týsdagur 28. juli 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SMU DL
Til Ålborg å
vinarbyarstevnu
Ungdómsleikir fyri fleiri tjóðir
Í september 1986,
åvikavist oktober 1986,
samtyktu býráðini í
Fuglafirði og Aalborg at
gerast vinarbýir.
Í apríl 1987 vóru umboð
fyri Fuglafjarðar býráð í
Aalborg og vitjaðu. Tá
varð eisini tosað um, hvat
vinarbýar samarbeidið
skuldi snúgva seg um.
M.a. vóru vit samd um at
arbeiða fyri vinarlag mill-
um borgarar úr báðum
býunum.
Fyri at fáa eina góða
byrjan fer eitt rættuliga
stórt ferðalag úr Fugla-
firði til Aalborgar at vitja
frá 2. til 7. august. 25
ítróttaáhugað, leiðarar
íroknaðir, fara til Ung-
dóms leikirnar 1987 (UL
87), har ung úr øllum vin-
arbýunum hjá Aalborg
hittast fyri at læra at
kenna hvenn annan, við at
spæla saman, hugna sær
saman og við at búgva hjá
einari »vinarbyarfamilju«,
meðan leikirnir fara fram.
Vinarbýirnir hjá
Aalborg eru hesir: Almere
í Hollandi, Antibes í Frak-
landi, Ediburgh í Skot-
landi, Frederikstad í
Norra, Fuglafjorður í
Feroyum, Gdynia í Polen,
Haifa í Ísrael, Húsavík í
íslandi, Innsbruck í
Eysturríki, Karlskoga í
Sveríki, Lansaste í
Onglandi, Pushkin í
USSR, Racine í USA,
Rapperswil í Schweits,
Rendsburg í Vesturtýsk-
landi, Riihimaki í Fin-
landi, Scoresbysund í
Grenlandi, Solvang í
USA, Tulcea í Rumenia,
Varna í Bulgaria og
Wismar í Eysturtýsk-
landi.
Sostatt hittast ung úr
22 sterri og smærri býum
fyri at læra hvenn annan
at kennd. Roknað verður
við, at um 1800 koma til
ungdómsleikirnar i døg-
unum 2. til 6. august.
Fleiri
itrottargreinir
Ítróttargreinirnar, kapp-
ast verður í, verða hesar:
Atletik, badminton,
basketbólt, BMX, borð-
tennis, bowling, bróting,
bogaskjóting, cricket,
kappsúkkling, fótbóltur,
fekting, golf, fimleikur,
hondbóltur, íshockey,
judo, kajak, karate, kunst-
skoyting, orientering,
kappríðing, kappsigling,
skjóting, sportsdansur,
svimjing/fyri brekað,
tennis, flogbóltur og vekt-
lyfting.
Fuglfirðingar fara at
luttaka í hondbólti fyri
gentur og dreingir og í
badminton, eisini gentur
og dreingir. Hondbóltur
gentur: aldur 1973-74 í
pulju 1 saman við Aalborg
1, Aalborg 4. Tær spæla
fyrsta dystin móti
Aalborg 4 mánadagin 3/8
kl. 12.45 i KFUM-Høllini
Hasserisparken, sidani
spæla tær aftur miku-
dagin 5/8 kl. 12.45 móti
Aalborg 1 i somu høll.
Hósdagin 6/8 og friggja-
dagin 7/8 spæla so pulj-
urnar sinamillum um
endaligu plaseringarnar.
Fríggjadagin 7/8 kl. 18.15
verða so virðislenir latnar.
Hondbóltur dreingir
1973-74 í pulju 2 saman
við Aalborg 2, Aalborg 3
og Frederikstad. Teir
spæla soleiðis: 3/8 kl.
15.00 í KFUM-Høllini
Fuglafjørdur-Frederikstad,
4/8 kl. 13.30 Aalborg 3 -
Fuglafjørdur, 5/8 kl. 13.30
Aalborg 2 - Fuglafjorður.
Hósdagin og friggja-
dagin spæla so dreingirnir
eins og genturnar pulju
móti pulju.
Kl. 18.15 verða so
premiur latnar i Stadion-
høllini.
Teir innleidandi dyst-
irnir í badminton verða
mánadagin og týsdagin.
Dystir hósdagin og final-
urnar verða so leiktar
fríggjadagin 7/8.
Premiurnar verða latnar
fríggjadagin millum kl.
10.00 og 16.00 í Levvangs-
høllini.
Eisini
fakfelagsfolk
Ikki bert ítróttin i Fugla-
firði verður umboðað í
Aalborg hesar dagarnar.
Eisini umboð fyri Fugla-
fjarðar Arbeiðsmanna-
felag og Fuglafjarðar Ar-
2
Úr Fuglafirði fara tey út at
knýta vinarbond
beiðskvinnufelag luttaka
á einari arbeiðarakongress
við luttøku frá hinum
vinarbýunum.
Til ta almennu skránna
fyri ungdómsleikirnar
hoyrir eisini undirhald á
Aalborg stadion mána-
kveldið 3. august kl. 19.00
og kl. 20.00, tá leikirnir
alment verða settir. Her
luttaka m.a. danski m
mentamálaráðharrin, am-
bassaderar, formaðurin
fyri DIF, umboð fyri
vinarbýráðini v.m.
Týsdagin 4. august lut-
taka tey kommunalu um-
boðini í einari vinarbýar-
ráðstevnu í Medborger-
huset. Her verða so vinar-
býaravtalurnar endur-
nýggjaðar, og skal eisini
avtalan millum Fuglafjorð
og Aalborg endaliga
undirskrivast tá.
Vinarbýaravtala er:
at styrkja um vinar-
samstarvið við at stovna
og varðveita vinarlig sam-
bond við hvenn annan,
at fremja sínámillum
fatan og virðing millum
borgararnar í Fuglafirði
og Aalborg,
at eggja og stuðla ung-
dóms- og vaksnamanna-
feløgum, bólkum og ellum
samfelagsstættum i
Fuglafirði og Aalborg til
at vitja hvønn annan,
at skifta orå um upp-
lysing og vitan, fyri til
allar tíðir at menna
menniskjanslig og ment-
unnarlig sambond og
skapa ein tryggan grund-
Nr. 84 — 28. juli 1987
=
2
ARBEIDSEFTIRLITID
Frá Arbeiðseftirlitinum:
Í ollum forum
krevst loyvi
Í samband við
skrivingina um óreglu-
ligu trukk-koyringina,
hevur Arbeiðseftirlitið
fingið hópin av áheit-
anum og spurningum
um koyriloyvi.
Ivamál sýnist at
vera millum fólk, um
tað er neyðugt í øllum
førum at útvega sær
koyriloyvi frá Arbeiðs-
eftirlitinum.
Hesar reglur eru
galdandi:
Fyri at fáa koyri-
loyvi til trukk, er álagt
føraranum at útvega
sær antin trukk-loyvis-
bræv, sum fæst, tá ein
hevur staðið roynd í
hesum akfari.
Harnæst er megu-
leiki at fáa fyribils
koyriloyvi, um ein er
fyltur 18 ár og hevur
kovrikort. sum ferðslu-
velli fyri framtioar fatan,
virðing og vinarlagi iill-
um okkara borgarar.
Hver við
sínum merki
Mánakveldið koma tey
luttakandi, býur fyri bý,
við sínum býar- og tjóð-
merki inn á stadion. Hetta
sigst vera ein sera hug-
takandi leta.
Fríggjakveldið 7.
august koma tey ungu inn
við sínum tjóðmerkjum og
býarmerkjum saman
blandaði, sum tey nú eru
komin at kennast.
Fuglafjarðar bygdarráð
ynskir teimum ungu góða
lóginkrevur, tá koyrt
verður á almennum
eki.
Somu reglur eru
galdandi um tú koyrir
úti ella inni. Onkur
hevur fingið ta fatan,
at ein ikki nýtist koyri-
loyvi, um t.d. koyrt
verður inni í pakkhúsi
ella verugoymslu. Tað
er skeivt! Í ellum fer-
um krevst loyvi frá Ar-
beiðseftirlitinum.
Fyribils koyriloyvi
til trukk fæst fyri hálvt
ár. Loyvisbræv til
sama akfar er galdandi
frameftir, um trukkfer-
arin ikki ger nakað
ólógligt.
Um tú vilt vita meira
um hetta, ber til at
venda sær til Arbeiðs-
eftirlitið í Havn ella
Klaksvík.
ferð og vónandi verður
hetta eitt upplivilsi fyri
lívið hjá tykkum.
Til tey avvarðandi og
onnur, ið skuldu havt hug
at lagt leiðina um Aalborg
hesar dagarnar skal verða
sagt frá, at atgongd er
ókeypis til kappingarnar.
Somuleidis, at ein ábyrgd-
arhavandi leiðari frá
hverjum býi er búgvandi
beint við Aalborg stadion
og verður degnvakt á
telefon 08-115911.
Eisini eru fólk á Aalborg
stadion, sum hjálpa til,
um tað skuldi staðið á at
funnið.
Fuglafjørdur 22. juli
Fuglafjarðar bygdarråd