Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 7. juli 1987 Bvráðs formaður við trimum høvudseydkennum: Mussaskødi, albogum og Hesi eydkenni kunnu tæna býráðsformanninum, men ikki býnum sum heild. Fjarhitaskipanin á Sand- víkarhjalla er eitt ógvu- liga heitt mál. Í hvussu er fyri byrådsformannin í Havn, Poul Michelsen, og tað er heldur ikki so legið. Í síðstu viku loyvdi undirritaði sær at nema eitt sindur við hendan spurning, men hetta fall sjálvandi ikki í góða jerð hjá omanfyrinevnda, sum vil vera við, at eg annað- hvert havi misskilt alt fjarhitamálið — ella er tað bert vanligur traman- skapur, spyr býráðsformaðurin. ikki nógv at misskilja Nú er málið um fjarhita- skipan ein rættiliga ein- faldur spurningur — í hvussu er sum býráðsmál. Allir býráðslimir tóku frá fyrsta degi undir við hesi ætlan, og vóru vit sjálvandi eisini ógvuliga spentir uppá tann dag, tá henda skipan fór at virka. Men nú brennisteðin stóð liðug, við allari eyka- útgerð til fjarhita — sterri fýrrúm, sterri hitaskipan, grivið var fyri leiðingum, rer vóru keypt, og sátt- máli var undirskrivaður við fyriteku at leggja hesi rør, hoyra og síggja vit í sjónvarpinum samreðu við Poul Michelsen, sum mundi fáa hvenn býráðs- lim at stúrsa við. Ikki brúk fyri hitanum Í hesi samreðu sigur bý- ráðsformaðurin, at nú verður ivasamt hvussu verður við fjarhitaskipan- ini, tí nú vísir tað seg, at fleiri av teimum fyri- tøkum, sum hava fingið grundstykki á Hjalla, als ikki hava brúk fyri hesi orku. Hesi stórtíðindi um fjarhitaskipanina og teir nú knappliga tervandi nýtararnar komu tó ikki bert mær dátt við. Heldur ikki samgongu- fólki hjá býráðsfor- manninum visti nakað um hetta. Avvist í Teknisku Nevnd Tað gav eisini av at bíta á fundi í Teknisku Nevnd nakrar dagar seinni, ta éitt sera legið orðað mál kom fyri. Nevniliga, at nú tey ymisku stykkini eru latin til virki, sum skulu vera á Sandvíkarhjalla, hevur tað víst seg, at fleiri teirra ikki koma at nýta ta nógvu orkuna. Tí hevur ivi tikið seg upp, um tað er rætt at útbyggja fjarhita- skipanina sum uppruna- liga ætlað. Vit sótu sum kánus í Teknisku Nevnd. Sam- gongufólkið írokna og tað kann eg eisini prógva í teirri samtykt, sum gjerd varð. Samgongulimirnir sam- tyktu nevniliga at svara, at tey hildu seg ikki kunna taka stødu í málinum vegna tervandi upplysing- ar. — Ein beint frammaná til høvudkambin Poul Michelsen, og vísti hetta bert einaferð enn, hvussu hesin manevrerar í bý- ráðnum uttan at hansara egnu samgongufólk hava minstu vitan um hvat fer fram. Partamaður býráðsfor- mannsins og formaður í Orku- og renovatións- nevndini, Páll Petersen, hevur áður í bleðunum greitt frá, at fjarhita- skipanin hevur kostað personsdyrkan einar fimm milliónir krónur og á hesum fundin- um í Teknisku Nevnd fekk eg at vita, at nú var bert arbeiði fyri einar 300.000 kr. eftir at gera. Tí var mín tilráðing á fundinum, at tá arbeiðið nú var komið so væl undir land, skuldi tað gerast liðugt. Hetta var í roynd og veru tað sama sum meirilutin viðmerkti. Tó legði eg afturat, at allar umsóknir um ídnaðar- stykkir, sum kundu få samband við fjarhita- skipanina, verða sendar Teknisku Nevnd til um- Lítið skilagott er at gera eina fjarhitaskipan til eitt oki, og síðani le ggja virkir har, sum ikki hava brúk fyri orkuni, sigur býráðs- limurin, Tórfinn Smith mælis áðrenn tær verða avgreiddar. Ikki hálvar avgerðir Hetta gjerdi eg fyri at sleppa undan at Tekniska Nevnd samtykkir og setir í verk skilagóðar ætlanir sum aðrar av býráðsfor- manninum totalt dominer- aðar nevndir gera til einkis. Hvat nyttar hjá eini evnd at samtykkja eina skipan, sum onnur nevnd ekur grundarlagið undan? Hetta er at taka hálvar avgerðir, og tað er ikki skilagóður politikkur. Ego-tripp Nú leggi eg so ómetaliga lítið í alt tað gor og gall, sum býráðsformaðurin í sínari eði oysir niður yvir meg í Dagblaðnum. Um misskiljingar, traman- skap, blaðetikk o.a. Tað, sum í býráðsar- beiðinum hevur nakað at siga fyri meg, er at vera við at taka skilagóðar av- gerðir og nýta pengarnar SØ? / frå teimum framman- undan knokkroyttu skatt- gjaldarunum so skilagott sum gjerligt. Hesum haldi eg at bý ráðsformaðurin skuldi tikið sær meira av enn bert at upptraðka við sín- um egotrippum í fjelmiðl- unum. Mussaskeði, albogar og egin persónsdyrkan tænir ikki býnum og borgarum tess, harra býráðs- formaður Torfinn Smith Konsert i Klaksvik í annaðkvold Í sambandi við skeiðið, sum Nordisk Amater Musik Union heldur í Havn í vikuni, verður kon- sert í Christianskirkjuni í annaðkveld kl. 19.30. Tvær professionellar blásikvintettir spæla — Københavns Messing- blæserkvintet og Strång- nås Blásarkvintett úr Sveríki. Fyrst spælir Keben- havns Messingblæser- kvintet: „Rose without a Thorn< (ók.) Suita av Purcell Introduction and Trumpet Tune (M. Green) Síðani spælir Strángnás Blásarkvintett: Reicha: Blåsarakvintett í Ess-dur Nilsson: Déja connu Báðar kvintettirnar spæla síðani saman „Jesu bleibet meine Freude« eftir Bach og »Kirke- klokke, ej til Hovedstæd- er« (ók.). At enda spælir Júrgen Petterson ur Svøriki eitt stykki fyri saxofon: »Capria en valse« eftir Bonneau Konsertin varar tima iorme au ein Heri