leygardagur 11. juli 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
- -
RN SOSjalUrin
Eirik Suni Danielsen og Otto Samuelsen,
nevndarlimir í MFH:
»Eingin áhugi í Føroyum
fyri at kappast
innan tonleikin«
»Higartil hava foroyingar
ikki verið á teim tónleika-
kappingum,
sum Nordisk
Amatør Musik Union hevur
skipað fyri. Áhugi hevur
ikki verið fyri tí. Vit halda,
at tað at spæla er av storri
týdningi enn at kappast«.
Meginfelagið fyri FØr-
oysk Hornorkestur, MFH,
hevur alt tað praktiska
um hendur viðvíkjandi tí
tónleikaskeiði, sum er á
Eysturskúlanum hesa vik-
una. Tveir av hevuðs-
fyrireikarunum eru Eirik
Suni Danielsen, sum er
formaður í MFH, og Otto
Samuelsen, sum er kassa-
meistari.
Eirik Suni er eisini for-
maður og spælir bass í
GHM, og Otto er for-
maður og spælir klarinett í
Klaksvíkar Hornorkestri.
— Settu tit tykkum fer-
ar fyri at skipa fyri tílík-
um skeiði i Føroyum?
— Ja, so avgjørt. Vit
tóku tað sum eina avbjóð-
ing. Og tað hevur eydnast
stak væl. Fyrireikingin til
hetta skeiðið hevur verið
minst líka góð sum til
onnur NAMU-skeið, og
Eysturskúlin er sera væl-
egnaður at hava skeiðið í.
— Tú skuldi trúð, at fá
fóru at melda seg til
skeiðið, av tí at Feroyar
eru so fjarskotnar. Men
hvat hendi? Ongantíð
hava so nógv verið við
Ein skeiðleiðari er við úr
hverjum Norðurlandi, og
Eirik Suni og NAMU-
forsetin, Aage Frahm, eru
hevuðsfyrireikarar. Sum
vera man, hevur
verið at fyrireikað.
— Nær komu Feroyar
viði NAMU?
— Í 1981, tá ið MFH
fekk áheitan frá NAMU.
Fyrimunir? At vit sleppa
at taka lut á skeiðum, sum
NAMU skipar fyri — og
vera uppi í at fyrireika
tey.
— Fyrstu ferð, føroying-
ar vóru á NAMU-skeiði,
var í 1983, og vit hava
verið við mestsum á hverj-
um ári síðani tá. Tað er
altíð ein fyrimunur at
koma saman við eðrum
tónleikarum — og in-
spirerandi.
— Men hini tilboðini hjá
NAMU, sum eitt nú kapp-
ingar, hava vit ikki brúkt
higartil. Áhugi hevur ikki
verið fyri tí.
— Vit halda, at tað at
spæla hevur sterri týdn-
ing enn at kappast. Tí
skipar MFH ikki fyri tón-
leikarkappingum í Feroy-
um. Einasta »kapping« er
Musikkstevnan — Horn-
nogv
Nr. 77 — 11. juli 1987
orkesturstevnan — og hon
er ju eingin beinleidis
kapping. Bert tad, at
hvørt orkestrid roynir at
spæla so væl sum gjørligt.
Vit byta ongantíð stig út.
— Nú vistu vit at siga
frá í týsdagsblaðnum, at
MFH fær áheitan um at
senda tvey orkestur til
hornorkesturkappingina,
sum NAMU skipar fyri í
Odense næsta ár. Taka tit
av?
— Tað hava vit ikki
tikið stødu til enn. Men vit
- senda so innbjóðing út til
orkestrini, tá tað kemur
fyri, og so kann hvert
orkestrið hugsa um tað.
— At so nógvir feroy-
ingar eru við — 38 í tali —
er tekin um, at tónleika-
lívið blómar, og tað er sera
útviklandi fyri okkum.
Men neyvan hevdu so
nógvir feroyingar verið
við, um skeiðið ikki var í
FØroyum. Nu er so
NAMU vorðið kent í land-
inum, endar Otto og Eirik
suni.
Í nevndini fyri NAMU
sita: Eirik Suni Danielsen
(GHM), formaður, Ove Ol-
sen (HH), næstform. og
skrivari og Otto Samuel-
sen (KH), kassameistari.
Heri
ligan.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum å ein og
annan hått gjørdu okkum gullbrudleyps-
dagin tann 30. mai i ár so stóran og hátíðar-
Bestu heilsur
Albinius og Karolina Johannesen
Tveroyri
|
|
|
|
Í
Sum vant er eisini í ár
ætlanin at syngja undir
Tinghúsunum aftaná
gudstænastuna Olavsøku-
dag áðrenn tingið verður
sett. Tað verða teir báðir
)jarni Restorff og Olavur
Håtun, sum i år skulu
kipa fyri og taka sær av
enjingini.
Fyrsta venjingin verður
norgin kl. 3 seinnapartin
Venjingarskúlanum og
ribils er onnur venjingin
t til sunnudagin 26. juli
u tíð og stað.
Hetta
levur IKKI
ólavsekukórið
nakra fasta
lanning, hóast nógv av
eimum somu hava verið
ið ell hesi seinastu árini
g heitt verður tí á øll, ið
hava hug at vera við í ár,
um at meta til fyrstu venj-
ingina á Venjingarskúlan-
um í morgin.
Olavsøkuskråin nevnir
helst bert sangin undir
Tinghusinum, men sein-
astu mongu årini hevur
eisini verið sungið uttan-
fyri handilin hjá Hjalmar
Jacobsen í N. Finsens-
getu, tá farið er um mid-
nátt.
Skráin undir Tinghús-
inum hesaferð verður:
Legg tínar sorgir á Harran
tín Gud, »Juni«,
Føroyar mitt land, Enn
L 1
»g tey høgu fjøll
»Oråini«,
st mé
>
og Tórshavn Føroya-
lands midstøda var
Nakað av óvissu er um
ólavsekukantatuna hjá
Waagstein og Mitens,
menninir væl
mannaðir, so verður hon
men
vera
tikin við og tveir av áður-
nevndu sangum sleptir.
ss
Fyrsta venjingin til ólavsokusangin verður í Venjingarskúlanum í morgin
seinnapartin kl. 3. Vant verður aftur sunnudagin 27. juli somu tíð og stað
í
á