týsdagur 23. juni 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
— er
Nú er óðals-
felagið stovnað
Stovnararnir vóru 42 — ur
ollum sýslum
Leygardagin hevði Feroya
Óðalsfelag stovnandi aðal-
fund í Havn. 42 fólk mettu
á fundinum, og komu tey
úr ellum sýslum í land-
inum. Á fundinum varð
fyrsta stjórn felagsins
vald. Í henni sita:
Formaður: Zakarias
Wang, Hoyvík, og stjórn-
arlimirnir Amaliel
Hansen, Mikladali, fyri
Norðuroyar, Ditlev Róin,
Fuglafirði, fyri Eystur-
oynna, Niels Thomas
Petersen, fyri Streym
oynna, Jóan Pauli Gutte-
sen, Servági, fyri Vágar,
Lindberg Djurhuus,
Skopun, fyri Sandoy og
Mikkjal Sørensen,
Porkeri, fyri Suduroy.
Endamål felagsins er at
skipa i felag øll tey, sum
eiga 6dalsjørd i Føroyum,
so at miðvíst kann verða
vaksið um óðalin og
virkað fyri felags áhuga-
málum.
Fremsta av hesum
naða felagið
áhugamálum er at gera
vart við, at tann besta
skipanin av jarðarviður-
skiftunum í landi okkara
fæst við at jørdin er óðal.
Annað áhugamálið er at
vaksa um kunnleika lim-
anna til nútímans
teknologi og samvirkis-
hættir, so vit betur enn
nakrantíð kunnu taka
steðu til á hvenn hátt
jørdin skal nýtast.
Triðja áhugamálið er at
føra fram fyri myndugleik-
Nr. 69 — 23. juni 1987
unum, herundir lóggávu-
valdinum, hverji okkara
sjónarmið eru, so tað
slepst undan at tiltek
verða gjerd, sum ganga
móti okkara áhugamálum,
og heldur, at lógir verða
gjørdar, sum ganga
okkara áhugamálum á
meti<.
Uppskotið varð lagt
fram til umreðu, og um-
framt innbjóðararnar
hevdu Jogva K. Mørkøre
á Eiði, Pól Garðshorn i
Havn, Bjarni Hansen úr
Runavík, Jákup Olsen úr
Sandvík, Martin Olsen úr
Seldarfirði og Kristoffur
Joensen av Argjum orðið
-
og tóku undir vid at
stovna felagið.
Uppskotið varð síðan
sett undir atkveðu-
greiðslu og varð tað
einmælt samtykt.
EEENNESKSNNSNN
Nú gongur betur
á Berjabrekku
Flyta inn í aðru lon hálvan julí
Øll eru nú flutt inn i tær
10 íbúðirnar í fyrstu lonini
á Berjabrekku, og hálvan
juli skuldu tær seks íbúð-
irnar í aðru lon verið
klárar at flutt inn í,
sigur Ronald Poulsen,
byggileidari.
Íbúðarbyggingin er
nógv seinkað síðan fyrsta
tíðarætlan varð gjørd. Og
forðingarnar hava verið
nógvar, men nú hevur
Ronald Poulsen góðar
vónir um, at tann seinasta
tíðarætlanin fer at halda.
Málararnir arbeiða í iet-
uni í aðru lon. Eins og allir
hinir handverkararnir fara
teir í summarfrí 13. juli,
og tá skal alt vera liðugt í
lonini.
Triðja lonin er eisini
komin væl áleiðis. Hiti er
lagdur inn, og timbur-
menninir eru við at leggja
gólv á og seta skilaveggir
upp.
Fimtu lonina reisa teir
nú. Timburelementini utt-
an og sperrurnar verða
sett upp-
Grundin er stoypt til lon
4, 6 og 7, og í næstu viku
fara teir at reisa lon 7.
Tilsamans 11 lonir
verða í fyrsta byggistigi,
og ætlanin er at fáa alt
innilokað, áðrenn vetur
verður aftur.
Byggingin á Berja-
brekku er eitt av teimum
mongu arbeiðsplássunum,
har tað hevur staðið á at
fingið handverkarar. Men
við at royna uttanlands
fekk byggifelagið fólk. 7
danskir handverkarar ar-
Í onkrari lon eru seks íbúð-
ir, iødrum 19. Hver teirra í
einari ella tveimum hædd-
um. Soleiðis sá út, tá
fyrsta lon varð innilokað.
beiða nú á Berjabrekku,
og tað koma seks afturat.
Teir arbeiða fyri somu løn
sum teir føroysku, men
fáa tó umframt kost og
innivist. 18 handverkarar,
sjey lærlingar og 12 ar-
beiðsmenn arbeiða nú á
Berjabrekku. Íroknað er
tá ikki teir, sum mála,
leggja hita inn o.s.fr.
Arbeiða stútt
Tríggjar vikur í summar
verða allir handverkarar-
nir og arbeiðsmenninir í
summarfrí. Í meðan verð-
ur einki bygt, men tá ætla
hitainnleggjararnir sær at
arbeiða í friði, og roknað
Tíðarætlanin sigur, at
fólk sleppa at flyta inn í
triðju lon í september og í
fimtu lon í oktober mánað.
Byggingin varð nógv
tarnað av verkfallinum.
Byggielementini sluppu
ikki av Tveroyri, betong-
elementini ikki av Norð-
skála, og hurðar og vind-
eygu ikki úr Fuglafirði.
Men tað fer ikki at nerva
tíðarætlanina, væntar
Ronald Poulsen. Arbeitt
verður hvenn dag til langt
út á kveldið og somuleiðis
leygardag.
At ferð er komin á bygg-
ingina betir væl upp á
ótolni hjá teimum, sum
bíða eftir at fáa tak yvir
verður við, at hiti er í hevdið, sigur Ronald
fimtu lon, tá hinir koma Poulsen.
aftur til arbeiðis. randi
Mi ti t
Ein maður misti fleiri sjúkrahúsið, og gjár
tenn, breyt kjálkabeinið hevði politiið enn ikki
og fekk annars skaða tosað vid hant
andlitið. tá hann tíðliga Maðurin nýtt kk
sunnumorgunin rendi í ein
garð á nýggja vegnum
Trongisvági
Politiið var av tilvild
statt beint við og sá til-
burðin, men orsekina til
óhappið kennir politiið
ikki. Maðurin svímaði av
stoytinum. Hann varð
beinanvegin fluttur á
trygdarbeltið. Hevði hann
gjert tað, var hann óivað
sloppin væl betur, heldur
politiið
Politiið í Suðuroynni tók
um vikuskiftið annars
tveir mans, sum verða
ákærdir fyri at hava koyrt
við kenning
randi
Lýsið í SOSlalinum