týsdagur 4. august 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
su
Nr. 86 — 4. august 1987
Settu
eld á
Dannebrog
Politiið hevur enn ikki
funnið tann ella tey seku,
sum ólavsekudag skóru
danska flaggið á ríkisum-
boðsskrivstovuni niður og
seinni rooyndu at brenna
tað
Tað var fyrrapartin
Olavsøkudag, at fólk varn-
aðust, at onkur hevði
drigið danska flaggið nið-
ur úr stongini og lagt tað
á jørdina. Flaggið varð síð-
ani vundið aftur á stong,
og fólk góvu sær ikki
meira far um hetta.
Men tá maður kom á
staðið aftaná kl. 19 á
kveldi og skuldi taka
faggið niður, var einki
flagg. Hann meldaði hetta
straks ti politiið, sum fór
at leita eftir flagginum.
Tað var seinni funnið aft-
an fyri Gjaldstovubygn-
ingin. Í flagginum vóru
fleiri hol og merki eftir, at
onkur hevði roynt at seta
eld á tað, men av tí at tað
er úr nylon, kom ikki eldur
í.
Vit hava spurt Niels
Bentzen, rikisumbods-
mann hverja viðmerking
hann hevur til hesa hend-
ingina. Hann hevur onga
viðmerking.
Vit hava eisini spurt
løgmann, Atla Dam, hvat
hann hevur at siga til slíkt
herverk. hann sigur:
Eg haldi tað er ógvu-
liga harmiligt, at slíkt
skal henda í eini mentað-
ari tjóð sum vit meta okk-
um at vera, og tað er eing-
in loyna, at slíkt verður
mett sum stór brotsgerð
og kann bera harða revs-
ing í sær
Annars heldur logmað-
ur ikki, at hetta er demi
um, ella at meginparturin
av okkara fólki tekur
undir við slíkum atburði.
— Eg haldi tann tíð er
farin, tá menn vildu nýta
slíkt sum eina politiska
demonstratión. Tað er
annaðhvert gjørt í fyll
skapi ella bert við tí van-
liga óumhugsni, sum eyð-
kennir fólk, ið ofta gera
herverk.
— Men eg eri ógvuliga
harmur um, at tað kunnu
finnast menniskju sum
vísa merkinum hjá eðrum
so lítlan sóma, tí vit eru
fegnir av, at okkara merki
verður sýnt sóma alla
aðrastaðni sigur Atli
Dam, í eini viðmerking.
jan
tiðindablaðið
„Frá rækjum til
til svartkalva
Har sum fyrr vóru rækjur
er nú svartkalvi.
Talan er um lastina hjá
Rananum, feroyska trol-
aranum, sum í fjør varð
seldur til Grenlands.
Ranin liggur nú í
Upernavik, har skipið í 60
dagar skal taka móti
svartkalva frá bátum úr
Upernavik og eðrum
plássum har á leiðini.
Ranin kemur í staðin
fyri Nunarsuit hjá heima-
stýrinum, sum fekk
motorskaða. Tvey onnur
skip taka eisini móti
svartkalva og fiskiskapur-
in er góður, skrivar Gren-
landsposturin 29. juli. Í 25
dagar eru avreidd 455
tons. Blaðið skrivar, at 35
motorbátar, 255 jollur og
nakrir deksbátar avreiða
svartkalva til tey trý skip-
ini.
Ranin tekur nú móti
svartkalva í Upernavik
(Mynd: Grenlandsposten)
Síða 11