týsdagur 30. juni 1987síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Havnar Kommuna
Søplar
pengar
burtur
Nu fjarhitaskipanin å Sand-
víkahjalla er um at vera lið-
ug, er ivasamt, um bruk er
fyri hitanum.
Tilvildarligi politikkurin
7
hjå sitandi
,
samgongu í
Tórshavnar Býráð kostar
skattgjaldarunum
sigur
milliónir,
nógvar
Tórfinn
Smith, býráðslimur.
pprunaliga ætlanin við
t gera eina fjarhitaskipan
samband við nýggju
ennisteðina á Sandvíka-
alla var Ístaðin
fyri, at tann nógvi hitin
frá steðini fór fyri onki,
góð.
kundi hann nýtast m.a. til
tey mongu ídnaðarvirkini
uttan um steðina. Tí varð
eisini avgerð tikin um at
gera hesa fjarhitaskipan,
sum hevur kostað millum
fimm og tíggju milliónir.
Men nú fjarhitaskipanin
er um at vera liðug og
brennisteðin skal setast í
gongd, kemur fram í sjón-
varpinum í einum práti
við býráðsformannin,
Poul Michelsen, at ivi er
um hvussu verður við
hitanum frá skipanini.
Tað er eisini komið fram,
at tey flestu av virkjun-
um, sum hava fingið játt-
að stykki á Sandvíka-
hjalla, hava als ikki brúk
fyri stórvegis av hita.
Sum skilst verður ikki
tann nógvi ídnaður á teim-
um nýggju ídnaðarstykkj-
unum har, men meir at
kalla pakkhús av ymisk-
um slagi — og hesi nýta
ikki ta nógvu orkuna.
Skommin er bæði
stór og dýr
Hesin spurningur varð eis-
ini umreddur á seinasta
býráðsfundi. Til viðgerðar
var vatn til vinnuøkid á
Sandvíkahjalla.
Býráðslimurin Tórfinn
Smith segði seg einki hava
ímóti at virkini fingu
vatn, og hann vónaði, at
tey fóru at hava brúk fyri
tí. Meira enn tey hava fyri
orku, sum kommunan
hevur brúkt fleiri milliónir
til, og sum virkini ikki
hava fyri neyðini.
Fyrst at gera eina
dýra fjarhitaskipan á
Sandvíkahjalla og síðani
luta stykkini út til fyri-
tekur, sum ikki hava brúk
fyri orku, er ikki skila-
góður politikkur, segði
Tórfinn Smith, sum
kallaði hetta eina stór og
dýra skomm fyri komm-
ununa.
Nýggja brennistoðin fekk
storri fýrrúm og aðra út-
gerð enn neyðugt, tí fjar-
hitaskipan skuldi gerast
Nú er ivasamt, um brúk er
fyri hitanum.
Sum best ber til
Tað frættist eisini, at ivi
er um at útbyggja fjar-
hitaskipanina sum ætlað.
— Ein tílíkur ivi er úr
vón og viti. Av teimum
millum fimm og tíggju
milliónunum, sum eru
lagdar í ætlanina, eru bert
einar 300.000 krónur eftir
at gera. Og sjálvandi skal
tað verða gjørt, sigur Tór-
finn Smith. Hann sigur, at
enn er allur Sandvikahjalli
ikki bygdur ella útlutaður
til fyritøkur og tá verður
altavgerandi, at syrgja
fyri, at tað verður ein ríki-
ligur partur av veruligum
idnadartøkum, sum tå
sleppa framat uppi å
Sandvikahjalla.
Lysingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Mottøka
Í samband vid at
Hans Johs. Clementsen
leggur frå sær vegna aldur 1. juli,
eftir at hava starvast innan VW
servicu í 35 ár, verður móttoka á bila-
søluni NORRØNU
mikudagin 1. juli kl. 14.00 til 16.00
fyri viðskiftafólki, kenningum og
ødrum.
BILASØLAN NORRØNA