Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Yrkisblásarar og amaterar í Vesturkirkjuni: Góð konsert - og nýggjur siður Konsertin, sum Nordisk Ama- tor Musik Union skipaði fyri í Vesturkirkjuni friggjakvøldid 10/7, var góð í allar mátar. Næmingarnir gjørdu sítt besta, yrkisblásararnir vóru á einum staði, ið sjáldan er at hoyra í Foroyum — og foroy- ingar fóru undir nýggjan sið: At verða sitandi niðri undir postludiinum! Endiliga kom hesin siður til landið! Sum vanligt er á konsertum byrjaðu tey »kronoligiskt« — tvs. spældu tann elsta tónleikin fyrst. Hesaferð var elsti tónleikurin Branden- burgar konsert nr. 3 í G-dur eftir J.S. Bach — tveir satsir vórðu spældir. — »Aftur nú,< hevði tú næstan lyndi at hugsa, tí Bach man mangan hava ver- ið at hoyrt á konsertum. Kortini upplivdi tú hetta stykkið sum nakað »nytt«, tí tú ert ikki vanur at hoyra Bach verða spældan soleiðis í Feroyum — ella fyri tað aðrastaðni heldur. Fáur dugir sum Bach at spæla sær við temaum. Granskar tú eitt tónleika- stykki eftir hann, finnur tú mangan eitt ávíst tema, ið gongur igjøgnum alt stykkið og stingur seg upp, har tú minst væntar tað. Einki er av tilvild, men gjøgnum- hugsad ut i æsir. Stykkini kunnu vera bygd upp um slik tema. Mangan er ikki bara eitt, men fleiri ymisk tema i sama stykki, id liggja og arbeiða ímóti hverjum eðrum — og tó verður tað ein heild. KANN LÆTT GERAST HURLIVASI At fáa øll hesi tema sam- skipað og gera vakran tón- leik burtur úr teimum krev- ur sín mann. Tað kann lætt gerast ein keðiligur, teoret- iskur hurlivasi. Schumann td. hevði hesa >sjúku<: hann fann tema allastaðni. Og so vildi hann hava hvert tema og hvenn melodi- stubba at koma tydiliga fram, so partiturim hjá hon- um vóru á ur við cendopilum og accentur Hetta riggaði teoretis sæ! 5 di k I í i d 5 KE SNE SO SI máta. Tað, ið best prógvar hansara evni á hesum eki, eru orgulkoralirnar við s.n. »ritornellum«, te. tú hevur eitt tema, sum er óheft av sálmalagnum, og so er at fáa eina heild burturúr. Hugsi í hesum sambandi um tær sonevndu >Schøb- ler-koralirnar< og serliga ta kendu »Wachet auf<. Her hevur Bach skapt eitt genialt tema, ið er púra óheft av sjálvum sálmalagnum. Heilt ótrúligt, hvussu væl hann samskipar hesi bæði tema. Nú, hetta var so ein lang- ur umvegur fyri at lýsa ein part av Brandenburger kon- sertunum! BACH Á EIN NÝGGJAN HÁTT Her er Bach í tí lættara end- anum. Tað løgna er, at vit hava sjáldan hoyrt Bach spældan so lætt. Altíð hevur verið okkurt tungt og greyt- ut, ella beinleiðis turt og keðiligt yvir tí. Mundi tað verða Bach, ið var so vána- ligt tónaskald? Neyvan — tað prógva passiónskoralir- nar betur enn nakað annað. Heldur eru tað vit, ið ikki hava dugað at spælt tónleik- in hjá honum. Trupulleikin er tann, at undir tí romant- iska tíðarskeiðnum vóru bæði Bach og allir barokk- komponistarnir burtur- gloymdir — tónleikaidealið hevði skift, og eingin áhugi var fyri hesum tónleikinum. Mendelssohn fekk Bach upp aftur úr gloymskunnar havi og endurnýggjaði áhug- an fyri hesum tónleikinum. Men hvussu átti hann at verða spældur? Sum vera man fóru menn at spæla an! ska klangidea et verða prógvað. Helst er hetta atvoldin til, at vit hava havt eina ávísa andstygd fyri barokktónleiki — »turris- ligt, turrisligt«. Nú hava ekspertar kann- að, hvussu spælt hevur verið í Bach'sa tíð. >Alte Spiel- weise« er ein rekonstruktión — menn halda, at spælt varð soleiðis. Hesum royndu tey seg við í Vesturkirkjuni. Haldi, tey komu væl frá tí. Tí eitt er, hvussu tónaskaldini skriv- aðu — annað er at framfera tað, so øll tema og annað kemur týðiliga fram. Gott, at >Alte Spielweise< vinnur alt meiri fram. Heldur ikki er oftari enn so, at diri- genturin roynir tað gamla við at vera cembalistur. ÍSPEGILIN GRIEG Farið var frá barokkinum yvir í romantikkin — til ta kendu Holberg-suituna eftir Edvard Grieg. Ikki av ong- um, at hon er kend. Her hvarv allur dámurin av »Alte Spielweise«, og vit vóru inni í tí norska trella- skóginum. Romantikararnir = brúka fragment úr barokk-tónleik- inum, men viðgera tey á annan hátt. Teimum dámar eisini at spæla sær við »røddunum« (stemmun- um), men tær ganga oðrvísi — meira kromatikkur, og »røddirnar« eru ikki líka sjálvstoðugar, men laga seg eftir harmoniunum — akk- ordunum. Hetta er eisini ein týdn- ingarmikil munur millum barokk- og romantiskan tónleik: Barokktónaskaldini hugsa »horisontalt«, te. stemma« er rættiliga sjálvstoðug, og heildar- nyndin er oftast fleiri hver stødugar »stemmur« ísenn h Nr. 81 — 21. juli 1987 ið hevur tydning, og oftast eru hinar »stemmurnar« lagaðar eftir teirri hægstu. Og sjálvandi eru harmoniir- nir heilt ymiskir. Tí verður ystemmuferingin< eðrvísi. Mangan ger Grieg slíkt, ið helst fær allar lærarar í har- monilæru at øtast. Mangan ljóðar tónleikur- in hjá Grieg so »trølsligur« — norðurlendskur. Men hann er jú eisini national- romantikari — bygdi tón- leikin mestsum beinleiðis á norskan fólkatónleik — og helst er tað tí, at tónleikurin hjá honum er so »melodiøs- ur< — sangbarur. Vit kenna okkum á heimavelli. Ikki er hann sert av ein- um íspegli — ironiskur onk- ursvegna. KINGO Í BLÓÐINUM Tónleikararnir høvdu úr at gera. Sjálvandi hoyrdist, at hetta vóru amaterar — og altíð er okkurt smávegis at finnast at — sigur ummæl- arin ikki sannleikan, so er ummælið einki vert. Men tær smáu villurnar hava ongan týdning í hesum sambandi. Karakterurin á tónleikinum hevur meir at siga. Og hann var í lagi. Barokk-tónleikurin ljóðaði sum barokk-tónleikur, og tann romantiski ljóðaði romantiskt. Holberg-suitan hevur fyrr verið spæld í Feroyum, og tú trúði neyvan, at tað var sama stykki, ið spælt varð. Ti ta ferðina var stykkið tungt! Vit hava enn Kingo í blóðinum. So eg fari at geva teimum rætt, ið siga, at slík norðurlendsk skeið eru út- viklandi. Í øllum førum fyri okkum í Feroyum. Tu kanst ikki krevja tað le heilt ómeguliga av einum amatgrorkestri sériiga f 1 101 Men verið hevur í Føroyum — uttan sjálvandi, tá ið talan hevur verið um yrkisspælar- ar. GAMAL TÓNLEIKUR Í NÝGGJUM BÚNA Københavns Messingsblæ- serkvintet spældi síðani Francies, Toyes and Dreams eftir Giles Farnaby. Tad hoyrdist longu å teirri fyrstu akkordini, at hetta vóru yrk- isspælarar! Klokkureint. Renessansu-tónleikur vís- ir seg at klinga einastand- andi væl fyri hesi ljóðferi (2 trompetir, trombone, vald- horn og basstuba), hóast hann er ikki skrivaður fyri tey — tey vóru ikki til tá! Ventilarnir vórðu jú ikki uppfunnir fyrr enn í 1815. Men vit eiga ikki at vera rædd fyri at ganga nýggjar leiðir. Spurningurin er: høvdu komponistarnir tá vitað um hesi nýggju ljóð- føri, høvdu teir so ikki skrivað henda tónleikin fyri tey? Hesi nýggju ljóðferini — eru tey »måtaflipp«, lagað eftir tí skiftandi klangideal- inum (slíka lagnu fekk orgl- ið) — ella eru hetta sinkur og natúrhorn, sum eru gjørd betri? Sjálvandi — tað fara menn at tjakast um í geldir. Hetta slag av tónleika- kvintett er av góðum grund- um lutfalsliga nýtt, men hevur uttan iva framtíðina fyri sær. EIGUR TÓNLEIKUR ALTÍÐ AT VERA VAKUR? Målarkvintettin úr Svøriki spældi nútíðartónleik: Déjá connu eftir Bo Nilsson (1973). Stykkið lýsir hend- ingar i hansara og upp- tvilsi, hann hevur havt. KKUM IMÓtt n Orð og myndir: Heri Eysturlíð leik. Men hugsa teg um — er lívið ikki mangan ein vav- greytur? Ikki altíð skipað í kontrapunktiskar reglur. Um vit vita, at slíkur atonal- ur tónleikur mangan lýsir ótta, sjúku, ótryggleika og annað abstrakt — fær hann so ikki sterri virði fyri okk- um? Tónleiki nýtist ikki altíð at vera vakur. Tað »ljéta« kann sanniliga lýsa og und- irstrika okkurt. Tak t.d. Leo- nardo da Vinci — hann mál- aði ikki bara vakurleikan (Mona Lisa). Tað besta hann fekk, var at ganga á getunum og tekna karika- turar av teim ljótastu fólk- unum, hann sá. GÓÐUR SIÐUR Báðar kvintettirnar spældu at enda Jesu bleibet meine Freude — sjálvandi í nýggj- ari útseting og við saxofon! Men, sum sagt, óttast ikki fyri at ganga nýggjar leiðir — tí eingin veit, hvat Bach hevði brúkt saxofon til, um hann hevði vitað um hana. Postludium spældu tey eisini eitt stykki yvir danska sålmalagid »Kirkeklokke, ej til Hovedstæder«. Her hendi tad glediliga, at føroyingar fóru undir nýggjan sið: vórðu sitandi undir postlud- inum! Tað verður gjørt alla aðra- staðni — tí so nógva virðing hava tey fyri tónleikinum, at tey koma sær ikki bara at fara tysjandi á dyr, so títt og knapt byrjað verður at spæla — tað er vanvirðing fyri arbeiðinum hjá ødrum. Higartil hava vit gjørt tað her í landinum — hvat munnu útlendingar íkki halda um okkum? Landa- komn:! Vónandi halda vit fast við henda góða sið, vit ford in í Vestúrkirkjuni hetta kveldið