hósdagur 28. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 • hósdagur • 28. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Jóhannis aftur til Vágarnar
Mest sum allir smá-
lutir eru avgreiddir,
og sjálvur roknar Jó-
hannis Joensen við, at
hann verður at síggja
hjá FS Vágum kom-
andi kappingarár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Í týsdagsblaði okkara vistu
vit at siga, at HB-verjuleik-
arin, Hans á Lag, ikki verð-
ur við á liðnum komandi
kappingarár. Og nú er líkt
til, at HB eisini missir
næsta
týdningarmikla
verjuleikaran á liðnum.
Jóhannis Joensen hevur
seinastu seks árini verið
fastur fúsur á besta liðnum
hjá HB, umframt at hann
mest sum alla tíðina hevur
verið í landsliðshópinum.
Sáttmálin hjá honum við
HB rennur nú út, og alt
bendir á, at hann nú vendir
aftur til Vágarnar, har fel-
agsliðið tykist hava mun-
andi størri ætlanir í ár, enn
etir so ofta áður hava havt.
- Enn er ikki alt avgreitt,
men tað er so at siga víst, at
eg fari at spæla við FS Vág-
um komandi ár. Ikki bara tí
at hetta er ein møguleiki hjá
mær at venda aftur til
røturnar. Eg haldi sjálvur,
at vágamenn koma at hava
eitt sera spennandni lið
komandi kappingarár, og tí
vil eg gjarna verða ein part-
ur av. Málið hesa ferð verð-
ur í øllum førum væl hægri,
enn tað oftani hevur verið
fyrr, og sjálvur haldi eg, at
liðið hevur møguleika at
blanda seg í kappingina í
ovaru hálvu av stigatalvuni,
sigur Jóhannis Joensen
sjálvur.
Leita eftir avloysarum
Í HB eru tey sjálvsagt hørm
um, at liðið soleiðis hevur
mist tveir av grundstuðlun-
um í verjupartinum, men
samstundis verður ásannað,
at hetta eru treytirnar, sum
føroysk fótbóltsfeløg mugu
laga seg eftir.
- Tað er jú soleiðis í dag,
at tú fyri tað mesta hevur
sáttmálabundnar leikarar.
Tá sáttmálin rennur út, so
hevur tú onga trygd fyri, at
leikararnir halda fram, sig-
ur Birgir Enghamar, for-
maður í HB.
- Hinvegin er einki at iv-
ast í, at tað er sera óheppið
fyri okkum, at tað er tveir
somikið
týdningarmiklir
leikarar í somu ketu, sum
nú gevast í felagnum. Vit
hava sjálvsagt ungar leikar-
ar, sum standa til reiðar at
taka við, men í fyrstu at-
løgu vildi tað vera ein sera
stór byrða at lagt á hesar,
um teir skuldu lyft arvin
eftir
tveimum
somikið
sterkum verjuleikarum.
Spurdur, um hetta merkir,
at HB fer at styrkja um
hópin við leikarum uttan
ífrá til komandi kappingar-
ár, sigur formaðurin, at tað
fær hann enn ikki svarað
fyri.
- Sjálvandi hava vit altíð
eyguni opin fyri møgulig-
um styrki til liðið. Tað
rokni eg við, at øll feløg
hava. Menm akkurát, hvat
spyrst burturúr hesum, er ilt
at siga. Løgmaður plagar at
siga, at einki er liðugt, fyrr
enn alt er liðugt, og tað
haldi eg meg so eisini til í
hesum føri, sigur Birgir
Enghamar at enda.
Íslendingar eftir føroyskum
landsliðsleikarum
Í Grindavík eru teir
ivaleysir í, at Jákup á
Borg og Julian Johns-
son vildu verið góður
styrkur hjá felagnum
at havt til komandi
kappingarár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Íslendska sjónvarpsrásin,
Støð 2, visti týskvøldi at
siga, at Grindavík, sum
heldur til í bestu íslendsku
fótbóltsdeildini, í løtuni
roynir at fáa hendur á
tveimum føroyskum lands-
liðsleikarum.
Sagt verður, at felagið
hevur í hyggju at fáa Julian
Johnsson og Jákup á Borg,
sum báðir spæla í B36, við
í hópin til komandi kapp-
ingarár.
Kristian á Neystabø, for-
maður í B36, sigur í stuttari
viðmerking, at Grindavík
hevur verið í sambandi við
B36, men at hann í løtuni
ikki dugir at siga, hvørt
nakað spyrst burturúr hes-
um.
- Tað veldst um so nógv.
Ikki minst, hvat leikararnir
sjálvir vilja, men sum út-
gangsstøði rokna vit við, at
talan hjá okkum verður um
sama hóp sum í fjør, um-
framt teir tríggjar, sum vit
nú hava fingið afturat.
Yvirhøvur heldur for-
maðurin í B36, at áhugin
fyri føroyskum leikarum er
vaksin seinastu tíðina.
- Tað var serliga eftir
landsdystin í Týsklandi, at
fyrispurningarnir
vóru
nógvir í tali, og feløg úr
bæði Íslandi, Danmark,
Onglandi og Fraklandi hava
verið í samband við okk-
um. Seinastu vikurnar er
hesin áhugin tó fjarðaður
nakað, og í verandi løtu
dugi eg als ikki at siga,
hvørt nakað spyrst burtur
úr øllum prátinum, sigur
Kristjan á Neystabø at
enda.
B36 hevði sum vant
eitt fitt yvirskot í
undanfarna rokn-
skaparárið. Hesa ferð
var úrslitið 340 tkr.
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum nevnt í blaðnum í gjár,
so hevði B36 aðalfund týs-
kvøldið. Umframt at tíð-
indini um leikaraskiftini,
sum vit bóru í gjár, vórðu
váttað á fundinum, so vóru
eisini ymisk onnur mál á
skránni. Millum annað
skuldi
ársroknskapurin
leggjast fram.
Og sum vant kundi
kassameistarin í felagnum,
Kjartan Mohr, vísa á ein
roknskap við fittum yvir-
skoti.
Úrslitið
fyri
2001/2002 gjørdist knappar
340 tkr., og við hesum er
eginognin hjá felagnum
komin upp á hálva fimtu
mió kr. Av samlaðu ogn-
unum á 5 mió kr. eru ikki
minni enn 2 mió kr. inni-
standandi á bók, so hóast
teir svørt /vítu ikki fingu so
góð ítróttarlig úrslit í fjør,
sum teir kundu hugsað sær,
so høvdu tey í øllum førum
eina góða fíggjarstøðu at
fegnast um.
Tveir nevndarlimir stóðu
fyri afturvali, og vórðu
bæði Jón Johansen og Jan
Nielsen afturvaldi. Nevnd-
in skipaði seg eftir fundin,
og sær hon soleiðis út: For-
maður er Kristjan á Neysta-
bø, Jón Johansen er næst-
formaður, Kjartan Mohr er
peningarøkil, Hannis Olsen
er skrivari, og fimti nevnd-
arlimurin er Jan Nielsen.
Tiltakslimir eru Símun
Midjord og Judith Eysturoy
sum bæði eru nývald.
Aftur B36-yvirskot
Týsdagin skrivaðu vit, at Hans á Lag ikki verður við HB
komandi kappingarár, og nú er tað mest sum víst, at
Jóhannis Joensen verður at síggja í heimliga umhvørvinum
vesturi á Vágoynni, tá fótbólturin fer á rull aftur
C
M
Y
K
24
Nr. 229 - 28. november 2002
25
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Á psyk deild 2 eru hesi røktarstørv leys at søkja:
•
Sjúkrarøktarfrøðingur í barnsburðafarloyvi frá
1. januar 2003 til 30. juni 2003 á starvsbrøki
0,7 í skiftandi vaktum
•
Fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur frá 1.
januar 2003 á starvsbrøki 0,5 í skiftandi
vaktum. Møguleiki er tó fyri at arbeiða 0,8 tíð
fram til 30 september 2004.
Deildin er ein akut viðgerðardeild. Á deildini
starvast sjúkrasystrar, pleygarar og sosial- og
heilsuatstøðingar. Deildin er ein áhugaverd deild
við nógvum avbjóðingum.Vit leggja okkum eftir
starvsfólkið er í støðugari menning og áhaldandi
at betra um terapeutiska umhvørvið á deildini
Arbeitt verður eftir kontaktpersónaskipanini og
miljøterapeutiskum meginreglum. Deildin hevur
tætt samstarv við aðrar fakbólkar, so sum lækna,
sálarfrøðing, ergo- og fysioterapeut. Saman eru
vit eitt lið, sum er um hin einstaka sjúklingin.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Upplýsingar um starvið:
Meira um størvini fæst at vita um við at venda
sær til Birgit Andersen, deildarsjúkrarøktar-
frøðing D2 tlf. 313540, lokal 422 ella til Bergit
Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 351,
ella e-mail: bergitw@ahs.fo.
Umsóknarfreistin er 19. desember 2002 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Jólasølan
hjá Føroya Heimavirkisfelag verður
í Badmintonhøllini leygardagin 30. november
frá kl. 10.00 - 20.00 og
sunnudagin 1. desember frá kl. 14.00 - 19.00.
Verið vælkomin
Umb.
F. H. Mikala G. Macdonald
Box 336
Havnar Bio
Søkt verður eftir fólki
Havnar Bio
Lýsið
við
brúktum
bilum
M Ó T T Ø K A · Á · R E P R O Z
Í sambandi við stjóraskiftið, verður bjóðað til móttøku í hølum okkara á
Grønlandsvegi 38, fríggjadagin 29. november frá 15 til 17. Øll viðskiftafólk
eru hjartaliga vælkomin.
Lesið
internet
Sosialin !
25