Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 = 18. juli 1987 JOE 19 Dansaðu føroyskan dans i Danmarks Radio :z:: t fimtiåra minni — Arbeiddu við kornskurði, skóru torv, vóru í biograf fyri fyrstu ferð, í foroyinga- felgsveitslu og fingu So nógu sodavatn at drekka á Tuborg, at tey gloyma tað ongantíð aftur. Fyri 50 árum síðani vóru 80 føroysk skulabørn á ferð í Danmark. Seinasta leygardag hittust tey, sum enn eru á lívi, á Hafniu og mintust aftur á skúlabarnaferðina. Ein av næming- unum var Tummas Lenvig í Klaksvík og hevur hann gjørt blaðnum tann beina, at greiða eitt sindur frá hesi ferð. Leygardagin 11. juli var ein minnissamkoma á Hotel Hafnia, nú 50 ár eru runnin, síðan vit vóru á skúlabarnaferð í Danmark í 1937. Sosialurin hevur biðið meg skriva nekur orð um hesa ferð, og skal eg tí taka okkurt fram. Okkum varð sýndur slíkur blíðskapur, og vit fingu so nógv at síggja og læra, at eg kann bert umtala ein part av øllum. Vit vóru nekur, sum skrivaðu dag- bók, og tí ber til burtur úr hesum at nevna sumt av tí, sum fór fram teir 38 dagarnar, sum øll ferðin vardi. Vit vóru 80 skúlabern úr nógvum bygdum, 47 gentur og 33 dreingir, og fimm lærarafólk vóru við. Tey vóru: Andrias Thom- sen, lærari á Eiði, Eliesar A. Reynberg, lærari í Fuglafirði, Jacob Mein- hard Johansen, lærari í Hovi, Helena Johannesen (f. Olsen), lærarinna i Hesti og Koltri og Jenny M. Danielsen (f. Simon- sen), lærarinna á Toftum. Tað var nevndin fyri Fer- oya Lærarafelag, sum fekk skúlabarnaferðirnar í lag frá 1936 tíl 1939. Formaður var Richard Long. Feroya legting og Ovast uppi í Oðinstorni danski staturin fíggjaðu ferðirnar, og ein 5-manna- nevnd niðri í Danmark legði alla ferðina hjá okk- um í 1937 til rættis, sum vardi frá 22. juli til 29. august. Í hesi nevnd vóru: Kaalund-Jørgensen, skúlakonsulentur, Thor- kild Jensen, skúlastjóri, Arne Møller, læraraskúla- stjóri, K.A. Kristensen, fyrstilærari og formaður í Danmarks Lærerforening, og Fabricius-Bjerre, full- trúi í kenslumálaráðnum. Henda nevnd skipaði so- leiðis fyri, at vit teir fyrstu sjey dagarnar búði privat nær við Roskilde. Haðani ferðaðust vit til ymisk stød í fýra dagar og vóru heima í tríggjar. A Fyn vóru vit í átta dagar, har ein tó fór at flyta við toki og ferju um Stórabelt. Har vóru vit og vitjaðu mong steð í fýra dagar og vóru heima í tríggjar. Vit búðu eisini har privat í ymsum plássum á leiðini millum Odense og Middelfart. Vit vóru býtt sundur í tríggj- ar bólkar og høvdu lærara- fólk við, hver bólkur sær. Vit búðu eitt ella tvey saman í hverjum heimi eins og við Roskilde, og tá ið vit gjerdu útferðir, komu vit ell saman í tok- inum, sum kom gjøgnum strekkið, har vit ell búðu um vegir. Í Jyllandi búðu vit øll saman í einum ferðaheimi vid Knudsø, sum æt Knudhule, nær vid Ry. Har vóru vit í átta dagar, av teimum ein dagur at flyta við toki yvir Lítlabeltsbrúnna, sum tá var nýggj. Har vóru vit á ferð í fleiri býum í fýra dagar og vóru heima í tríggjar. Síðani gekk leiðin til Keypmannahavn- ar við toki: Ry - Aahus - Kalundborg - Keypmanna- havn. Hetta var tann 18. august. Vit komu at búgva á »Fregatten Jyll- and«, sum lå við Lange- linie, og har búðu vit til tann 26. august. Vit fóru sum sagt úr Feroyum tann 22. juli á kveldi og vóru aftur á Havnini tann 29. august, sunnukveld. Sostatt hevdu vit verið heimanífrá í 38 dagar. Vit hevdu siglt við >Tjaldrin- um« aftur og fram i seks dagar, koyrt heilar dagar millum bústeðini i triggjar dagar. I felag vøru vit ut- ferðir i 18 dagar, og 11 dagar kundu vit fyri tað mesta gera tað, sum vit høvdu hug til, aloftast saman við teimum fólk- unum, sum vit búðu hjá. Vit t.d. arbeiddu við korn- skurðinum ella vóru har sum tey arbeiddu upp á torv, ella vóru í urtagarðs- arbeiði og sóu, hvussu alt hetta fór fram. Í Keyp- mannahavn hevdu vit o.u. tveir dagar frí, annars vóru vit har á ferð í heilum, og eg haldi, at tað var tann strævnasta tíðin, tí vit sóu so nógv stuttari tíð, og tað var alla tíðina so hendinga gott veður við bakandi sól, og soleiðis var tað at kalla 1 SO