hósdagur 6. august 1987síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
breðralag
Útsetir sak nú fólkatingsval nærkast:
ROKTARDEILDIN
Á LS STONGD
og sjúklingarnir útskrivaðir, áðrenn nýggja røktarheimid í
Havn er klárt at taka í brúk — avvarðandi vita sær ikki livandi
ráð — heldur ikki heimahjálpin hevur møguleika at hjálpa
Nýggja rektarheimið í
Havn, sum eftir ætlanini
skuldi vera liðugt nú,
verður helst ikki tikið í
brúk fyrr enn einaferð se-
inni í heyst. Hóast hetta,
so er rektardeildin á
Landssjúkrahúsinum kor-
tini blivin stongd og allir
sjúklingarnir útskrivaðir
ella fluttir á aðrar deildir.
Avvarðandi, sum einki
havaí havt at velja í og ha-
va verið noydd at taka
ímóti tungum rektar-
heimssjúklingum siga við
Sosialin, at tað er heilt
burturvið at steingja rekt-
ardeildina nú, áðrenn
klárt er at flyta sjúklingar
á nýggja rektarheimið.
Nógvir av hesum rekt-
arsjúklingum hava tørv á
hjálp meira enn 5—7 tímar
um samdøgrid og eru sera
tungir sjúklingar at fáast
við.
Tey avvarðandi hava so
vent sær til Almannastov-
una fyri at fáa heimahjálp,
men haðani fáa tey at vi-
ta, at ongar heimahjálpir
eru tekar nú at taka sær
av hesum fólkum.
Roynt hevur so eisini
verið at fáa sjúklingarnar
á aðrar deildir á Lands-
sjúkrahúsinum, men har
er alla staðni fullsett við
rektarsjúklingum.
Tey avvarðandi halda
tað vera legið, at leiðslan á
Landssjúkrahúsinum ikki
hevur givið teimum longri
skotbrá, men útskrivar
fólkini uttan at nýggja
rektarheimið er klárt.
— Tað átti ikki at verið
so trupult at bíða við at
stongt og umvælt rektar-
deildina til nýggja rektar-
heimið letur upp um nakr-
ar mánaðir, nú tað hevur
verið bíðað so leingi kort-
ini, siga tey.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerk-
ing frá Landssjúkrahúsi-
num, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
jan
IDE-MOBLAR eingi tekin
Í AUSTRALIA um sparing
Hevur biðið rættin útseta sakina tileftir
fólkatingsvalið — ti vinnur hann ikki sak-
ina kann tað skaða umdømi hansara og
harvið møguleikan at verða afturvaldur í
fólkatingið
Óli Breckmann hevur
stevnt Sosialinum og
tingmanninum Jóan-
nesi Dalsgaard. Men í-
staðin fyri at fáa rættin
sum skjótast at royna
at reinsa seg fyri ellum
ákærum, so hevur
Breckmann biðið rætt-
in útseta sakina til eftir
fólkatingsvalið.
Hann ynskir nevni-
liga ikki, at fleiri av-
dúkingar skulu koma
fram nú uppundir fólka-
tingsvalið, sum kunnu
skaða seg.
Hjá honum ræður jú
um at fáa Feroya fólk
at velja seg innaftur í
fólkatingið, har hann
skal vera hornasteinur-
in í eini borgarligari
stjórn og haðani kunna
halda fram við sínum
fanatiska anti-sosialist-
iska virksemi
Lesið á
síðu 10 og 11
síðu 9
— Føroyingar áttu at brúkt nakað av peng-
um til amboð so tit kundu stýrt og fylgt við
búskaparligu gongdini, sigur N. V. Skak-
Nielsen, formaður í ráðgevandi nevndini
— Á HÚSAGANG
Síða 3