Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 Síða 10 Minnilutin í Klaksvíkar Býráð hevur skotið upp, at býráðið keypir út- róðrarvirkið og letur út- róðrarmonnunum tað til egningarmiðstoð. Útróðrarvirkið til egningarmiðstóð Umsteðurnar hjá út- róðrarmonnunum á vest- ursíðuni í Klaksvík eru út av lagi vánaligar. Tí hevur minnilutin í Klaksvíkar Býráð, Oli Heinesen, Christian Ol- sen, Alvur Zachariasen og Jákup P. skotið upp, at Sundsskarð, býráðið Nr. 79 — 16. juli 1987 keypir Klaksvíkar Útróðrarvirki frá Feroya Banka, sum áður hevur keypt tað í likvidatión, og innrættar tað til egningar- miðsteð. Christian Olsen, býráðs- limur fyri javnaðarflokk- in, sigur, at tað eru serliga útróðrarmenninir, sum rógva út frá vestursíðuni, sum eru illa fyri, men um- framt hesar kundu eisini teir, sum ikki hava fingið innivist i gamla hermetikkvirkinum, fing- id innivist har. Christian Olsen sigur, at hetta uppskotið handaðu teir býráðnum undan fundinum 2. juli og á hesum fundinum varð tað lisið upp. Men nú fara uppskotsstillararnir at ótolnast, tí einki hendir. Tað hevur skund at hjálpa útróðrarmonnunum, sigur hann. Frá Feroya Banka hava vit fingið upplýst, at virkið er ikki selt enn, og tað rekist heldur einki fyri nakrari = selu fyribils verður sagt tór.- McCloy ongar avleiðingar fyri samarbeiðið — Hendingin við USS Mc Cloy fær hvorki avleiðingar fyri landsstýri samarbeiðið millum og donsku stjórnina ella fyri samgong- una, sigur logmaður. — Spurningurin um USS McCloy skuldi hava loyvi til at vitja í Feroyum hevur ongantíð verið fyri á landsstýrisfundi, Atli Dam, løgmadur. Fyrisitingin í landsstýr- inum hevur avgreitt vitj- anina eftir galdandi regl- um fyri vitjanir frå rapn- sóknar- og fiskiskipum. sigur Tá landsstýrið seinni fekk at vita, at hernaðar- skipið stendur á listanum hjá »Nej til Atomvåben«, saman við 322 eðrum skipum, sum eru undir ill- gruna fyri at hava atom- lødingar umborð, varð málið tikið upp aftur. Galdandi samtyktir Galdandi samtyktir skulu haldast Dimmalætting týsdagin sigur Niels Pauli Daniel- sen, landsstýrismaður, at atburðurin hjá lands- stýrinum í hesum máli møguliga kann slíta sam- gonguna. Tordur Nicla- sen. formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, rópar landsstýrið fyri illavorðn- ar smádreingir. — Feroyar hava ein al- menna politikk til verju- samgongur, sigur Atli Dam. — So leingi ongin broyt- ing er samtykt í løgting- inum, fer ongin broyting fram. Kristiligi Fólkaflokkurin má ikki halda, at landsstýrið fer at reka nakran annan poli- tikk enn hann, ið er grundaður á galdandi logtingssamtyktir, sigur hann. Aðra áskoðan Atli Dam heldur ikki, at hendan ósemjan millum Feroyar og Danmark fær avleiðingar fyri samvinn- una millum londini. — Danir mugu skilja okkara stødu, og vit mugu royna at skilja teirra. Hann heldur fram, at danska stjórnin hevur eina aðra áskoðan enn landsstýrið í hesum máli. Danir ganga út frá at NATO-lond ikki bróta danskan politikk, meðan vit hava kravt trygd fyri, at kjarnorkuleðingar ikki eru umborð. — Hetta er ein lítil ójavni. So eg dugi ikki at síggja, at tað skal verða grundarlag fyri varandi 6- semju okkara millum, sigur løgmadur. Dal- r Gallapremiera i TORSHAVN (Eysturskulin) Friggjadagin 17.7., kl. 19 umframt fram førslur leygardagin og sunnudagin kl. 16 og 19 bådar dagar og månadagin og friggjadagin kl. 19. Atgongumerki fåast frå mikudegi i S.H.J. Radiohandlinum KLAKSVIK Hósdagin 23.7. og fríggjadagin 24.7. bådar dagar kl. 19. Atgongumerki fåast i KF-stovuni RUNAVIK Leygardagin 25.7. kl. 19 Sunnudagin 26.7. kl. 1€ Atgongumerki fåast i Musikkhandlinum Cirkus fyri alla familjunc Endurbúgvingar- stjóri Vegna farloyvi verður lýst eftir avloysara fyri leiðaran á Endurbúgvingarstovuni í eitt ár frá 1/8-1987 at rokna, ella so skjótt til ber. Endurbúgvingarstjórin verður tilnevndur av Landsstýrinum eftir ummæli frá Vanlukkutryggingarráðnum og Almannastovuni. Endurbúgvingarstovan, ið enn er undir | uppbygging, er skipað sambært reglu- | gerð frá 14/11-1984 og hevur sum | høvudsendamål at fyrisita og samskipa alla endurbúgving í Føroyum. Umsøkjarin eigur at hava dyggan kunn- leika til samfelagsviðurskifti sum heild og serliga til almannamál, umframt um- sitingarligan førleika og samstarvsevni. Starvid er skipad i lønarflokk 36 i sått- målanum millum Starvsmannafelagid og Landsstýrið. Umsóknir verða stílaðar Landsstýrinum og sendur Endurbúgvingarstovuni, Undir Bryggjubakka 7, 110 Tórshavn, áðrenn 27/7-1987. ENDURBÚGVINGARSTOVAN ed