leygardagur 11. juli 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 11. juli 1987
USS McCloy úr føroyskum
sjógvi í stundini
Hóast landsstýrið hevur
sagt donsku ríkismyndug-
leikunum frá, at USS Mc
Cloy er óynskt í føroysk-
um sjógvi, tá vissa ikki
kann fáast fyri, at kjarn-
orkuvápn eru umborð,
liggur skipið nú við
bryggju í Havn.
Landsstýrið vendi sær
tí aftur til ríkismyndug-
leikarnar seinnapartin
hósdagin og bað um eina
frágreiðing um, hví feroy-
ingar ikki verða gingnir á
meti. Tá ríkismyndugleik-
arnir ikki hirdu at svara,
helt landsstýrið fund
fríggjamorgunin um, hvat
nú skuldi gerast.
Her varð samtykt at
senda eit nýtt skriv til
ríkismyndugleikarnar, har
kravt verður, at skipið fer
úr føroyskum sjógvi i
stundini.
Samgongumeirilutin í
marknaðarnevndini stuðl-
ar landsstýrinum.
Nevndin hevur sent skriv
til ríkismyndugleikarnar,
har sagt verður, at
nevndin harmast at
løgtingssamtyktin um
Føroyar sum kjarnorku-
frítt eki ikki verður vird.
Stars and Stripes
í býráðnum
Býráðið í Havn hevur ikki
víst landsstýrinum sam-
huga í hesum máli. Í stad-
in varð amerikanska
flaggið vundið á stong
uttan fyri býráðið. Men
tað veitraði ikki leingi.
Onkur, ið ikki dámdi
flaggið, tók tað stillisliga
niður, og læt tað inn á
býráðið.
Poul Michelsen helt tað
ikki vera nóg mikið at
vinda flaggið á stong.
Hann bjóðaði eisini skip-
aranum o.g. til morgun-
mat og vitjaði síðani sjálv-
ur skipið.
Poul Michelsen sigur, at
hann bert kennir steðuna
hjá landsstýrinum frå fjøl-
miðlunum.
— Um landsstýrið er
ímóti, at eg bjóðaði skipar-
anum á býráðið, kundi tað
vent sær til mín, sigur
hann. Jógvan Durhuus,
varaløgmadur, sigur, at
Poul Michelsen veit um
løgtingssamtyktina, og at
tað skuldi verið nóg mikið.
Velja rætta vegin
Fólk fyri Friði heldur ikki
at landsstýrið hevur gjørt
nóg mikið. Felagið sigur,
at tey halda tað vera gott,
at landsstýrið hevur
skrivað til ríkismyndug-
leikarnar og mótmælt
McCloy er í Feroyum.
Men tey halda at lands-
stýrið átti at nýtt tann
meguleika, tað hevur, yvir
býráðnum og havnar-
myndugleikunum, soleiðis
at skipið als ikki skuldi
sloppið at lagt at.
— Men Hjalgrím Hildu-
berg, fulltrúi í landsstýrin-
um, sigur, at landsstýrið
ikki kann blanda seg upp
í, hver fær keipláss í
Havn. Tað er ein
kommunalur spurningur.
Legtingið kundi gjert
eina samtykt um, at
skipið ikki skuldi fingið
keipláss. Men Jógvan
Durhuus heldur ikki tað
hevði verið rætt at nýtt
henda framferðarháttin.
— Vit hava valt at brúka
røttu = myndugleikarnar
fyri at fåa at vita um
skipið hevur kjarnorku-
vápn umborð og nú til at
fáa tað úr feroyskum
sjógvi, sigur Jógvan Dur-
huus.
Hann heldur fram, at
meiningin má vera at fáa
danir at virða okkara log-
tingssamtyktir, og at
svara føroyingum aftur, tá
teir verða spurdir.
orð: Anna Dalsgaard
myndir: Kalmar
Síða 3
Kann ikki avsanna
at A-vápn eru umborð
Skiparin á
Cloy, James A. Woods,
dr. segði a
fundi hósdagin, at
hann hverki vildi ella
kundi siga, um kjarn
orkuvápn eru umborð á
skipinum
Hann hevur frætt, at
Feroyar eru lýstar at
kjarnorkufríar
Men hann veit hverki
hvat tað
vera
merkir, ella
hvat tað fevnir um
Frálík móttaka
Skiparin heldur, at Mc
Cloy hevur fingið eina
USS Mc
tíðinda-
sera góða
Feroyum
Mótmælini í I
un eru lítið í
hvat vit
handtikin,
n
verða fyigd ella ikki
(
n
Skiparin hev
Eg taki
rdrum fra
ra landss
myndugleikun
hagar, eg ia!
t
4 }
bo
Dert UMGÍ
fara, sigur Skiparir
MOtteku
ð ur