leygardagur 18. juli 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 18. juli 1987
tíðindablaðið
Síða 13
Ein oyggj i blóma
— eftir at hava staðið í skugga í nokur ár, segði
Jóannes Dalsgaard, logtingsmaður, í roðu hann
helt á fólkafundi í Skálavík seinasta vikuskifti.
Fyrst vil eg takka ung-
mannafelagnum fyri at
hava skipað fyri hesari
stevnu. Tað er altíð gott at
fólk koma saman til ítrótt,
fundir, samkomur ella
leik. Hetta er kanska av
sterri týdningi í dag, hvar
samveran millum fólk er
um at broytast fullkomi-
liga orsakað av sjónvarpi,
bilinum og av ti, at øll
tykjast at hava so nógvan
skund við ellum. Tá er
gott at kunna smoyggja
gerandisdagin av sær,
gloyma allan trega og
stríð og so bert hava tað
hugnaligt = saman við
bygdar- og oyggjarfólki.
Tað er sjálvsagt ein ser-
stek gleði og ein heiður
fyri meg at vera tykkara
gestur, tí Skálavík er mín
heimbygd. Her eri eg
føddur og higani havi eg
bert góð og vekur minni.
Tað er nú einaferð so, at
har tú ert borin í heim, har
vilt tú næstan altíð kenna
teg heima. Flestu menn-
iskju hava einhvønn tokka
til tað stað, har tey sóu
dagsins ljós. Hetta merkir
tú á ellum teimum bygda-
fólkum, sum tú metir í
Havn. Mangan kenna tey
seg sum bygdafólk í ein
tvey trý ættarlið eftir at
ætt teirra flutti til høvuds-
staðin.
Hvat serstakt er tað so,
sum eyðkennir hesa bygd-
ina og ta oyggj, hon liggur
á. Eg havi hug at lýsa
oynna fyrst og gera tað
við nekrum orðum eftir
einum av tykkara stóru
sýnum, sum júst er farin
undir grenu torvu. Heðin
Brú, ella Hans Jacob í
Stovuni, sum tit eisini
kenna hann, hevur í síni
tiltiknu segu >Ein Skála-
viksferd«, lýst Sandoynna
og bygdina her. Hann
stendur umborð á Smyrli
ein illveðursdag fyrst í
fimtiárunum og lítur inn á
Sandoynna. Hoyrið
hvussu hann lýsir hana:
»Har lå so Sandoyggin
og vóð í skúmi. Allar áir
stóðu á svelgi og regnið
oysti niður, tað lokaði
fjøllini og stóð í grómum
oman gjøgnum hagarnar.
— Men heldur ikki í
hesum karmi duldi oyggin
sítt blíða lyndi. Hon er
ungmoyggin millum aðrar
oyggjar í Føroyum. Hygg
at henni í hverjum veðri,
tú vil! Eingin svørt fjøll
seta knyklar í brýr ímóti
tær, ongar síðar skorar
standa og hótta, einki vilt
og gæsut landslag stendur
og hóreiggjar sær. Einans
flåg valling, lág fjøll og so
skaffiliga bygd, sum vóru
tey kembd, áðrenn skapar-
in setti tey frá sær. Alla-
staðni blítt avrundað snið,
varliga samanpassað. Tað
er líkt til, at Gud er komin
úr konugildi, tá hann
hevur myndað oynna«.
So væl kann tað sigast
og soleiðis kann bert
Heðin Brú siga tað. Ella
hoyrið heilt stutt. hvussu
hann lýsir Skålhøvda:
»Hygg upp i Skålhøvda
— sært tú ikki friðin yvir
honum, hvussu hann
hvílir í landslagnum ... Og
tað er eingin deyður frið-
ur, ið hvílir yvir hesum
fjalli. Skálhevdi er eingin
dyngja, ið liggur fergd til
ólívs undir sínari egnu
tyngd, nei, tað er einki
kroyst ella niðurflaknað
við honum. Hann hevur
hevuðatburð sum ein ung-
ur foli og andlitið, sum lít-
ur eystur í hav, ger vart
við eitt vakið eyga, ið sær
eitt sindur meira, enn tað
letst, og tað belist ein lát-
ur av serligum slag undir
brúnum ...<
Úr øllum skaldskapi
Heðins Brú kennir ein, at
okkurt serstakt, okkurt
eðrvísi altíð hevur eyð-
kent Skálavíks bygd.
Henda aldargamla
bygdin, sum vit lesa um
longu í miðaldarhand-
ritum, hevur alt nekur av
teimum mætastu menta-
fólkum Feroyar hava átt.
Her vaks Heðin Brú upp.
Burtur úr tí vakra og rót-
føroyska bygdarmålinum,
sum — serstakliga teir
gomlu skálvíksingarnir
talaðu, hevur hann skapað
bókmentir, sum eru vorð-
nar víðagitnar langt út um
foroyskt landamark. Í
hesum sama skaldskapi
lýsir ein tokki og ein
langtan eftir heimbygdini,
so eingin, sum lesir hann,
kann ivast í, at okkurt ser-
merkt var við bygdini.
Burtur úr hesum sama
vakra bygdarmáli evnaði
Kristian á Gerðabrekku
sær tey málsligu tól, sum
gjørdu hann føran fyri at
skriva bók um sína
Jorsalsferð — ein bók, ið
snýr seg eins nógv um
Skálavík sum um Jerusa-
lem og við hesum tólum
týddi hann gamla Testa-
mentið og læt feroyingum
halgubók í í einum mál-
búna, sum semir seg
hesari bók og einum fólki,
sum enn ikki hevur slept
hesari bók.
Burturúr hesum um-
hvervi skapaði Hans á
Mølini sínar fáu, men
dygdargóðu yrkingar —
summar eru nú fólkaogn
og úr hesum umhvervi
rann ein listamaður sum
Tróndur á Treð, hvers
skurðmyndir í Skálavíkar
kirkju hava vakt ans um
oll Norðurlond.
Í hesari bygd aldust
nakrir av Feroya bestu
kveðarum — vit um miðan
aldur minnast teir enn og
tekk fái útvarpið fyri, at
vit sleppa at hoyra vekru
reddir teirra við hvert. Tit
vita, at eg her hugsi um
Jógvan á Treð og mín
fyrsta lærara, Leiv
Tróndarson. Og frá fróð-
um monnum og kvinnum í
hesi bygd fekk Dr. Jacob-
sen nakrar av okkara
bestu og mest hugtakandi
sagnum og ævintýrum.
Og her vaks upp og livdi
vísmaðurin Klæmunt í
Búð. Heðin Brú skrivar í
endurminningum sínum,
at Klæmunt hevði so
góðar andsgávur sum
fåur, at hann var ótrúliga
vitandi — ein sannur vis-
maður. Nakrir av hesum
ættarliði liva enn teir
standa lítið aftanfyri teir
eg júst havi nevnt.
Ur hesari bygd havi eg
góð minni um klókar
gamlar konur, sum altíð
vóru við tí góða orðinum,
sum vóru blíðar við bern
og sum høvdu eitt findar-
orð til eina og hverja um-
stødu. Tá týskurin hevði
tikið Danmark tann 9
apríl 1940, kom ein maður
inn í handilin niðri á Møl-
ini algoystur og segði: vit
hava mist Danmark.
»Onkur man hava mist
meir ...<, svaraði Tomina,
sum stóð og keypti. Hon
hugsaði um tey, sum vóru
burtur og um tey, sum
høvdu síni á sjónum. So-
leiðis vóru tey gomlu.
Teirra mentan hóskaði til
teirra gerandisdag og vit
hava skyldu at virða tey
fyri teirra lív og teirra
stríð, tí eisini vit eru
fruktin av teirra lívi og
teirra strevi. Ti bygdin og
hennara sega snýr seg ikki
bert um tey, sum gjørdust
kend ella gjørdu bygdina
kenda. Bygdarlivid var
eisini gerandisdagur, ikki
altíð líka stuttligur. Hvat
vita vit um alt tað slit og
tað strev og stríð, okkara
forfedrar her høvdu fyri at
livbjarga sær og sinum
Teir vóru ikki so orðaríkir
sum okkara ættarlið.
Fámæltir fedrar, kallar
Heðin Brú teir. Vit minn-
ast tey sum gomul fólk,
hvert við sínari segu —
hjá nekrum hevði lagnan,
hóast stríð og baks, verið
til vildar — onnur bóru
upp á døpur mein.
Øll eru tey langt síðan
løgd til hvíldar niðri á Mel
ella uppi á Lógvheyggj.
men sporini eru eftir og
Minnisvarðin úti á
Hákunarheyggi talar sítt
týðuliga mál um, hvat tað
kostaði at lívbjarga sær
her.
Vit hava so mangan
lyndi til at gloyma hesi,
sum lítið gjørdu um seg,
bert passadu seg og sitt.
Kortini eru tad øll hesi —
tey sum skapadu tey timi-
ligu og andaligu virdini, su
sum vit kunnu takka at
vit ikki flyta tæguna toma
víðari til næsta ættarlið,
fyri nú framvegis at halda
okkum til Heðin Brú.
»Vit hava mangt ringt
at minnast á ta gomiu
tíðina<, sigur hann í síni
tiltiknu »Skålaviksferå«,
sum eg nevndi í áðni. Ti
skulu vit ikki harmas:t,
men fegnast um tan:
framburð, sum te
seinastu árini hevur verið
oynni sum heild og í hesar
Hesin framburður
ikki minst frá
sjofolki, sum eigur lívið
okkum ellum. Tann tim
bygd.
stavar
ligi framburðurin
Feroyum hevur gjert
okkum øll ríkari. Vit hav:
betri hús, betri klæði
betri heilsu og skúlaverk
vit hava bilar og sjónvarrt
vit ferðast og vit hav
stutt sagt rokkið ein tanr
hægsta liviføtin í
inum uppá ófatiliga stutt
tid. Hugsið beri um ter
menn, sum hava upplivað
Nei
dangurnar og heimsins
mest framkomna
fiskiveiðiflota. eru enn
bert um miðal aldur.
Minnist til tær kvinnur,
sum enn minnast, tá taí
var lívshættisligt at eig?
børn í Feroyum. eru illa
nokk vorðnar ommur enn
Tá vit hugsa um alt hettz
noyðast vit at viðgang:
at broytingarnar hava
verið egiligar — tær flestu
til tað góða, men vandi er
hverjari vælferå. Aliur
hesin framburður hevur
kostað dýrt. Bilurin er ein
dýrgoldin hentleiki. bæði
so og so. Tann friður og
tað samljóð, sum eyðkendi
tey gomlu. eg minnist
higani úr bygdini, er
burtur — vit koma ikki
saman á sama náttúrliga
hátt sum fyrr — álvar-
samir vandar hótta okk-
ara umhvervi og lívs-
grundarlag uttaneftir.
Men alt hetta fara vit at
lata liggja nú. Heldur fara
vit at fegnast um at
bygdin ikki hevur fingið
somu lagnu, sum so
mangar aðrar — takka
verið tí áræði og dirvi,
sum tykkara sjófólk hevur
víst til henda dag.
Eisini oygg - er í broyt-
ing eftir at :.ava staðið í
skugga í nanur ár, tykist
hon av vara at vera
komin ú* aftur í ljósið —
eisini hv .a fegnast vit um
og ska cg bert enda við at
ynsk :, at alt gott má
fylg:a tykkum, sum hava
va' at verða her og smíða
t: .kum eydnuna, her,
m tykkara forfedrar
ava livad í øldir.
—————————|—É—€—{—€—€—<|<—<—|——<———— LT————