leygardagur 20. juni 1987síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
A
Nr. 68 — 20. juni 1987
Royndarskúlin úti á Reyni:
Steðgaði í
Landsskúlaráðnum
— 13 born eru higartil innskrivað. Alt gekk væl, men so
steðgaði málið í Landsskúlaráðnum, sum vildi hava
meira at vita.
13 næmingar, tveir lærar-
ar, spildurnýtt heli og við-
mæli frá einum samdum
Tórshavnar skúlaráð.
Og so steðgaði alt í
Landsskúlaráðnum. sum
vil hava »spurningin um
lógarheimild, terv, inni-
hald, húsa- og serstakliga
fíggjarviðurskiftini greini-
hgari lystan«, áðrenn tað
kann taka stødu
Sharon Weiss er vón-
svikin, tí skulin, hon
ætlaði at byrja í august
úti á Reyni í Havn, nú
kanska verður av ongum.
Hon sigur, at hon fer at
skriva til Landsskúlaráðið
og royna at greiða tí frá
ætlan síni.
— Men tað hevði verið
betri, um eg kundi komið á
fund hjá teimum, so eg
kundi svara ellum spurn
ingunum so hvert. Hetta
havi eg eisini roynt at
fingið í lag. Men eg fekk at
vita á Landsskúlafyrisit-
ingini, at tað er eitt prin-
r
Í
Feroya Handverkslær-
lingafelag hevur fingið
nýggja nevnd og hon
hevur skipað seg so-
leiðis, at Karl Birgir
Isaksen er formaður,
Jergen Restorff skriv-
ari, Oyvindur av
Skarði kassameistari
og tilíakslimir eru
Borgny Nielsen og
Emil Hentze.
Á aðalfundinum,
sum var 10. juni, varð
Osvald Joensen aftur-
valdur til grannskoð-
ara.
Handverkslærlinga-
felagið hevur skriv-
Sunnudagin 28. juni
verður aftur flogsam-
band millum Feroyar
og Noreg.
Onki samband hevur
verið, síðani Danair
gavst í apríl í fjor. Men
nú hevur Icelandair av-
gjørt at flúgva Vágar-
| Lærlingar valt
nýggja nevnd
Aftur flogsamband
við Bergen
7
stovutíð i húsunum hjá
Havnar Handverkara-
felag, Tróndargetu 16,
mánadag kl. 19.00 -
21.00, tlf. 11548.
Aheitan
Føroya Handverkslær-
lingafelag heitir å allar
meistarar um at gjalda
frítíðarlenina av yvir-
tíð hjá lærlingum fe-
lagsins á konto nr.
2995519 í Feroya
Banka.
Legtingið hevur góð-
kent Feroya Hand-
verkslærlingafelag
sum lentakarafelag.
Farið verður úr Vág-
um kl. 10.15 og lent í
Bergen kl. 13.15. Ferð-
in tekur tveir tímar við
Fokker Friendship og
tíðarmunurin er ein
tími. Úr Bergen verður
so farið kl. 14.00 og
lent í Vágum kl. 15.00.
Bergen-Vágar = hvenn Ferðaseðilin kostar |
sunnudag í summar, 1935 kr. ein veg. men |
seinastu ferð 13. sep- ymsir avsláttarmegu
tember. leikar eru
L —
sipp hjá Landsskúlaráð-
num ikki at tosa við fólk.
Alt samskiftið skal ganga
gjøgnum fyrisitingina.
Ein vika eftir
Men tíðin er vorðin stutt.
Sharon sigur, at foreldrini
hjá teimum 13 bernunum,
sum skuldu byrja í nýggja
skúlanum 13. august, og
hon eru vorðin samd um
at 25. juni má avgerðin
takast. Tí tá er seinasti
skúladagur og tá mugu
foreldur og bern vita, hvar
tey skulu byrja næsta
skúlaár.
Sharon hevur í nekur ár
arbeitt við hesi ætlan at
gera ein lítlan skúla, har
undirvísingin er grundað á
barninum, sum tað stend-
ur í lýsingini, hon hevði í
blødunum í mars.
Í hesi lýsing bjóðaði hon
foreldrum á fund. Hesin
fundur var 10. mars og á
hann komu 20 fólk. Fund-
urin gav Sharon dirvi til at
halda fram og 25. mars
sendi hon umsókn til Tórs-
havnar skúlaráð. Saman
við umsóknini var ein frá-
greiðing um, hvussu hon
ætlar ein skúladag at vera.
Góða móttøku
Beint fyri páskir fekk
Sharon so fundarboð frá
Skúlaráðnum.
— Hetta var ein góður
fundur. Limirnir í Skúla-
ráðnum høvdu kunnað seg
væl við málið og hevdu
nógvar góðar og relevant-
ar spurningar, greiðir
Sharon frá.
Stutt eftir hendan
fundin sendir Tórshavnar
skúlaráð so Landsskúla-
fyrisitingini = málið og
mælir einmælt til at royna
»kann med-
hetta, sum
virka til nýggj hugskot i
fólkaskúlanum=<.
So kemur lagnudagurin
6. mai, tá málið er fyri í
Landsskúlaráðnum, sum
ikki fær tikið steðu, tí tað
veit ov lítið um ætlanina.
Og 27. mai fær Sharon
hetta at vita í brævi frá
Landsskúlafyrisitingini.
— Eg eri bilsin yvir
hetta svarið frá Lands-
skúlaráðnum, tí eg haldi
sjálv, hetta er eitt so
týdningarmikið mál
Sharon sigur, at hon
hevur ikki biðið um annan
studning enn 80% av
tveimum læraralenum
Hetta er tað sama, aðrir
privatir skúlar fáa, t.e.
80% av læraralenunum.
Og í Danmark er lág-
markið fyri slíkar skúlar
12 næmingar.
— Og eg havi 13, sigur
Sharon, og leggur afturat,
at helst kundi hon havt
fingið fleiri, var tað greitt,
skúlin byrjaði 13. august.
Sharon hevur eisini
fingið ein lærara, ein fer-
oying við læraraskúla-
prógvi og royndum at
undirvísa á einum tílíkum
skúla.
Skúlin skal vera í hús-
unum hjá Sharon úti á
Reyni. Tey verða nú út-
bygd og skúlastovan
verður spildurnýggj.
Sharon Weiss sigur, at
hon fer nú at spyrja
Landsskúlaráðið, um tað í
prinsippinum er fyri ella
móti royndarskúlum fyri
smábern.
Í framhaldsdeildunum
eru royndarflokkar.
Skúlin hjá Sharon er fyri
6-9 ára gomul bern hetta
fyrsta árið, sum skuldi
vera ein roynd.
hd
i Síða 23
—
Halda nýggjár
í Australia
Triðja jóladag, sunnu-
dagin 27. desember.
fara 19 feroyingar úr
Keypmannahavn til
Australia.
Í hesum ferðalag eru
gentur og dreingir úr
Feroya Skótasambandi
og KFUM-skøtunum,
14 í tali, og fimm leið-
arar. Tey skulu á
heimsjamboree hjá al-
tjóða dreingjaskóta-
rersluni, WOSM, sum
byrjar 30. desember ug
endar 9. januar 1988.
Førøyingarnir fara
saman við donsku
skótunum. Hetta er
bæði bíligari og lættari.
Ferðalagið verður aftur
í Keypmannahavn 24.
januar.
Uttan fyri
Sidney
Jamboreein verður 70
km. uttan fyri Sidney
og roknað er við stórari
lutteku, umleið 15.000
skótum úr umleið 100
londum. Evnið er
„Bring the World To-
gether« (Sameinið
heimin).
Meginfelag Feroyskra
Dreingjaskóta fyrireik-
ar feroysku luttekuna.
Felagið sigur í tíðinda-
brævi, at evnið hjá
jamboreeini og stóra
luttekan úr so nógvum
londum lýsa væl enda
málið hjá skótarersl
uni: at læra at skilja og
kenna onnur folkasløg,
onnur menniskju
Slíkar altjóða jambo-
reeir hava verið síðani
1920. Tær eru fjórða
hvert ár og feroyingar
hava verið við fyrr, eitt
nú í USA og Noregi.
Fyrireiking
á Kambsdali
Ein slík ferð kostar
sjálvandi ikki onki
Hon kostar 21.000 kr
fyri hvønn. Megin-
felagið hevur heitt á
ymiskar stórar fyri-
tekur um at lata
fíggjarligan stuðul. Á
hendan hátt ber til at
senda fleiri at umboða
føroysku skótarersluna
og Feroyar á hesi
altjóða stevnuni í
Australia.
Fyrireikingarnar her
í Feroyum byrjaðu fyri
meira enn einum ári
síðani. Og í sambandi
við tær verður viku-
skiftislega á Kambs-
dali 19. - 21. juni, har
allir luttakararnir hitt-
ast. Foreldrini kunnu
eisini koma at vitja og
frætta meira um ferð-
ina.
Lions ungdómslega
í Føroyum
Leygardagin í næstu
viku koma 20 ungfólk
úr Danmark at vitja
teir fimm Lionsklubb-
arnar í Feroyum. Tey
skulu vera tríggjar
vikur í Feroyum og
búgva hjá Lionslimum
í Havn, Eysturoynni,
Klaksvík, Suðuroy og
Vágum
Donsku ungfólkini
skulu vitja virki og
stovnar og gera útferð-
ir. Ætlanin er, at tey
skulu fáa so gott innlit
í og stóran kunnleika
til føroysk viðurskifti
sum gjerligt.
Tílíkar ungdómsleg-
ur eru víða hvar í heim-
inum og eru tær liður í
arbeiðinum hjá Lions
at skapa gott vinarlag
millum tjóðirnar