Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Argjavegur 28, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjári: Útgevari: Fyritaksstjøri: Blaðfólk: Uppseting: Prent: Svartkjafta- politikkur saknast! NÚ eru meira enn 10 ár síðan, at vit fóru at royna eftir svartkjafti, og tað fer at nærkast 10 árum, síðan vit fóru at tilvirka svartkjaft til matna. VIT hava tískil nógvar royndir á gkinum, men enn eru meiningar- nar sera ymiskar um, hvort hetta er framtíðin ella ikki. Vit hava fingið fleiri nýggj og stásilig skip til veiðu av svartkjafti, men sein- astu trupulleikarnir við sand- maðki vísa, at enn eru ikki allar suður syftar. Vit hava tó ta vón, at her eru møguleikar fyri framtíðar útbygging av okkara fiskivinnu. Tað tykist sum at aðrir møguleik- ar eru í hvussu er ikki. TAÐ HEVUR verið tíkið til, at svartkjaftur veruliga er ein trúar- spurningur, og hetta fingu vit fyri so vítt váttað hendan dagin, tá útvarpið bar tey tíðindi, at lands- stýrið hevði samtykt at geva veð- hald til >Gullfinna, so hann kundi verða umbygdur til at virka veið- una umborð. Reidariid á hesum skipi er komið til ta niðurstøðu aftaná fleiri ára royndir, at tað als ikki kann loysa seg at landa til virkingar á landi. Hóast studn- ingur hevur verið tann størra helvtin av råvøruprisinum. HETTA var ein greid støda hjå landsstyrinum, at kundi tad ikki loysa seg at landa til virkingar, so skuldi virking umborð í hvussu er roynast. STOÐAN hjá landsstýrinum var greið inntil útvarpið fortaldi, at nú hevði landsstýrið samtykt at geva veðhald til eitt virki, sum júst skuldi virka svartkjaft á landi. Í hesum førinum man landsstýrið vera komið til ta niðurstøðu, at í hesum førinum loysir seg at virka á landi. NÚ KANN tað vera, at landsstýr ið hevur eina skilagóða frá- greiðing til hesi mál, men fyri mannin á gøtuni má tað tykjast, sum at landsstýrið hevur tikid tvær støður, sum beinleiðis stríða ímóti hvørji aðrari. NÚ KUNNU vera ymsar hugsanir um, hvert tað almenna skal veð- halda fyri hvort skip og hvort virki. Royndirnar við farmaflot- anum hava jú víst, at henda skipan ikki skapar varandi vinnu- tól. Men tá henda veðhalds- skipan tykist at vera neyðug fyri at útbyggja vinnuna, eru vit í teirri stødu, at landsstýrið á hendan hátt er ført fyri at reka ein vinnu- politikk. Soleiðis at veðhildið verður fyri projektum, sum menn meta veruliga eru væl undirbygd. VIÐVSKJANDI svartkjafti er einki at ivast í, at nú er tíðin komin at gera støðuna upp, og at gera ein steðg við framhaldandi fløgum. Sjálvsagt skulu vit eisini hava svartkjaftavirkir á landi, um hetta er samfelagsliga forsvarligt. Men her mugu vit krevja av landsstýrinum, at tað hevur ein greiðan og undirbygdan politikk á hesum øki. Og tað er nú einaferð so, at tað kann ikki samstundis »ikki loysa seg« og »loysa sega at virka svartkjaft å landi. UM TAD loysir seg, skuldi lands- styriå heldur skapt »Gullfinni« tær fyritreytir, sum skulu til heldur enn at lata hann fara ur »fesksvartkjaftaflotanum«, men um tad veruliga er so, at tad ikki loysir seg at virka svartkjaft å landi, er tað milt sagt rættiliga óforsvarligt at geva alment veð- hald til eitt slíkt virki. MEN KANSKA kann landsstýrið geva ta frágreiðing, sum skal til fyri at fáa tingini at hanga saman. 1 Nr. 70 — 25. juni 1987 Nú hildu tit pisufund Í sambandi við hitt »n6gv umredda veitslumálið<, »trappuverkfallid« í Hoy- delum, kundi verið stutt- ligt at endurprentað hesa ironisku yrkingina, sum stóð í Vitanum í 1973: Lívsfilosofi Hvar eru Hoydalar? Har ið tey skikka sær, illavorðin tey eru har. Roykja hasj so nógv, liggja altíð flógv illavorðin tey eru har. Ganga kravgongu, líkist púra ongum, skuldi skotið tey ið ganga har. Kríggj og ófriður allur ósiður fyrst í Hoydelum er sprottin fram. Yrkingin er, sum sagt, ironisk, og eitt sindur verður gjørt av. Men hatta var tann vanliga uppfatanin av Mentunnar- háborg Feroya. Og rætt var: hoydalskingar mót- mæltu altíð og stund. Um tað nú var rætt ella skeivt — tá í tíðini viðgjerdu næmingarnir mál, sum hevdu eitt sindur upp á seg! Eitt nú Málspurn- ingin (føroyskt sum próv- tøkumål), ið hevur havt stóran týdning fyri eitt ótal av pisum. Men nógv vatn er runnið í havið síðani Mál- spurningin! Sterstu sam- felagstrupulleikar og stersta samfelagskrav hjá hoydalskingum í dag er: Soljóðandi skriv er sent Føroya Landsstyri Kæruskriv Visandi = til samtykt gjerda í Runavíkar Býráð um fylling av bátahylin- um í Saltangará, í sam- band við ætlaninar hjá Pf. Lynfrost um at byggja frystigoymslu og megu- liga aðrar bygningar á økinum har ið bátahylurin nú er, mótmælir undirrit- aði, at hesar ætlanir verða framdar í verki og heitir samstundis á Feroya Landsstýrið um alt fyri eitt at taka tey stig ið neyðug eru fyri at hesar ætlanir (at fylla bátahylin) verða sleptar. Grundgevingarnar fyri hesi kæru eru: 1) at útróðrarmenn og bátaeigarar í umleið 40 ár hava nýtt ekið sum legu- pláss og sum slíkt er tað helst hitt besta og trygg- asta í landinum. 2) at ekið, ið ætlanin er at fylla við gróti, liggur uppat flakavirkinum og egningarskúrunum — sum ein onnur natúrhavn, ið er neyðug um útróðrinum skal verða lív lagað her í kommununi. 3) at dýpingin av Runa- víkar Havn, sum komm- unan framdi við lands- kassastuðuli fyri fáum árum síðani, m.a. fevndi um eina rennu inn í sama bátahylin, sum ætlanir nú eru frammi um at fylla við gróti. Ætlanin við dýping- ini var m.a. at sterri út- róðrarfer eisini kundu fáa sítt virkis- og legupláss har. 4) at Runavíkar Býráð eftir ynski frá Pf. Lyn- frost í 1980-81 hevur byggibúgvið eitt ekið 1200 fermetrar stórt suðurúr flakavirkinum, ið enn stendur ónýtt og klárt 5) at Runavíkar Býráð í 1985-86 eftir ynski frá Pf. Lynfrost bygdi eina frysti- goymslu á keigkinum fyri 11.000.000,- kr., hetta fyri at metta ein terv, ið flaka- virkið Lynfrost segðist hava á eina kuldagoymslu. Farið varð undir bygg- ingina eftir at leiðslan á flakavirkinum hevði sann- fort og tryggjað Runavík- ar Býráð, at teir til eina og hverja tíð vildu gera nýtslu av 40% av rúmmál- inum og svarar hetta til umleið 600 tons av fiska- úrdráttum. Stutt eftir at frystigoymslan var liðug, varð hon llyst til selu. Pf. Lynfrost bjóðaði ikki og hevur eftir tann dag ongan terv havt á at goyma í henni, og prógvar hetta best, at ongin orsek er fyri at fylla bátahylin fyri at byggja enn eina frystigoymslu á 6) at stórur partur av ar- beiðsmegini á flakavirkin- um í dag er innflutt úr fremmandum londum, og tí kunna grundgeving- arnar fyri at fremja nýggj arbeiðspláss á ongan hátt virka rættvísisgerandi fyri at fylla bátahylin við gróti. 7) at Runavíkar Byråd ongantíð hevur sekt um landskassastuðul til at fylla bátahylin fyri men harafturímóti til byggi- búgving fyri Pf. Lynfrost. 8) at meirilutin í bæði fíggjarnevndini og havna- nevndini hjá Runavikar Býráð eru ímóti ætlanini at fylla bátahylin 9) at sandbotnur er um allan båtahylin kann tí lættliga dýpast soleiðis at útróðrarfer upp Hann Rætturin til at díkja skúlan undir í ketchupi og eldslekkjaraskúmi! Vaks- in fólk!! »Eg vil elska, eg vil liva …«, »Bjarga føroyskari mentan!« (hoyrdu tit??) Hava tit veruliga einki annad at fåast vid enn slíkt tvætl? Gl. hoydalskingur til 100 brt. fáa hildið til har. 10) at útróðrarmenn og bátaeigarar harðliga hava mótmælt ætlanini um at fylla bátahylin. (sí við- lagda mótmæli, ið er sent Runavíkar Býráð hin 13. mai 1986). Hendan kæran eigur á ongan hátt at skiljast soleiðis at undirritaði er ímóti teimum útbygging- arætlanum, sum Pf. Lyn- frost hevur, men spurn- ingurin er bert hann, at Pf. Lynfrost eðrumegin og út- róðrarmenn og bátaeig- arar hinumegin hava ynski um brúksrætt á ein- um og sama eki — og ti má eitt val fara fram. Tí mæli eg Landsstýrinum til at skipa so fyri, at ætlaninar um fylling av bátahylinum verða slept- ar, soleiðis at útróðrar- menn og bátaeigarar fram- haldandi kunnu virka har eins og teir hava gjert tað tey seinastu 40 árini. At málið hevur skund sæst best og einahelst av tí sannroynd, at bátateym- arnir longu nú eru royttir uppúr bátahylinum. Einki ivamál er heldur um, at tervur er á landskassa- stuðlinum til byggibúgv- ingina, tað er bert at finna eitt eki soleiðis at út- róðrarmenn og bátaeigarar ikki enn eina- ferð verða fyri vanbýti í hesum samfelag. Við vón um kvika hag- reiðing Hans T. Olsen næstformaður í Runa- víkar býráð á nevndar- limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag