týsdagur 23. juni 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
B68-HB, 3. deild, 0-7 (0-5):
EY ke BONE
NOTES be. |
SR
Á
Stórsigur til HB
HB vann leygardagin ein
ógvuliga tryggan sigur á
B68 í 3. deild.
HB fekk ikki minni enn
fimm mál í fyrra hálvleiki.
Teir vóru klárt tað betra
liðið henda dagin. Og tá ið
dómarin bríkslaði dystin
av, var stødan 7-0 til HB.
kmi-
Skeiðluttakarar mangla
Í døgunum 29. juni til 6.
juli eru Feroyar vertir fyri
einum norðurlendskum
ungdómsleiðaraskeiði.
Tað er Ungdóms- og
Menningardeild ISFs,
sum stendur fyri skeidin-
um, ið fer fram á Háskúl-
anum i Havn, har allir
skeiðluttakararnir skulu
búgva
Luttakarar verða úr ell
um Norðurlondum. 10 frå
hverjum landi. og skeiðið
er ókeypis fyri luttakarar-
nar. Luttakararnir skulu
helst vera í aldrinum 17 -
26 ár
Nógv áhugavert
Á skeiðinum er nógv ym-
iskt áhugavert. M.a. verð-
ur tosað um venjing av
børnum og ungum, um
samskifti millum leiðarar
og venjarar eðrumegin og
bern hinumegin, og eisini
verður tosað um
ungdómsleiðaraútbúgv-
ingina.
Harafturat
ferðir
verða út-
gjørdar eins og
ymisk. undirhald verður
um kveldarnar. Skeiðið
endar við eini veitslu
sunnukveldið 5. juli, og
mánadagin fara skeiðlut-
takararnir so til hús aftur.
Tilsamans 10 feroyskir
luttakarar kunnu luttaka
á skeiðinum, og skulu
hesir vera í aldrinum 17 til
26 ár. Tað eru eingi krøv
um forkunnleika fyri at
luttaka
Tey, ið hava áhuga at
luttaka á skeiðinum, verða
biðin um skjótast gjørligt
at seta seg í samband við
ÍSF á tlf. 12606 ella við
Hartvig Hansen, formann
í Ungdóms- og Menning-
ardeildini á tltf. 13738.
Nr. 69 — 23. juni 1987
GÍ- NSÍ, 1. deild 4-1 (0-1):
Tryggur sigur til GÍ
Leygardagin hevði GÍ
vitjan av NSÍ úr Runavík.
Tað var NSÍ, ið byrjaði
betur. Longu tá ið einir
tiggju minuttir vóru
leiktir, komu teir á odda
við einum góðum máli, ið
varð skotið av Peter
Frimer. Teir hevdu eisini
yvirtakið restina av hálv-
leikinum, ið annars ikki
hevði serliga nógv at
bjóða uppá.
GI legði hart út í seinna
hálvleiki. Bert tríggir
minuttir vóru leiktir, tá ið
GI fekk javnað út. Tað var
Pauli Jarnskor, ið kom at
standa leysur uttanfyri
brotsteigin, og kundi seta
bóltin í netið til 1-1.
GÍ helt fram við at
pressa, og tá einir 25
minuttir = vóru farnir,
komu teir fram um við
einum máli, ið Hans Leo í
Bartalsstovu stóð fyri.
Beint áðrenn hetta fekk
ein leikari hjá NSÍ reyða
kortið, og komu teir so-
statt bert at leika við
tíggju monnum seinastu
20 minuttirnar.
Hetta hevði eisini sína
ávirkan á spælið. GI fekk
rúmari ræsur, og í 32.
minutti var Hans Leo
aftur uppá spæl, og kundi
leggja GI á odda 3-1. Og í
síðsta minutti av dyst-
inum slerdi Anton Skora-
dal sigurin fastan, tá ið
hann sjálvur fór ígjegnum
verjuna hjá NSI, og setti
bóltin í netið til endaligu
steðuna 4-1.
GÍ hevur nú níggju stig,
og eru væl við í kappingini
um feroyameistaraheitið.
NSÍ hevur framvegis átta
stig, og kann sostatt eisini
gera seg galdandi.
kmi-
heldur
ikki
Viking Band
við bandi!
Viking Band, sum mong
av okkum kenna frá tón-
leikaundirhaldinum um-
borð á ferðamannaskip-
inum, Norrenu, kemur nú
út við
bandi.
eru 10 leg.
einum nýggjum
Á hesum bandinum
Hetta eru ís
lendsk dansiløg, sum hava
fingið feroyskan tekst.
Bandið kostar 120 kr. og
er at fáa um alt landið
Viking Band við nýggjum
bandi
2
æ
|
5
4
%
Á
3
%
á
8
3
FB
A —————————