leygardagur 25. juli 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
oddagrein
Samtyktirnar
NÚ TAÐ ER vorðið móti at
stinga løgtingid í bakið, at
skriva brøv til fremmandar
maktir og lúta so lágt, at tað
brakar í ryggjageislunum,
eigur tað enn einaferð at
verða sligið fast, hvar
javnaðarflokkurin stendur í
spurninginum um ávaringar-
stødina og lurtistødina í
Mjørkadali.
LØGTINGID hevur gjørt
triggjar meginsamtyktir
hesum viðvíkjandi. Tær
hava allar sum aðalfortreyt,
at áhugamál Føroya eru
best vard við, at vit halda
okkum uttanfyri allar hern-
aðarsamgongur og við ikki
at leggja land til herstødir.
JAVNAÐARFLOKKURIN
tekur av fullum huga undir
við hesum samtyktum,
hann hevur atkvøtt fyri
teimum, og stuðulin til
teirra er feldur niður í
javnaðarfloksins stevnu-
skrá. Her er tí eingin ivi um
støðu okkara, og eingin
skal óátalaður sleppa at sáa
iva um hesa støðu. Vit
vingla ikki fyri tí, at vingul-
skølturin á Dagblaðnum
skiftir støðu sum onnur
skifta stúku, og vit fara ikki
Ábyrgdarblaðstjóri:
Utgevari: P/f Sosialurin
Jan Miiller
Krisjan Dahl
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P'f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
at skifta politikk, hvørja
ferð ein veljarakanning i
Hoydølum gevur eitt úrslit,
sum vit kundu ynskt okkum
ødrvisi.
JAVNADARFOLK kunnu
heldur ikki i longdini lata
sær lynda, at samstarvstjóð
okkara vanvirðir løgtingsins
samtyktir, og nógv eru tí
ósamd við teir, sum nú føra
fram, at hendingarnar í
seinastuni ikki eiga at fáa
avleiðingar fyri viðurskiftið
við Danmark. Tað tænir
ongum endamáli og bøtir
ikki um javnaðarfloksins
umdømi at stinga høvdid í
sandin og lata tvey og fimm
vera líka. Tí eigur málið um,
hvussu vit fáa okkara sam-
tyktir virdar, at verða tikið
upp til viðgerðar í javnaðar-
flokkinum. Tíðin stendur
ikki í stað, og eingin lóg er
galdandi í allar ævir —
heldur ikki heimastýris-
lógin.
HENDINGARNAR í seinast-
uni hava fingið nógv
javnaðarfólk til at hugsa, at
tíðin er komin til at blaða
fram til eitt annað og upp-
aftur vakrari blað í tí søgu,
vit hóast alt hava felags við
Danmark.
jd
FÁ
LT
Nr. 83 — 25. juli 1987
Sigast ka sonnum
um blaðstjóran á Dag
blaðnum, at n er ein
talkunstnari. Hetta
vit sæð fyrr, og í blaði
hansara 22. juli síggja vit
hava
aftur eitt prógv fyri
hesum. Her verður
prentað ein grein, sum
skal »progva«, at alt tos
um vanda vid havdålking
og ovveida er tad reina
tvætl.
Í hesum sambandi
standa feroyskir fiski-
frødingar eisini fyri skot-
um, og at einki skil er í
teirra ávaringum móti ov-
veiðu verður »progvad«
við at vísa á, at >samlaða
veiða føroyinga av gagn-
fiski å nærleidum er økt ur
37.000 t. i 1975 upp i
140.000 t. i fjør, ella ein
ferfalding«.
Hetta er so snildisliga
uppsett, at tølini, sum
upp um veiðu
førovinga, eru á góðari
leið. Men einhver kann
siga sær sjálvum, at skal
metast um, hvat hesir
grunnar tola, må sam-
metast við samlaðu veið-
una undir Feroyum ár fyri
ár. Og hvat vísa so hesi tel
fyri 1975 og 1986. Fyrst
skal sigast, at fiskifrød-
ingar hava åvarad um
botnfiskastovnin, og í
1975 vórðu veidd til
samans uml. 135.000 t. av
botnfiski. Av hesum
veiddu feroyingar u
40.000 og útlendingar
restina uml. 95.000 t. Í
1986 veiddu feroyingar
umi. 123.000 t. og út-
lendingar uml. 10.000 ella
tilsamans uml. 133.000.
Hesi tel vísa við eðrum
orðum, at veiðan eftir van-
liga botnfiskasløgunum
hevur verið nøkurlunda
Talkynstur og talfalsing
tann sama í fjør sum
1975. Vit vita eisini, at
seinastu árini hevur okk-
ara egna heildarveiða
verið spakuliga minkandi,
samstundis sum vit hava
fingið fleiri og fleiri skip.
Men lat tað fara í hesi
syftu. Tað avgerandi er, at
próvferslan um ta øktu
veiðuna undir Feroyum er
beinleiðis felsk. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at henda
próvfersla hevur verið
frammi í Dagblaðnum. Og
hóast flestu leiðandi fólka-
floksmenn hava vitað, at
talan hevur verið um tal-
manipulering, hevur
eingin lagt í at rætta
hetta.
Men hví skuldu teir
eisini tað. Ein slík próv-
fersla er ikki annað enn vit
á flestu eðrum ekjum fáa
frá hasum kantinum.
X.
-...... eg ynski ei meir!
(Aftursvar til Karl Jespersen)
Ymisk eru ráðini, ið fólk
leggja í sambandi við van-
æruna, ið mær er fyri í
ávísum blaði næstan dag-
liga. Tað eru tey, ið mæla
til at svara aftur so tað
munar, meðan onnur siga,
at: tú skal tiga teir í hel, tí
hatta, sum tær hevur
verið og er fyri — politisk
rættargongd og útspilling
av versta slag — er teirra
skomm, ið tílíkt verk
fremja.
Eg havi higartil valt at
lata pennin liggja, men tá
fjølmiðlarnir spyrja um
ymisk viðurskifti, havi eg
ikki sýtt fyri at svara
spurningum teirra, tí hesir
verða vanliga mettir
fremstu stuðlar fólka-
ræðisins.
Viðurskiftini millum
Feroya Fiskaselu og Tver-
oyrar Flakavirki havi eg
viðgjert í drúgvari sam-
rødu við Sosialin nr. 64 t.
11. juni h.å.
Men likt er til, at Karl
Jespersen hevur onki
fingið við av tí, sum har
varð vidgjørt, og tá hann í
grein sínari nevnir fundin
við fiskaselustjóran og
fulltrúar hansara, saman
við starvsnevndini, sum er
mannað við fremstu
vinnulivsmonnum í land-
inum, fyri tóman at vera,
so er skilligt, at maðurin
hevur ongan áhuga fyri at
viðgera sakina, men
ístaðin nýtir hana sum
høvi til at leggja eftir
ávísum persóni við briksli
um hevndarhug og
klandur.
At Heri Mortensen áður
hevur nýtt sama orðalag i
viðtalu við Sosialin er fyri-
gevandi. Tá hann hetta
segði, var hann staddur
umborð á Norrenu langt
suður úr Borðuni, uttan
fyri tollmarkið, og undir
tílíkum umsteðum kann
so mangt henda og verða
sagt. Men tað er Sosial-
inum til lítlan heiður at
pynta forsíðuna við tí-
líkum tilfari, og enn minni
semir tað seg manni —
farin um tey sjeyti at
válka sær í tí sama vána-
liga tilfarinum.
Í kommununi og fleiri
feløgum, sum eg havi
ábyrgdina av, er C.V.
Weihe valdur grannskoð-
ari, og tá talan er um ráð-
geving verður farið til
hansara, og saman hava
vit loyst stórmál á fíggjar-
liga økinum, til gagn fyri
hvønn einstakan borgara.
Fyri bert hálvum ári
síðani eydnaðist okkum
við ráðgeving hansara at
umfíggja stóran part av
lánibyrðu kommununar,
við tí úrsliti, at láns-
gjøldini minkadu við 4
mill. kr. Hesin peningur
verður í dag nýttur til hart
tiltrongd arbeiði, sum alt
ov leingi hava ligið á láni.
Val av grannskoðara fer
fram á aðalfundum á
hverjum ári, og tá aðal-
fundurin í Fylking fyri 2
árum síðani valdi ný-
stovna bókahaldsvirki til
grannskoðara, var hetta
Oiva einamest fyri at
stuðla eitt lokalt virki, og
við telduútgerð á løn-
gjaldsstovuni í dag, hevur
ein altíð meguleika til at
fáa neyðuga ronkskapar-
hjálp frá bókhalds-
virkinum á staðnum.
At Karl Jespersen fær
tílíka aðalfundarsamtykt
til at vera mannajagstran,
sigur ikki so lítið um, á
hverjum steði, maðurin er
staddur.
Ikki ætlai eg mær at
tjakast við Karl Jespersen
um, hver okkara hevur
verið meira nyttigur á fak-
felagsøkinum. Tað verða
onnur at meta um. Men eg
kenni meg vissan um, at
mótvegis Karl, so høvdu
slóðararnir gomlu — um
teir vistu seg aftur í
verðini — frett seg al-
mikið, og mett tað sum
stersta sigur, at Fylking
og Fiskepigernes Fag-
forening í dag mynda for-
mansskapin í Tveroyrar
Flakavirki, ein hin stersta
arbeiðsgevaran í land-
inum. Og teir høvdu eisini
frott seg yvir, at hesi
somu mynda meirilutan í
býarstýrinum.
Og sum fakfelog annars
stóðu felegini sína roynd í
3 vikur verkfallinum í mei
mánaða. Limir Fylking-
ar, eisini Karl Jespersen,
fingu verkfallsstuðul út-
goldnan regluliga, og sam-
bart teirra egnu úttalilsi,
royndist hesin stuðul
teimum drúgvari, enn um
teir hevdu verið til
arbeiðis. Og hóast hetta
teljast ognir felagsins í
milliónum.
At enda! Allar staðir,
har eg taki avgerðir, tað
verði í býráðnum, vinnu-
lívinum, fakfeløgum v.m.,
er tað sum partur av
einum fólkavaldum meiri-
luta. Virðingin fyri okkara
frælsu samfelagsskipan
ger, at eg verði ongantíð
at finnast í liði teirra, sum
nýta annan atferðarhátt.
Og eg havi onki sterri
ynski enn at álitið mær er
víst, til eftir forimuni at
2