Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Bygda- menning EITT gandaorð tey seinastu árini hevur verið »bygda- menning«. Spurningurin er tó, hvat ið verður lagt i hetta orð. Tað er sjálvsagt alt í lagi, at vegir og berghol koma til hvørja bygd, og at deildir av almennum stvn- um koma úti um landið. Men við bygdamenning meinast væl fyrst og fremst, at skapt verða ar- beiðspláss, og tá fyrst og fremst innan framleiðsluna. HÓAST nakað er hent, so má sigast, at her gongur enn alt ov seint. Og bestu mynd av støduni fingu vit í útvarpssendingini herfyri, tá vit hoyrdu um trupulleik- arnar við at fáa fíggja eitt virki í eini útoyggj. HER HAVA vit eitt gott dømi um fólk, sum vilja nakað. Men tey fáa so at vita frá almennum grunn- um, at hetta íkki ber til fíggjarliga. Men hvat so. Er veruliga einki arbeiðspláss, sum ber til at leggja á smá- plássum? TAÐ ER tað uttan iva, men tað er einki at ivast í, at hetta er í hvussu er eitt oki, har tað almenna má ganga á odda, um nakað skal henda. Tað er jú skjótt at taka áræði frá fólki, sum vilja nakað, men sum bert fáa at vita, at hetta »ber ikki tila. HER eigur landsstýrið at vísa, at teir veruliga meina nakað við tað, tá teir siga seg vilja hava fólk at verða verðandi á bygd. T.d. kundi verið sett ein serlig bygda- menningarstova, sum bert skal hava til uppgávu at kanna, hvørji arbeiðspláss kunnu setast á stovn á teimum smærru bygdu- num. Ella kundi tað verið P/f Sosialurin > Jan Miller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov Pit Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Ábyrgdarblaðstjóri : Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: ein deild av nýggju menn- ingarstovuni, sum fekk hetta målsøki. T.D. ER einki at ivast í, at møguleikar mugu vera í út- róðri og virking av fiski. Og her hevur landsstýrið ligið á latu síðuni! Fyri nøkrum ár- um síðani sendi Føroya Fiskimannafelag landsstýri- num uppskot um at gera tað fíggjarliga møguligt at virka saltfisk á småplåss- um. Hetta kundi t.d. verið gjørt við at áseta ein rá- fiskaprís, sum fiskakeypar- ar á slíkum plåssum høvdu ráð at gjalda, tá hædd varð tikin fyri teimum viðurskift- um, sum skiltu eina slíka fiskavirking frá einum van- ligum flakavirki. Við rættu- liga smáum iløgum kundi á henda hátt verið elvt til stórri útróður frá teimum einstøku plássunum, og tå fiskurin varð saltaður á staðnum, kundi hetta í hvussu er skapt nøkur ar- beiðspláss afturat. Í FYRSTA umfarið bar landsstýrið skjótt at. Málið varð sent fiskivinnuráðnum og ráfiskanevndini til um- mælis. Ráfiskanevndin mælti til eina mannagongd við ásetan av prísum, og fiskivinnuráðið tók undir við málinum. Men síðan er einki hent, hóast vit vita, at menn frá smáplássum hava allarstørsta áhuga fyri at fáa hetta mál framt. SÍÐSTA — = samgona setti 75.000 kr. av árliga ti lbygdamenning, og sigur hetta tal nakað um, hvussu stórur dentur varð lagdur á hetta mál. VÓNANDI kann sigast, at tá hetta landsstýrisskeið er farið, at verandi samgonga hevur lagt heilt annan dent á hetta mál. Sum eitt stig kundi landsstýrið fingið av- greitt málið um fiskavirking á smáplássum. -i Nr. 87 — 6. august 1987 Fridur, Hiroshima og McClioy Dagurin 6. august man standa sum ein tann størsti sorgardagurin i mannasøguni. Henda dag- in fyri 42 árum síðani, 6. august 1945, fall fyrsta kjarnorkubumban nýtt í kríggi yvir japanska býin Hiroshima. Tríggjar dag- ar seinni stóð Nagasaki fyri túri. Umframt tey væl omanfyri 100.000, ið doyðu beinanvegin, doyðu eins nógv seinni ein deyða í ófatuligari pínslu, so trupult er at avgera hvat var frægari, at doyggja beinanvegin ella at yvir- liva. Enn doyggja fólk í hesum býum av ymiskum fylgiårinum av bumbu- num. til tess at minnast henda sorgardagin og fyri at virka ímóti, at hesi vápn nakrantíð verða nytt aftur, verður Hiroshima- dagurin hildin. Hesar kjarnorkubumb- ur vórðu byrjanin til eitt tíðarskeið í segu okkara, har tann óhugnaliga hótt- anin um eitt altoyðandi ragnarok allatíðina lá aft- an sýn. Í 42 ár hava øll fólk á jørdini nú liva í deyða- skugganum frá hesi mein- ingsleysu hóttan um eitt kríggj, ið eingin kann vinna. Á stórum landaøkjum standa kjarnorkuvåpn til- bugvin, å og undir øllum heimsins høvum sigla før lødd vid kjarnorkuvåpn- um, i luftini sveima alt samdøgrid flogfør fylt vid hesum ófrættarboðberum. Herfyri var amerik- anska herskipið McCloy á Havnini. Fólk fyri Friði mótmæltu hesi vitjan, tí vit minnast læruna frá Hiroshima og vit mót- Vanæring av Dannebrog Í greinini í týsdagsblaðnum um royndina at festa eld á Dannebrog manglaði ein setmingur, soleiðis at eitt brot í samreðuni við løgmann ikki gav rettu meiningina. Við rætting ljóðar brotið soleiðis: Annars heldur løgmadur ikki, at hetta (vanær- ingin av danska flagginum, blaðm.) er domi um. at ein serlig antidanisma hevur tikið seg upp her á landi ella at meginparturin av okkara fólki tekur undir við slíkum atburði... fo El GT FRE ET — ferðir um vikuna. Ja | Eg gerist haldari av Tidindablad- + num Sosialinum og fåi bladid 3 Haldaragjaldið fyri ársfjórðingin er kr. 130,- -— Haldarar uttanlands gjalda kr. 150,-/årsfj. - Goldid verdur ongantid fyri fleiri blød enn tey, ið eftir eru at koma í einum ársfjórðingi. mæla tí, tá ið kjarnorku- vápn koma nærhendis før- oyskum sjó- ella landaøki. Tað kann vera, at McCloy hevði kjarnorkuvápn um- borð, kann eisini vera at teir ikki hevdu, teir vildu ikki siga okkum frá tí. Men bara tað, at vit ikki fáa fulla vissu um, at eingi kjarnorkuvápn eru um- borð, ger at vit mótmæla tílíkari vitjan, úr hverjum landi hon so er. Frægasta minnið vit kunnu seta yvir Hiro- shima er, at ell kjarnorku- vápn í heiminum verða burturbeind. Fólk fyri Friði Konteynarar til solu NORÐ-TRANS TIf. 56269 Neyðhjálp litapparat í ymsum snið um og pakningum, sjúkra børur o.a. tilhoyr Medisinkistur utvegast A Carl å Lag rå —" Tlf. 14922 Yviri vid Strond 21 Opostað — SOSTALERIN nndar tujældið a Navn: = Bústaður: = Box 76 - 3800 Torshavn A ———— OA |[|——————— i Kannad posthusinum = " = ' | 1888 DAN ”Å Hi SUM TE KAL ENKLE