Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 25, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: tíðindablaðið Uttarlaga skal óboðin sita AMERIKANSKA herskipið Mc Cloy stendur á altjóða listum yvir herskip við kjarnorkulødingum umborð. Hetta er høvudsorsøkin til, at Føroya landsstýri hevur kravt vissu fyri, at skipið ikki hevur slíkar innanborða. GRUNDIN til støðu landsstyrisins er sjálvsagt hon, at løgtingid tann 23. febr. 1983 lýsti Foroya land- og sjógki sum kjarnorkuvápnafrí umveldi. Hetta merkir so fyrst og fremst, at skip og flogfør ikki eiga at vísa seg í okkara loft- og sjógki uttan so at tey kunnu vátta, at eingi atomvápn eru umborð. Tað eru tey, sum vilja halda, at vit hava einki slíkt krav fyrr enn løg- tingssamtyktin er avgreidd frá danskari síðu. Hetta er ikki beint, tí sjálvsagt hava vit ein moralsk- an rætt til at krevja okkara sam- tyktir virdar uttan mun til jurid- isk pinnaheggarí. Í hesum sam- bandi er vert at minna á, at ein meginfyritreytin fyri heimastýris- lógini var hon, at danir skuldu síggja stórt uppá slík formalia, at tað sum P.M. Dam plagdi at taka til, hevði líka stóran týdning, sum stóð millum reglurnar, sum tað, ið stóð á reglunum. Hesar fortreytir verða nú alt oftari brotnar og er hetta ein gongd, sum hevur vundið upp á seg síðan Schlúter- stýrið tók við stjórnarábyrgd í Danmark. Skal hetta verða gongdin framyvir, ja, so má og skal Javnaðarflokkurin taka stødu sína til heimastýrislógina og ríkisfelagsskapin upp til álvar- sama umhugsan. Skal hetta óskil halda fram, so er ríkisfelagsskap- urin heilt einfalt eingin felags- skapur meira og so er tað ein stórur spurningur, um ikki tíðin er komin at broyta grundarlagið undir hesum felagsskapi. Í hesum sambandi eiga vit at minnast til, at grundarlagið undir einum- hverjum felagsskapi er, at báðir oddagrein partar hava virðing fyri hverjum ødrum. Hendingarnar í seinastuni benda ikki á, at Schlúterstýrið hevur nakra serliga virðing fyri føroyska heimastyrinum. MEN hvussu skal stjórnin hjá Schlúter nú kunna hava nakra virðing fyri okkum? Í fýra ár hava Pauli Ellefsen og Oli Breckmann nú gingið niðri á fólkatingi og baktalað føroyingar og greitt døn- um frå, at Føroya løgting og landsstyri meina einki vid sinum samtyktum — hetta er bert nakað vit gera til stuttleika! Í áravís hava somu menn í Dagblaðnum og Dimmalætting mótarbeitt teimum samtyktum, sum Føroya løgting hevur gjørt á lógligan og demokratiskan hátt. Hvussu skulu vit í longdini fáa Føroya fólk at virða landsins lógligu samtykt- ir, tá tveir stórir politiskir flokkar og málgagn teirra dag út og dag inn — ár út og ár inn niðurgera skilabestu avgerðir løgtingid nakrantíð hevur tikið — avgerðir, sum hava vunnið okkum virðing langt út um landamørk? HESIR eru teir spurningar øØll, sum eru góð við Føroya land og tess fólkaræði, eiga at seta sær í hesum døgum. Øll tey, sum taka løgtingsins samtyktir í álvara, eiga nú at fara til verka og verja hesar samtyktir og greiða ung- dómi og almenningi frá, at teir báðir flokkarnir, sum nú kappast um at stinga Føroya løgting í bak- ið, eru á skeivari leið — at leið teirra í síðsta enda kann føra til týning og undirgang fyri tað fólk, sum hóast alt hevur búleikast her í tólv øldir og klárað tað fínt uttan at luttaka í klandrinum millum tey valdfýsnu og eirindaleysu stór- veldini uttan mun til teirra ideo- logiska lit annars. jd Nr. 77 — 17. juli 1987 Neyvan til nakað familjualbum Opið bræv til fútan Í samband við móttekuna av USS McCloy hós- morgunin á Molanum í Havn var, sum helst rímu- ligt er, eisini løgreglan til stadar. Einki óvanligt í hesum og kendi neyvan nakar seg ótryggan av hesi orsek. Tað, sum hinvegin tókt- ist mær heldur legið og ikki sert óhugnaligt, var, at ein av løgreglumonnun- um — kriminalpolitistur er mær sagt — virkadi har sum sera idin fotografur. Langt áðrenn nakað her- skip var komið inn móti Molanum, tók hesin maður myndir av øllum teimum, sum mett vóru á keiini. Eins og onnur, hevur eisini ein kriminalpolitist- ur loyvi at fotografera, men neyvan hevur hetta verið fyri nakað blað ella familjualbum. Eg vil tí spyrja tygum, harra fúti, hver orsekin er til at politiið tekur myndir av ellum, sum meta upp til eina tílíka mótteku. Og hvat hesar myndir skulu brúkast til. Verða mynd- irnar arkiveraðar til megu- liga seinni nýtslu? Og um so er, av hverjum? Ein tílík upptraðkan av politinum kann eisini fat- ast sum ein ávaring til fólk at meta til tiltøk av tílíkum slag, tí tá kunnu tey rokna við at enda í arkivinum hjá politinum. Eg vóni at fáa svar her í blaðnum skjótast gjørligt. heilsan Tórfinn Smith Opið bræv til fútan Harra Nepper Christensen, landfúti 100 Tórshavn Tann 9. juli í ár var mót- mælisfundur hildin á molabryggjuni í Tórs- havn. Fundurin var eftir hvat váttan er fingin fyri lógliga fráboðaður til poli- tisteðina og vóru politist- ar eisini á staðnum, sum siður er undir slíkum um- steðum. Tey flestu, sum luttóku í nevnda fundi, munnu vera á einum máli um, at politistarnir yvirhevur bóru seg hóvliga at og at eingin hevði nakað at finnast at teimum. Hin- vegin vóru umboð fyri marinusteðina eisini á bryggjuni og bóru hesi umboð seg at sum tey h evdu politimyndugleika. Hesi umboð góvu fundar- fólkunum boð av ymsum slag, legdu hond á einstøk teirra og bóru seg sum heild at sum tey vóru politivaldið á staðnum. Sum limur í legtingsins rættarnevnd havi eg havt eitt gott samstarv við landfútaembætið, men eg havi ongantíð í hesum virksemi fingið varhugan av, at danskir hermenn hava nakað slag av politi- myndugleika i Føroyum. Eg fari ti harra landfuti at seta tygum hesar spurningar: 1. Hverja heimild hava danskir hermenn at bera seg sum politistar á einum føroyskum lógliga lystum fundi? 2. Um so er at nevndu persónar hava borið seg at í heimildarleysi, hverji stig ætlar fútin at taka mótvegis hesum persón- um? 3. Hverji stig ætlar fút- in at taka til tess at fyri- byrgja at herfólk hjá donsku sjóverjuni í fram- tíðini taka seg sjálv til rættis á einum lógliga frá- boðaðum fundi í Fer- oyum? At enda bert hetta: vit eru mong, sum vænta okkum svar og eg skilji mær rætt til at fara víðari við hesum máli, um ikki fútin er førur fyri at svara hesum á ein hátt, sum al- menningurin kann haldast at vera negdur við. Tórshavn 10.07.87 Jóannes Dalsgaard Góða mamma, tað var ikki eg Hetta er niðurlagið hjá Dánjali. Útvarpsmaðurin lokkaði meg at stinga ar- beidarafjøldina í ryggin, tá eg skuldi opna flaka- virkið aftur undir verk- fallinum. Tað var heldur ikki eg, sum tosaði við Óla Breckmann. Óli Breck- mann tosaði við meg. Soleiðis kundi ein blivið við, tí hetta er eyðkennið hjá Dánjali av Rana. Hann stingur teg ella hana í ryggin, og so: — tað var ikki eg. Nú haldi eg, at okur her á Tveroyri kunnu fara at seta eitt spurnartekin við nógv, sum tú ert komin við. Sum limur í Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag kundi eg hugsað mær at spurt stjórnina í hesum felag, um tit framvegis styðja Dånjal í øllum hes- Tit ringja um, sum hann førir fram? Ella um stjørnin i Fylking stendur aftan fyri at flaka- virkið skuldi lata upp undir verkfallinum? Ó.G. vit skriva Ringið telefon