Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — lvamál? Ein spurningur. ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaðu. okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Sera høgt stødi å hesum ton- leikaskeiði — Eg gleddi meg sum eitt barn at koma aftur hendavegin og síggja Føroyar á sumri. Hetta er eitt stórt upplivilsi fyri okkum øll — vit síggja ikki bert Eystur- skulan, men allar Føroyar. Føroysku myndugleikarnir hava eisini verið sera beinasamir. Uttan teirra stuðul heuði ikki borið til at gjognumfort hetta skeiðið. Sigur Aage Frahm, sum er forseti í Nordisk Amatør Musik Union, NAMU, sum tey kalla tad, heldur skeið úti á Eysturskulanum í hesi vikuni. steðið á hesum NAMU- keiði í Havn er tað lægsta, nakað NAMU- keið hevur havt, sigur ge Frahm. Skeiðið byrjaði agin og heldur fram til leygardagin, tá ið endað erður við stórari konsert Eysturskúlanum. NAMU, ið merkir Nord- sk Amater Musik Union, varð stovnað longu í 1948. Sum navnið sigur, er hetta felag fyri norðurlendskar amatertónleikarar — tó ert blásarar og strúkarar. Flestu harmoni- og horn- orkestur í Norðurlondum eru limir í NAMU. miku- Tey fyrstu árini varð bert skipað fyri orkestur- vitjanum í Norðurlondum. Í 1954 varð farið undir kappingar fyri harmoni- orkestur. JU tey fyrstu árini var felagið bert harmoniorkestur, seinni árum eru strúkarar komnir við, og farið er undir hesi summ- men á eisini arskeiðini, har eisini verður undirvíst — bæði í instrumentspæli og orkesturleiðslu. Spæla í 100 tímar Skeiðluttakararnir = taka sær ikki av lettum. Undir- víst verður 10 tímar um Orð og myndir: Heri Eysturlíð dagin — bæði í smærri og sterri bólkum. Á skeið- num eru bæði eitt stórt harmoni- og eitt symfoni- orkestur — umframt eitt Big Band. Hetta seinasta er tó uttan fyri sjálva skránna. Aage Frahm roknar út, at tá ið skeiðið er av, hevur hver einstakur spælt í 100 tímar! Sum ein liður i skeiðnum vera eisini konsertir — ein Christianskirkjuni i Klaksvik mikukvøldid kl 19.30, ein i Nordurlanda- húsinum hóskveldið og ein Vesturkirkjuni friggjakveldið tær verður endað við konsert á Eysturskúl- anum leygarkvøldid. - Aage Frahm sigur, at konsertirnar eru tydning- armikil liður i skeiðnum. Tá hava luttakararnir eina »gularét« — nakað at venja fram ímóti. — Soeliðis er við tón- leikarum: at hava vit einki at venja fram ímóti, verður venjingin keðilig, sigur hann. So konsertirnar eru ikki beinleiðis >konsertir< vanligari merking, Umframt men heldur eitt slag av >próv- tøku« eitt høvi at visa »hvat fekst tu Durturur a skeiðnum?< Men fyri tað eru kon- sertirnar verdar at fara til! Slíkar = konsertir hava verið á ødrum NAMU- skeiðum, og tær hava altíð verið sera væl fagnaðar — bertiknir áhoyrarar hverja einastu ferð. Og á hesum skeiðnum er steðið sum sagt tað hægsta higartil! Tey spæla m.a. burtur úr skránni hjá profession- ellum hernaðarorkestrum. Á endaligu konsertini í Eysturskúlanum leygar- kveldið vera duettir, trioir osfr. heilt upp til symfoni- og harmoniorkestur. Spældur verður tónleikur frá tc seinastu 300 árunu? Henda x 1 er i grundini »innanhysis«, men hevur onkur hug at koma, so er vidkomandi vælkomin, sigur Aage Frahm. Bert fyri amatørar Í letuni eru um 230000 limir í NAMU. Á skeið- num í Havn er luttakara- talið tað størsta á nøkrum NAMU-skeiði — 150 Hóast amaterskeið, so eru 5 konservatorii- næmingar við. Til hetta sigur Aage Frahm, at fólk verða roknað sum amater- ar, til tey eru liðug við útbúgvingina og eru farin at liva av tónleikinum. Men tá sleppa tey heldur ikki vil, leggur hann afturat. Eitt demi um hetta kundi verið føroyingarnir báðir, Ernst Dalsgarð og Martin Mouritsen. Teir eru bådir vid — sum lær- arar. Sjålvur er Aage Frahm Aage Frahm, NAMU-forseti og skeidleidari: »Sjålvur eri eg amatørtonleikari. Havi spælt bass í harmoniorkestri í eini 40 ár. Annars eri eg deildarleiðari á posthúsinum í Tommerup«. — NAMU-forseti fyri 2 år og skeidleidari — ikki yrkistónleikari, men hevur spælt bass í ymsum harmoniorkestrum í eini 40 ár. Annars er hann deildarleiðari á posthús- inum í Tommerup á Fjóni. — Eg havi verið í Føroy- um fýra ferðir framman- undan, og eg gleddi meg sum eitt barn at koma aftur og uppliva Feroyar á sumri. Hjá ellum hinum er hetta eitt stórt upplivilsi. Vit síggja ikki bert Eysturskúlan, men alt landið, sigur hann. Skipað verður fyri út- ferðum í morgin. M.a. fara tey útferð oyggjarnar, og í tí sam- bandi verður konsert í Christianskirkjuni. (Sí Norður- aðra grein). Stórt tiltak næsta ár Næsta ár heldur NAMI 10 ára fødingardag Samstundis verður hátíðarhald í Odense, sambandi við, at býurin tá verður 1000 ár. NAMU verður, sum vera man, við í hesum stóra tiltaki. Tey fara m.a. undir nakað nýtt innan fyri felagsskapin: solist- kapping fyri amaterar. Fyrsta kapping verður fyri obo og fagott. Hví júst hesi ljóðferi? Tí ikki so nógv spæla tey, og altíð er tørvur á teimum i symfoniorkestrum. Hetta er ein háttur at skapa áhuga fyri teimum. NAMU-kappingar fyri eitt nú trompet og floytu verða ikki enn á sinni. Eitt annað, sin. stort hugsad verður um, er skúla- bernini, og tí verða eisini = kappingar fyri skúlaorkestur úr øllum Nordurlondum — um- framt hornorkesturkapp- ingarnar, NAMU heldur á hverjum ári. Meginfelag fyri Føroysk Hornor- kestur fær áheitan um at senda í minsta lagi eitt horn- og eitt harmoni- orkestur til hesa kapping. Tiltekini verða 18. - 27. juni næsta ár og er stersta tiltak hjá NAMU. Við tað, at steðið er so høgt á hesum skeiðnum í Havn, verða eini 40% av teimum, ið verða boðin við til NAMU-tiltakid, lut- takarar á hesum skeið- num. Hver, ið sleppur við — tað verður kunngjørt leygarkveldið. Føroyingar positivir Aage Frahm endar vid at takka føroysku myndug- leikunum og føroyingum fyri beinasemi å allan hått skeiðnum viðvíkjandi. Hann sigur, at uttan stuðul og hjálp hevði verið ógjerligt at gjøgnumført hetta skeiðið fíggjarliga, tí so skuldu luttakararnir goldið í minsta lagi tví- faldað fyri skeiðið. — So góð ráð hava ung- fólk ikki. Hetta skiltu myndugleikarnir hjá tykk- um, og tað eri eg sera fegin um, endar hann sam- røduna. Næsta NAMU-skeid av hesum slag verður annað- hvert í Danmark (í sam- bandi við hátíðarhaldið í Odense) ella í Noregi. Hvort land hevur sítt serliga »kvøld«, tá tey skipa fyri ymsum tiltøkum, tónleiki, undirhaldi o.ø. Myndin varð tikin sunnukveldið, tá ið sviarnir høvdu okkurt á skránni.