Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juli 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn oddagrein Ísrael og vit TÍBETUR hava javnadarflokkar, íkki minst í Norðurlondum, verið Ísrael ein dyggur stuðul. Í veruleika num er bert neyðugt at nevna eitt dømi fyri at vísa støduna hjá td danska javnaðar flokkinum. Undir eini av mideystur kreppunum í 70-unum varð tætt við at Danmark, og eisini vit, vórðu rakt av arab iskum oljuboykotti. Orsøkin var tann, at Anker Jergensen sum danskur forsætis målarådharri, tá harðast gekk á, tók eina greiða steðu fyri Ísrael mótvegis arabara londunum, sum hann segði ætlaðu »at reka israelsmenn i havid«. Holland við sinum sosialdemokratiska forsætisråd- harra kom tå i nærum somu stødu. Tå hugsad verdur um ta lagnu, sum jødum hevur verið fyri sum syndabukkar gjøgn- um øldir er tað ein sjålvfylgja, at Ísrael verður stuðlað, og hevur føroyski javnað- arflokkurin somu steðu. MEN HETTA merkir ikki, at tað ikki skal kunna bera til at finnast at tí ísraelska stjórnarpolitikkinum. Tað er jú vinur, sum vomm sær, og nógvir av vinum Ísraels hava jú funnist t.d. at búsetingarpolitikki- num á vestara áarbakka. Annað dømi er, at funnist hevur verið at innrásini í Libanon, sum av mongum í dag verður ásannað at vera eitt mistak, tá hon ikk igav Ísrael tann frið, sum ætlanin var við henni. Millum teir sum hava funnist at hesum og ødrum viðurskiftum eru bæði vinstra- og hegravend. Sum t.d. Poul Schlúter. tá han var á almennari vitjan í Ísrael. VINIR Ísraels meta, at einasti møguleiki fyri at fåa frid i lag i Mideystri er at fåa samrådingar i lag millum teir stridandi partarnar har. Eitt stríðsmál hevur verið í hvønn mun PLO skal vera við í hesum samrådingum. Men her hava bæði høgra- og vinstravend verið í samband við PLO við tí endamáli at ávirka teir til at viður kenna Ísrael og á henda hátt at fáa bøtt um møguleikarnar fyri friði. JAVNADARLEIDARAR í Norðurlondum hava hitt leiðaran í PLO, og avtala varð nakað samstundis gjørd um ein fund mill um umboð fyri PLO og umboð fyri bretsku stjórnina. Hesin fundur varð seinni avlýstur, men tað segðist ikki at vera við tí góða viljanum hjá Thatcher, sum hevði virkað fyri, at fáa ein slíkan fund í lag. TÍ ER tað nóogv fyri ferð eftir ferð at fáa brikslað í Dagblaðnum, at javnaðarmenn skuldu vera fíggindar Ísraels, sum tað kemur til sjóndar í »lesrabrævi« 22. juli. Tað skilst tó rættiliga týðiliga á orðalag- num, at brævskrivarini er ein oddamaður í ungmannafelagsskapinum hjá fólka- flokkinum. Hann sigur m.a.: ÞALLIR ... javnaðarmenn hava lovprisa yvirgangsmanninum og fasistinum Yassir Arafat fyri tí, sum hannstendur fyri — hesin blóðdálkaði fasistiski svinhundur- in... Abu Nidal, Moamar Gaddafi og aðrir fasistiskir svínhundar fáa eisini dag og dagliga viðhald frá sosialistum... Nidal, Arafat og Gadaffi kunnu eisini eiga (og sveigja)... Sosialin... fyri mær... SLÍKUM ber als ikki til at svara uppá, men vísir hetta, hvussu blind fanatisma Útgevari: P/f Sosialurin > Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfótk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 verður uppald innan fólkaflokkin. Vit kunnu sanniliga »gleda« okkum til nýggja ættarliið rættuliga hevur yvirtikið flokkin. Men hetta eru tey sjóarmið, sum verða potað niður í ungdómin, og so kann ein gleðast ella óúgvast yvir, hvussu »væl« hetta fruktar ANNARS kann verða nevnt, at ikki er Gaddafi størri »fasistiskur grisur« enn so, at tå umbod fyri libysku sendistovuna vóru i Føroyum fyri nøkrum árum síðan, vóru hesi vælkomnir gestir á Dagblað- num, og fålkakloksmenn lótu seg gleði- liga beverta av hesum umboðum fyri vertinum hjá einum ødrum »fasistiskum grisi«, nevniliga stóra yvirgangskroppi- num Abu Nidal, sum virkar út frá Libya. Vit vilja tó ikki nýta hetta til at prógva naað sum helst. Neyðugt er at hava sam- band yvir landamerk, eisini við slíkar, sum ein metir sum yvirgangskroppar, men sigur hetta tó nakað um, hvussu konsekventur fólkaflokkurin er í sínum politikki. DAGBLAÐIÐ skal hava tøkk fyri, at tað stuðlar Ísrael. Men tað er tó munur á, hvat ið læiggur aftanfyri. Tá Anker Jørgensen á sinni alment vardi Ísrael var hetta við vanda fyri, at tað kom at kosta. Nevniliga, at vit øll somul komu at sita køld. Og var mangur, eisini í Føroyum, sum belvaði um, at Anker ikki dugdi at halda gák. Men tað er stuðul, sum kann kosta, ið telur. Í DAGBLAÐNUM verður stuðulin til Ísrael fylgdur upp av einum markleysum hatri og grundleysari brikslan um »jødaahtur«. Og orsøkin man vera tann, at aftanfyri er ein ótespilig spekulatión í teirri virðing, sum mong út frá einum andaligum sjónar- miði hava fyri jødum og Ísrael. Men tað er júst hetta hatur og henda fanatisma, sum hon t.d. kemur til sjóndar í blaðnum 22. juli, sum hevur kostað jødum so ómeta- liga dýrt, soleiðis sum vit eisini sóu tað í Shoah. NÚPASSAR tað ikki inn í myndina hjá hesum fanatikarum, at tann, sum gjørdi Shoah var vinstrahallur. Fyri okkum merkir hetta einki, tí hesir ræðuleikar vóru av einum slíkum slag, at her skuldu vinstra- og hegrahall í hvussu er verið samd um, at slíkir ræduleikar hava ikki sæð sín líka, og tí áttu allar góðar kreftir at forða fyri kreftum, sum á nakran hátt kunnu minna um sjónarmiðini hjá nasistu- num. HIN VEGIN passar tað væl inn í okkara heimsmynd, at Dagblaðið í stríð við veru- leikan skalgera fíggindaskap móti Ísrael ti leitt »sosialistiskt« fyribrigdi. Sum ein liður í hesi veruleikafalsing verður nú eisini roynt at káva útyvir ógerðirnar hjá Hitler, sum vit vístu á í eini oddagrein herfyri. Orsøkin kann væ! vera tann, at Dagblaðið førir júst sama politikk móti »sosialistum« sum Hitler og nasistarnir førdu móti teimum vinstrahaliu, ikki bert í Týsklandi, men t.d. eisini í Danmark. Og tað er jú »ringur fuglur, sum drýtur í egið reiður!a VIÐURSKIFTINI í Miðeystri eru so fløkt, at tey verða í hvussu er ikk igreidd við fanatismu. Tað er Libanon besta dømi um. Tí er bert at vóna, at tað skal eydnast hjá teimum, sum virka fyri eini samráð- ingarloysn, so Ísaei skal verða tryggjað frið, men eisini so, at tryggjað verður palestinarum mannssømandi kor. Hetta kann bert verða gjørt av hóvligum kreft- um hjá báðum pørtum. — nr. 84 — 28. juli 1987 »Faroe Prawns« onga onga kvotu tikið frá »Hvilvtenni« Dagblaðið ber sum ikki einaferð rong tíðindi um Faroe Prawns. Í mai 1987 fingu fýra foroysk feløg fyrispurning frá kanadiskum felag — New Foundland Trading umboðað av Steinar Enge- set — hvert tey hevdu áhuga fyri at roynt var at útvega fiskiloyvi i Kanada. I fyrsta umfari tyktist treytin vera at skipini = skuldu undir kanadiskt flagg, men seinni slepti kanadiska stjórnin hesum kravi. Tilboðið um rækjukvotu er hverki komið til ella igjøgnum Føroya Lands- styri, men hava feløgini hvørt sær samrådst vid teir kanadisku ioyvishav- ararnar. Tað eydnaðist reiðarí- num hjá »Faroe Prawns« at fáa eina avtalu í lag, og hví Hvilvtenni ikki hevur fingið kvtu kann Dagblað- ið spyrja teir sjálvar um, sjálvur kundi eg hugsað mær at tey ógvuliga nega- tivu úttalilsini í útvarpi- num um kanadiumenn kann hava gjørt sítt til. „Faroe Prawns< fiskar av eini kvotu sum inuitar- nir — Labrador Inuit Development Compagny« hava fingið tillutað frá kanadisku stjórnini, og eftirsum hetta er fyrsta árið hetta felagið fær kvotu so kann »Faroe Prawns« av góðum grund- um ikk ihava tikið nakra kvotu frá Hvilvtenni. „Faroe Prawns« var heldur ikki hverki fyrsta ella einasta skipið sum hevur fingið kvotu í Kana- da — men hetta vita teir á Dagblaðnum. — Hegifossur var fyrsta foroyska skipið sum fekk kvotu og síðan kom Artic Viking og so sum tað triðja »Faroe Prawns«. At heldur ikki Høgifoss- ur ella Artic Viking hava fingid sitt loyvi gjøgnum landsstýrið rokni eg við at Dagblaðið kann fáa vátt- að hjá reidarinum hjá teimum báðum skipunum. Signar Dam Nú er ólógligt at flyta våpn til Suðurafrika Kann revsast upp til fýra ára fongsul Sjálvt um legtingið ikki hevur sett nakað forboð fyri samhandli við Suðurafrika, verða meguleikarnir fyri slík- um samhandli nakað skerdir 13. august. Tí tá koma í gildi ivær fyriskipanir, ið seta forboð fyri handli og flutningi av vápnum, hernaðarútgerð og lut- um til hernaðarútgerð. Tær báðar fyriskip- anirnar vórðu settar í gildi í Danmark ávika- vist í 1978 og 1982. Og í Dimmu 16. juli stóð lýsing um, at tær koma í gildi í Feroyum fýra vikur eftir kunngerð- ina, t.v.s. 13. august. Fyriskipanirnar byggja á eina lóg, sum kemur í gildi sam- stundis. Henda lóg kom í Danamrk í 1967. Tan lógin sigur, at við limaskapi sínum í ST hevur Danmark skyldu til at fylgja teimum av- gerðum, ið ST tekur í trygdarráðnum. Í 197 samtykti trygdarráðið at seta forboð fyri vápnaflutningi, og tað er hetta forboð, ið nú kemur í gildi í Feroy- um. Bæði at selja og royna at selja hernað- arútgerð til Suður- afrika, fólk og fyritøk- ur og eisini fyritøkur, sum leiddar verða frá Suðurafrika verður for- boðið. Umfatað er øll hernaðarútgerð, eyka- lutir o.t. Samstundis sum tað eisini verður forboðið at flyta hern- aðarútgerð til Suður- afrika. At samstarva við Suðurafrika um framleiðsluav = kjarn- orkuvápnum er nevnt í somu fyriskipan. Henda fyriskipanin fær neyvan ta stóru ávirkan á viðurskiftini í Feroyum, tí vit hava ikki nakra vápnafram- leiðslu. Men hin fyriskipanin er eitt ískoyti til ta fyrru, og hon sigur, at ein skipsferari, sum er sendur við hernaðarút- gerð í lastini til Suður- afrika, skal boða reið- ara sínum frá og síðani bíða aftur eftir boðum frá honum. Fyriskipanin sigur, at brot á hana kann revsast við upp til trý åra fongsul. Upp til fyra år kann revsingin verða fyri at bróta av- gerðir og forboð, ið landið hevur skyldu til at halda vegna lima- skap sín í ST. Reglan við teimum fýra áru- num er komin við broyting í revsilógini. randi Bæði Hilmar Jan og Jógvan Sundstein Nú er ringt skil úti í Nesinum. Bæði Hilm- ar Jan og Jógvan Sundstein hava biðið Landsstýrið lagt frá sær. Stúrin