Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 4. ianuar 1986 Pør Sørman, vísusangari og sjónleikari: „Ber illa til at liva av visusangi« — Ikki er lætt at samskipa tað at vera sjonleikari i føst- um sStarvi og vísusangari. Tu kanst bara syngja tey kvøldini, tú hevur fri — og tey eru fá hjá sjónleikarum. So framyvir fari eg at vera free-lance sjónleikari og syngja meir enn áður. — Eg havi verið yrkis- sjónleikari nú í 15 ár. Sungið havi eg frá barni av og verið nógvar tón- leikaferðir — m.a. á teim bretsku oyggjunum og í USA. Tó er tað ikki júst á teimum ferðunum, at eg havi lært meg írskt og írskan sanghátt, men nógv meira av at lurta eftir plátum. — Fyrr sang eg bara á enskum. Men so við og við helt eg tað vera stuttligari at syngja á einum máli, sum fólk skiltu. Og eisini tað, at tann írska og skotska mentanin er ikki mín mentan. Við svensk- um vísum eri eg meira á heimavelli, og eg kenni meg negdari, tá ið eg fáist við mína egnu mentan. — Hvat syngur tú mest? — Bæði gamalt og nýtt tilfar — men alt er svenskt. Evert Taube — og her í Feroyum havi eg serliga sungið vísur eftir Dan Andersson. Eg haldi næstan, at eg var tann ein- asti á Vísustevnuni, sum ikki havi skrivað sjálvur. Eg tulki tað hjá eðrum. — Eg vil fegin syngja tað fyri fólki, men tey vilja — Ég vil fegin syngja tað fyri fólki, sum tey vilja hoyra — men hinvegin vil eg eisini syngja tað, eg vil hava fram. Tungt at samskipa — Hvussu riggar at sam- skipa tað at vera vísu- sangari og sjónleikari? — Tað er ikki so lætt. Tú kanst bert syngja tey kveldini, tú hevur frí — og tey eru ikki nógv hjá ein- um sjónleikara. Teir hava framvegis 6-daga arbeiðs- viku. Bæði likamliga og sálarliga er sjónleikar- starvið krevjandi. — Fyrr hevði eg fast starv á Stockholms Stads- teater, men har gavst eg. Framyvir fari eg at býta tíðina millum at vera sjón- leikari, vísusangari og regisserur. Í letuni arbeiði eg í einum lítlum sjón- leikarbólki i Váxjø í Smálandi. Beint, tá eg komi heimaftur, skal eg spæla ein-manns sjónleik í Smálandi — ein leik, eg sjálvur = havi skrivað: »Luffare« (landastrok). Leikurin er um lívið hjá landastrokum og byggir á bókina hjá Harry Martins- son »Vegurin til Klokku- rikié«. Eg havi dramati- serað partar av henni. — Ber til at liva av at vera vísusangari? — Nei, illani. Tað má eg fíggja við hinum stervun- um hjá mær. »Olégligt« yrki — Hvar helst syngur tú? — Rættiliga nógv úti á gøtuni og ymsastaðni í miðbýnum í Stockholm. At standa niðri í Tunnil- breytini er so væl umtókt — men har eri eg bara í regni. Luftin í Stockholm er heldur ikki tann besta fyri ein sangara. — Í grundini er ólógligt at standa og syngja úti á getuni. Nógv strangari var fyri 10 árum síðani — tá var legreglan beinan- vegin har, um tú legði hattin frá tær og fórt at syngja. Men nú hava teir slakað — ávísar tíðir eru, tá ið tú kanst syngja, men aftan á kl. 22 er tað ikki loyvt. — Hevur tú fingið sang- útbúgving? — Ja, í sjónleikarút- búgvingini arbeiða vit nógv við at útvikla redd- ina. Tað er næstan neyð- ugt hjá einum sjónleikara at duga at syngja. Ødrvisi enn harmonika — Hvat er tað fyri legin harmonika, tú spælir? Hon eitur concertina og er fyrsta slag av harmoniku. Hon er eyð- kend av tí, at hon er seks- hyrnt. Concertinan varð uppfunnin í Onglandi seint í farnu øld. — Munurin millum hana og vanliga harmoniku er, at tangent- ella rættari knappaborðið er líka báðu- megin. So tú kanst ikki spæla akkordir bert við einum knappi sum á harmoniku — skalt tú spæla td. fylgispæl til vals, mást tú brúka fremstafingur til bassin og longutong og »leki- fingur« til akkordirnar. — Høgrumegin kanst tu so spæla rytmur, tí concertina egnar seg illa til solospæl — ella virituos stykkir. Her eru allir kromatiskir tónar við, men hon fevnir bert um ein oktav. Ti er avmarkað., hvørji stykki tu kanst spæla, og t.d. »Livet i Finnskogarna« ber slettis ikki til. — Ti bruki eg någv munnharmoniku afturvid til sjálvan »melodiin«. Bæði lj6dførini byggja jú á sama prinsipp við »tung- um“, so tey hóska sera væl saman. Ljóðið ber næstan ikki til at skilja sundur, Traditión í Frelsunar- herinum — Eisini heldur tú concer- tinuni eðrvísi enn harmon- iku, so eitt sindur torferari kann hon vera at spæla. Her er eingin reim, men tú styðjar hana við tí innasta á lógvanum. Men hinvegin er hon sjálvandi ikki so tung sum harmonika! Mangur harmonikuspæl- ari gerst bogin á ellisár- um. — Ikki er so vanligt at spæla fylgispæl á concer- tinu — bert Frelsunarher- urin hevur hesa traditión. Flestu concertinuspælarar fyrr hevdu eisini tilknýti - ———or— Fyri 10 árum síðani vart tú steðgaður alt fyri eitt, um tú sangst á gøtuni í til Frelsunarherin. Hesa havi eg keypt frá teimum. — Men í Írlandi er hon fólkainstrument, og her var fyrstu ferð, eg hoyrdi nakran brúka hana til vís- ur. Tú mást bara ansa eftir, at vísurnar hóska til hetta ljóðferið. — Er annars stórur munur á at spæla harmon- iku og concertinu? — Fyri at siga sum er, so dugi eg ikki at spæla harmoniku. Vanligt er eisini, at tey, ið spæla con- certinu, duga ikki at spæla harmoniku og evugt. So ein ávísur munur er. ein fyrimunur — Er ikki ein fyrimunur hjá einum vísusangara at vera útbúgvin sjónleikari? — Jú, tað kanst tú ætla. Ein stórur fyrimunur í allar mátar. Tú gert um- leið tað sama í báðum fer- um: Tulkar og bert fram kenslur og »Uttrykkir« teg. — Ert tå nøgdur vid før- oyavitjanina? — Ja, tað er so heilt vist. Hetta hevur verið eitt upplivilsi. Øl, sum hava verið við á vísustevnuni, vilja aftur til Feroya. Bara tann reina luftin! Tú fatar ikki, at tað er satt Stockholm. Men nú leggur logreglan ikki so mógu í tað — bara tú ikki syngur eftir kl. 22. Samreða: Heri