Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn oddagrein Hurlivasin Mikli Hin føroyski fólkaflokkurin. Radikalt sjálvstýri. Borgarligur. Liberalur. Frísinnaður. Gongur inn fyri fríari kapping. Er hart ímóti al- mennari stýring. Er eisini ímóti al- mennari luttøku í vinnulívinum 0.s.fr. Í STUTTUM er hetta almenni politikkur fólkafloksins. Og tað merkir m.a., at vinnulívið skal rek- ast óheft av tí almenna, og at teir sum eru hepnir, gerast ríkir, meðan teir, ið eru óhepnir, missa hús og heim sum sagt verður. Ella sum fólkafloksmaðurin Hákun Djurhuus segði tað fyri umleið 30 árum síðani: »Tad sum ikki kann standa má falla«. TEIR farnu mánaðarnar hevur málgagn fólkafloksins júkað uppí saman um farmaskipaflotan. Seinast í oddagrein blaðsins mánadagin 13. juli. Og nidurstød- an er tann sama. Orsøkin til at farmaskipini fóru av landinum var tann beri illvilji frå landsstýrisins síðu. Men hesi skipini komu undir hin bólkin hjá Hákun Djurhuus: Tað sum ikki kann standa må falla«. MEN hetta er bara fólkaflokkurin. Eitt í dag og eitt annað í morgin. Eitt á pappírinum og eitt annað í verki. Hugsið um loysingarøsing- ina í fýratiárunum. Tá til skuldi takast, stakk fólkaflokkurin halan millum beinini. Ella hugsið um valið í 1950. Tá skuldi fólkafiokk- urin reka sambandsmenn úr øll- um álitissessum her á landi. Tá valið var av, valdu teir ein sam- bandsmann til løgmann. FYRI at taka eitt sindur meir burtur úr rúgvuni av dómum um fólkafloksins vinglandi støðu, so MN sosialurin Utgevari: P/f Sosialurin (> Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgri Djurhuus * Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 kundu vit nevnt fiskimarkapoli- tikkin í fimtiárunum, tá fólka- flokkurin uppundir val kravdi fiskimarkið út beinan vegin. Men tá valið var av og flokkurin fekk ábyrgd, varð slagorðið broytt til: »Havenes frihed«. Ella ongin fiskimarksútflyting. VIT kunnu eisini taka natogsing- ina seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiårunum. Fólkaflokkurin skapti mikla øsing um at ein Natostød var komin á Sornfelli. Nato og hervaldið av landinum. Hetta var herróp fólkafloksins. Sjálvir sótu teir við ábyrgdini, tá Nato og hervaldið fingu loyvi at koma. Hetta er so eitt. Men samanber so herrópini ímóti Nato og hervaldinum við floksins stóðu í dag: Nú skulu vit verða aktivir limir í Nato. FARA vit so í uttanríkispolitikkin, so kunnu vit taka forsetavalið í Eysturríki. Uppundir valið og eisini ta fyrstu tíðina eftir valið var Kurt Waldheim hin stóra hetja hjá fólkaflokkinum. Hann var fólkafloksvalevni ímóti tí sosial- demokratiska valevninum. Men ólukkutíð fyri villleiðararnar á Traðarvegnum. Nú fer jødiski heimsfelagsskapurin í herna ímóti Kurt Waldheim. So er tað ikki nakar fyrimunur longur at hava Waldheim til partamann. Og Dagblaðið tagdi. HETTA vóru bara nøkur dømi. Tey eru nógv fleiri. Fólk, sum fara á eitt val og greiða atkvødu fyri fólkaflokkinum, koyra hasard. Hetta er sum at fara til keyp- mannin at keypa ein pakka av sukur og so rokna við at tað er millum 50 og 100 pst. møguleiki fyri at salt er í pakkanum. HVÍ skifti fólkaflokkurin íkki navn. Hurlivasin mikli. Tað hevði verið sera hóskandi. Og ikki minst hevði tað verið ein stutt og greið lýsing av floksins stóðu. Nr. 80 — 18. juli 1987 Únk og HH Ølklubbarnir og folkaflokkurin Nú um dagarnar skrivar blaðstjórin á Dagblaðnum eitt sindur um tað mót- mæli, sum Jákup Linden- skov hevur sent politi- meistaranum í Føroyum, í samband við tann tíðinda- flutning frá útvarpinum, har sagt varð frá, at >Matarhellin Maxim á Argjum fær somu rætt- indi til útskeinkjan av sterkum legi, sum el- klubbarnir hava«. Nu er tad so at eg fyri nakad sidani setti Politi- meistaranum i Føroyum henda spurning. Hvat er tað fyri serrætt- indi sum elklubbarnir hava? Hver hevur givið hesum klubbum serrætt- indi til selu av spiritus? Nær er lógin um forboð av spiritusselu í Føroyum av- tikin og av hverjum? Eg havi enn ikki fingið nakað svar hesum spurn- ingum viðvíkjandi og verður ikki svarað, so veit eg hvar eg skal venda mær fyri at fáa greiði á hesi sek. Tað er so sanniliga í tøk- um tíma, at hetta málið verður tikið upp til álvars- liga viðgerð. Tað ber ikki til at lógin kann brótast, bert tú ert limur í einum elklubba, tí tað at lýsa við selu av spiritus er eisini forboðið sambært legtingslóg, og hetta verður so sanniliga eisini uttan víðari sett til viks, við teimum lýsing- um, sum siga frá, nær og hvar selan fer fram. Tað er eisini ein spurn- ingur um hverjar heim- ildir ein danskur politi- meistari hevur at geva ser- loyvi, sum stríða ímóti før- oyskari lóg. Men eg má viðganga, at Oli Breckmann hevur so sanniliga rætt, tá hann spyr hvat mín flokkur veruliga hevur gjørt hes- um máli viðvíkjandi. Her er gjørt alt ov lítið, tað at skriva eitt bræv er ikki nokk, her mugu onnur til- tek setast í verk. Fyri okkara flokk er ein meguleiki at rætta uppá hetta at vit hava gjert alt ov lítið, men tað verður verri hjá fólkaflokkinum, tí teir tala her, sum so mangan, við tveimum tungum. Teir royna tað, sum helst ikki ber til, at tæna fleiri harrum. Somuleidis sum fólkaflokkurin setir uppskot á Legtingi um at seta forboð fyri útflýggjan av serloyvum og harvið torðing fyri útflýggjan av váttanum, og í tí uppskot- inum sigur, at tað eru út- flýggjað kort og váttan til børn, børn metast at vera tey, sum ikki hava aldur til sjålvi at utvega sær kort ella loyvi til keyp av spiritus. »Ommusa kort verdur so sanniliga ikki bara brukt av teimum ungu«. Somuleiðis vil sami flokkur vera við, at hetta mótmælið er vent ímóti Maxim á Argjum. Og heldur hann fram, tað eru tó fleiri javnaðar- menn, sum eru limir har. Vit, sum hava fingið loyvi at kaga í limalistan hjá Maxim, vita, at tað eisini eru framstandandi javn- aðarmenn, sum fegnir vilja hava loyvi at fáa sær ein bita og okkurt at drekka afturvid«. Tað at ein og hver tær loyvi at kaga í ein lima- lista fyri so at brúka tað til kast, vísir moralin. Viðvíkjandi loyvi ella ikki, so er tað ikki bert Maxim, men allir teir ólóg- ligu spiritus seljandi klubbar i Føroyum. Tá fólkaflokkurin sigur, at teir kunnu vísa á, at kortið er útflýggjað til bern, so er hetta í stríð við lógina. Er tað so, at tit kunnu prógva pástandir tykkara, so eiga tit ikki bara at siga tað, men gera nakað við tað, tí kortið kann bert útflýggjast við persónligari undirskrift. Ødrvisi er við skattavått- an, hon er ein kvittering fyri at tu ikki skyldar skatt, so ein og hvør, sum arbeidir og betalir skatt, Fr NA hevur rætt til at fáa skattaváttan. Fyrispurningur mín er ikki at steðga Maxim, men spurningurin um at halda føroyska lóg. At fólkaflokkurin somu- leiðis sum hann letst harmast um at tað er ov lætt hjá tí unga fólkinum at fáa spiritus, somuleiðis finnist at »hvi ikki Maxim ikki skal hava somu rætt- indi sum øklubbarnir«, tað vísir = í veruleikanum dupultmoralin. Sela av øli og spiritus í klubbunum runt landið er ólóglig, er ímóti føroyskari lóg, danski politimeistarin hevur ikki loyvi at geva loyvi til eina selu, sum ikki er loyvd. Tað er væl heldur eingin loyna, at hølini á Argjum eru stásilig og tað kunna tey so sanniliga eisini vera, tí úrslitið av seluni hjá elklubbunum hevur víst seg at vera gott, tey stásiligu helini, sum eru komin av ólógligu spiritusseluni, eru prógv um tað. Sverre Midjord Framhald av síðu 9 Umfatandi trukk-koyring Fyri tveimum árum síðan gjørdi Arbeidseftirlitid umtatandi kanning av øll- um trukkum i Føroyum. Her kom fram, at minst 10 pst. av øllum trukkum vóru i so ringum standi, at teir vóru ólógligir. Forboð varð sett fyri at nýta hesar trukkar, til teir vóru umvældir. Tá vóru viður- skiftini viðvíkjandi trukk- unum fingin í rættlag. Tí er tað harmiligt, at óreglu- liga trukk-k.yringin nú aftur vindu upp á seg. Arbeiðs -tirlitið fer í næstum at gera nýggja trukk-k inning, fyri at vita, hvussu steðan nú er, um trukkarnir eru í góð- um sandi og um fólk við truxk-loyvisbrævi fera har, so sum reglurnar e'u um, hvat er loyvt ella kki.