leguni. Tær hoyrdu kanónirnar, og alt skalv. Nazistarnir vóru greiðir yvir, at teir ikki megnaðu at standa ímóti, og so vórðu tær, sum orkaðu, sendar út á vegirnar at ganga. Tær, sum ikki gingu nóg skjótt, vórðu skotnar. Astrid skuldi verið send út at gingið, men við ymsum snildum varð hon sjúkra- meldað, og var tí heppin at sleppa heim, tá bussarnir hjá Reyða Krossi komu eftir teimum 8. apríl 1945. Til Svørikis Kríggið var ikki av í Dan- mark enn, og tær vórðu tí koyrdar yvir til Sveríkis. Saman við eðrum fangum. Til 16. mai búðu tær á ein- um harragarði í smáum húsum. — Men vit máttu ikki fara út um garðarnar, tí sviar vóru bangnir fyri lús og tyfus. Tað dugdu vit ikki at skilja. Millum okk- ara var ein, sum hevði tyfus. Men í týningar- leguni doyðu 35 um dagin, og tær lógu millum allar hinir, til onkur kom eftir líkunum, sigur Astrid. Ikki var lætt at venda aftur til tað vanliga lívið. Ta fyrstu tíðina orkaðu tær illa at vera saman við eðrum fólki. Menn og kvinnur, sum hevdu sitið í legu, royndu at halda saman. Og vóru eisini altíð saman. Tá tey hevdu feðingardag, vildu tey eisini vera fyri seg. Familjan mátti koma ein annan dag. So nógv eru tey ikki saman longur, tey óarbeiðsferu frá krígnum. Men hvenn mikudag fyrrapart koma tey í Odense saman at práta. Síða 15 Rein klæð fingu vit bara 2. hvonn mánað. Tá eingin sá, sníktu vit okkum at vaska klæði, i koldum vatni og turkaðu yvir ovninum Sálarlig brek Tey sálarligu brekini vístu seg upp á mangar mátar. Og tey høvdu onnur fólk ilt við at skilja. Tolið minkaði, og regluliga komu sálarlig bakkast. Hetta hevdu læknar og sálarfreðingar fyrireikað tey upp á, meðan tey vóru í Sveríki. Fyrr ella seinni komu tey hjá ellum. Og tey vendu aftur og aftur. Astrid greiðir frá, at inn í millum hevur hon torfert við at taka seg sainan til nakað, men tá nakrir dagar eru farnir, gongur yvir. Tað hevur hon vant seg við. Av og á hevur hon eisini marruna. Droymir, at hon gongur fram við eini djúpari gjógv eftir smalari getu. Nakrar ferðir um árið droymir hon, at Gestapo er eftir henni. Ein danskur lækni, sum sjálvur sat í týningarlegu, hevur skrivað doktararit- gerð um tey árin, sum fangarnir fingu sum av- leiðing av legutilveruni. Hann kannað fangar úr fleiri londum. Astrid var ein teirra. Fór á listaskúla Ikki bar Astrid til at venda aftur til sítt gamla arbeiði á telefonsteðini Orkað tað hevði hon neyv- an, og harafturat hevði hon havt so nógvar sjúkradagar, áðrenn hon varð tikin av Gestapo. Tað kom av, at hon helt ikki til bæði at arbeiða, fáast við fakfelagsarbeiði, rekja hús og heim, bern, og so mótsteðuarbeiði. Beinanvegin sum hon kom heim, bleiv hon skild frá manninum. Og mátti so klára seg sum frægast. Arbeiddi eina tíð á skriv- stovu, og sonurin, sum var í útbúgving, fór at arbeiða í einum pylsuvogni. Men smáligt var Væl kom tað við, tá hon nakað seinni fekk eitt hampiligt endurgjald fyri álitisstarv sítt í mótsteðu- rersluni. Tá fór hon á forskúlan á listaskúlanum og lærdi har i trý ár. Lærari hennara beyð sær til at Hesar tekningarnar teknadi Astrid á pappír, sum aðrir fangar funnu til hennara. Ein jødisk kvinna fann eisini smáar farviblyantar, og soleiðis fekk Astrid sett lit á tekningarnar. Seinni eru tekningarnar raderaðar og givnar út á korti orð: randi myndir: kalmar hjálpa henni inn á lista- skúlan ella listahandverk- araskúlan, men av eðrum orsøkum bleiv tað ikki til nakað. Tað var uppihaldið í týningarleguni, sum gjørdi, at Astrid bleiv listafólk. Fyrstu tekning- gjerdi smáar lepar, ið aðrir fang- ar útvegaðu henni. Tekn- ingarnar smugladi hon síðan út. Hesi 40 árini hevur Astrid teknað og málað nógv. Fleiri veggir á stovnum hevur hon prýtt. Tekningar og málningar hennara eru at finna víða hvar. Nógv hevur hon eisini latið til friðararbeiði, ar sínar hon á fakfeløg og onnur tílík endamál. Heldur fyrilestrar Astrid er eisini blivin kend av eðrum orsøkum. Nakað hevur hon yrkt, og heilt ofta er hon úti og heldur fyrilestur. Viðhvert sjálv og viðhvert saman við eðrum fyrrverandi fang- um. Tey eru í fakfeløgum og á skúlum. Hvussu ofta hon hevur verið í sjón- varpi, útvarpi og í bleðum hevur Astrid ikki tal á. Eitt skifti ferðaðist hon eisini runt og gjerdi sam- reður við tær mongu kvinnurnar, sum sótu saman við henni í Ravens- briick. Astrid hevur upplivað mangt annað í sínum langa lívi. — Skuldi eg sagt frá ellum, hevði tað tikið átta dagar, sigur hon.