Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 23. juli 1987 Frá Føroya óðalsfelag: Fráboðan til Foroya fólk Tað lítla samsvar millum tann pris ið fæst fyri jerð í vanligan handil og tann prís ið verður latið fyri ognartikið lendi. Hesin mismunur má halda uppat, sigur Óðalsfelagið. Fráboðanin er soljóðandi. Tann 20. juni 1987 varð Feroya óðalsfelag sett á stovr, og stjórn felagsins hevur síðani fingið nekur orð, sum hava boðað frá, at felag okkara hevur vakt miklan ans. Serliga vilja vit takka teimum, sum hava gjert so nógvan háva burtur úr, at tey eru farin heilt í bleðini at um- røda okkum. Øll hendan umreða er besta prógvið fyri, at hes- in felagsskapur leingi hevur verið harðliga fyri neyðini, og at tiltrongt er at virka fyri endamáli hansara, sum er at skipa í felag øll tey sum eiga 60- alsjerð í Føroyum, so at 'miðvíst kann verða vaks- ið um óðalin og virkað fyri felags áhugamálum. Grundsteði felagsins er tann sannfering, at eins væl og tað var gott, at landnámsmennirnir, tá teir settu búgv her, gjerd- ust 6dalsmenn, so er tað eisini í dag best bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið, at landsins jerð er óðal. Í landi okkara er jerðin kerg, men arbeiðsmegin er so dýr, at tað sjálvandi loysir seg at framleiða landbúnaðarverur við selu fyri eyga uttan at innflyta so nógv av tilfari, at tað mestsum gerst heildartap fyri lands- búskapin. Samstundis er frítíðin long, og tey sum hava meguleika fyri tí, kunnu nýta ein part av henni til arbeiða við jerð. Á tann hátt kunnu tey, við egnum arbeiði og uttan stórvegis nýtslu av innfluttum til- fari, framleiða nakað av tí, sum tey brúka í sínum egna húsarhaldi. Alt ben- dir á, at hetta er tann mest lenandi skipan, sum vit kunnu koma fram til innan landbúnað okkara. At framleiða til egnu ný- tslu loysir seg væl, og hetta hava fólk eisini altíð tryggjað sær meguleika fyri, tå id tey ajålvi hava havt ræði á ognarvidur- skiftum. Vit meta tað vera rætt, í okkara demokratiaka samfelag, at leggja vidur- skiftini tilrættis å tann skynsama hátt, sum fólk okkara ynskir. Men tí- verri noyðast vit at ásan- na, at stórsti parturin av tí | landbúnaðarlóggávu, sum vit hava land okkara, ikki er gjert við hesum fyri eyga, og verða vit tí framyvir at ansa eftir, at eingi nýggj afturstig ver- ða, og at tað heldur fer at ganga tann rætta veagin. Ynski okkara er, at lagt verður soleiðis til rættis, at enn fleiri fólk kunnu fáa gagn og gleði burtur úr lansi okkara við at tey eiga ein part av tí, sum tey sjálvi sleppa at arbei- ða, og at myndugleikarn- ir skipa so fyri, at yrkis- kunnleiki stendur fólki okkara í boði, so at tey verða fer fyri at nýta nútímans tekni og harvið fáa enn meir burtur úr síni arbeiðsmegi. Hetta er eitt felagsgagnligt endamál. Vit seta okkum ikki ímóti, at tað almanna ognar sær jerð til hetta og onnur felagsgagnlig endamál. Men eitt sum vit koma at hava eyguni eftir, er at tað almenna ikki legst á og tvíheldur um jerð, sum ikki verður nýtt til slík endamál. Við at lata hesa jerð frá sær til einstaklingar verður vaksið um óðalin, og er neyðugt at gera broytin- gar í lóggávuni til tess at seta hetta í verk, so eru vit fús til at medvirka. harumframt loyva vit okkum at yvast í, at allar tær heimildir, sum legtingslógin frá 21. maí 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir gevur til ognarteku, veruliga kunnu sigast at vera til felagsgagnlig endamál. Tí vilja vit virka fyri at fáa hesa lógina btoytta, og um tað ikki eydnast, so fáa kannað, um hon yvir- hevur er sambærlig við grundlóg okkara. Limir okkara eru illa royndir av tí endurgjaldi, teir fáa fyri ognartikna jerð. Tað er lítið samsvar millum tann prís, jerð verður seld fyri í vanligum handli, og so Talv og borðspæ Ein túsund ára gomul heilsan til talv- kappingina í Norðurlandahúsinum Nú asfaltið verður lagt á byrgingarnar, ið fara at seta ekið við Eiðisvatn undir vatn, grava forn- freðingarnir av øllum alvi undir Argisbrekku. Seinastu husatoftirnar skulu kannast og tekn- ast, dungaflåirnar, sum eftir eru, gravast út, og seinastu royndirnar verða tiknar til gjellari kanningar á fornminnis- savninum og á rann- sóknarstovunmi. Ditlev Mahler hevur fyri Fer- oya Forminnisavn staðið fyri kanningunum, sum SEV ber kostnaðin av. Arbeiðið byrjaði í juni í 1985 og verður væntandi liðugt í komandi mán- aða. Fyribilsúrslit hava víst, at frá miðskeiðis í 900 árunum og eini 100-150 ár fram hevur verið ergi á tí gróðrar- ríku oyruni millum Eidisvatn og Argis- brekku. ' Framman fyri einum av húsunum frá uml. ár 1000 verður í letuni grivin út ein dungaflá, og sum heilsan til talvkappingina, id nú fer fram í Norðurlandahús- inum, varð funnið fólk til okkurt borðspæl. Fólkið, id er 5 cm høgt og telgt úr furu er tó neyvan talvfélk. Borð- spøl frá víkingatíð kenna vit frá teimum ís- lendsku søgunum, sum nevna »hneftafl«, og frå fornfrødiligum útgrevst- rum, ma. Í Føroyum. Fundir er gjørdir av fólki og borði, id líkjast okkara damm- og myllu- spæli, og ber hetta boð um, at áhugin fyri borðspæli óivað er gamal í Føroyum tað sum latið verður fyri ognartikið lendi. Tað ber íkki til at halda fram við at gera slíkan mismun, og vilja vit royna allar meguleikar fyri at beta um hetta. Men skulu vit koma nakran veg fram á hesi leið, so er eitt neyðugt, og tað er undirteka frá fólki okkara. Hon hevur verið góð, og vilja vit tí heita á ell tey úti um land okkara, sum taka undir við okkum, um at gerast limir. Limagjalið er sett so lágt sum 10 kr. fyri hverja gyllin. Umráðandi er tí, at allir óðalseigarar eru við. Til ber at tekna teg sum lim á einum og hverjum peningastovni ella við at venda sær til onkran av stjórnarlimunum. Vegna Føroya óðals- felag tann 18. juli 1987. Amaliel Hansen Klaksvík Ditlev Róin Fuglafirði Niels Thomas Pedersen, Vestmanna Joen Pauli Guttesen, Sørvågi Lindberg Djurhuus, Skopun Mikkjal Sørensen, Porkeri Zakarias Wang Hoyvik Tekning av fólki telgt úr furu. Funnin á utgrevstrin- um undir Argisbrekku. Teknað í 1:1. Fólkið lá saman við heggspónum og viðjum í dunganum framman fyri einum av húsunum frå víkingatíðini, sum í letuni verða grivin út undir Argisbrekku við Eiðisvatn. TM 87 del. Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Á psykiatrisku deild 5 eru størv leys at søkja fyri sjukrasystrar og pleygarar (sjukrahjålparar). Sjúkrasystrar: 3 størv á fullari tíð, møguleiki er eisini at fáa starv á niðursettari tíð. 1 starv sum avloysari fyri sjúkrasystir í barnsburðarfarloyvi, sum skjótast og til 31. desember 1987. Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl. 9.30—15.30, viku- skifti og halgidagar frí. Pleygarar: 4 størv á fullari tíð, møguleiki er eisini at fáa starv á niðursettari tíð. Sjúkrahjálp- arar hava eisini møguleika at søkja. Deild 5 er ein røktardeild til 18 sjúkling- ar, sum hava stóran tørv fyri røkt og umsorgan. Deildin hevur sum mál, um- framt at røkja tann likamliga tørvin hjá sjúklingunum, at stuðla og aktivera sjúklingarnar fyri í storta mun at beta um og fyribyrgja ellisbrekum. Deildin ynski umsøkjarar, sum hava huga at arbeiða við eldri fólki, sum hava áhuga at luttaka í menning av eldrarøkt og sum hava góð samstarvsevni. Nærri upplýsingar um størvini fåast vid at venda sær til Vilgerð Modi, deild- arsjukrasystir ella Signhild Johannesen, yvirsjukrasystir, tlf. 13540, lok. 425 ella 351. Umsókn verður at senda til fyristoðu- kvinnuna, Landssjúkrahúsið, 100 Tórs- havn. Leyst starv á tollstovudeildini í Klaksvík Á tollstovudeildini í Klaksvík er skriv- stovustarv leyst at søkja. Skrivstovuarbeiði áður gevur fyrimun, men talan kann eisini vera um starv sum næmingur, um treytirnar við handilsskúlaútbúgving (HMX ella FHS) eru í lagi. Løn eftir 7. ella 9. lønarflokki eftir sáttmálanum millum landsstýrið og starvsmannafelagið. Hondskrivað umsókn við avriti av próvskjólum og møguligum viðmælum verður at senda innhigar sum skjótast og í seinasta lagi 31. juli 1987. Føroya Tolistova Box 339 110 Tórshavn