hósdagur 6. august 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RN susialurin
Olavur Hátún um sangin ólavsokunátt:
Tiltakið er vorðið so umfatandi
at vit mugu stýra tí eitt sindur
— Kundi eisini hugsað mær meira variatión í
NN
— Eg haldi, at kórsangur-
in ólavsekunátt eydnaðist
sera væl. Ongantíð åiur
hevur so nógv fólk verið
og sungið. Hetta er ein
góður táttur — tí annars
ganga tey nógv fyri einki
hesa tíðina, so tað er helst
kærkomið hjá nógvum,
sigur Ólavur Hátún, sum
plagar at stíla fyri kór- og
felagssanginum ólavseku-
nátt.
— Onkur hevur fýlst á,
at vit prentaðu heftir til
tiltakið. Halda, at tað
skuldi heldur verið sum
fyrr — heilt improviserað
og sungið uttanat. Men tá
verður ofta lítið sungið, og
bara tað sama. Vit tóku
nógvar nýggjar sangir við
í ár, og tí fara vit at halda
fram við.
— Men í ár varð tiltakið
ov langt. So næsta ár
stytta vit skránna úr 40
niður í 25 sangir. Fyrr
sungu vit úti á getuni, so
tá kundi fólk ganga fram-
við alla tíðina — men í ár
slapp fólk ikki úr stað,
hóast onkur kanska hevði
hug at rýma. So tí mugu
vit gera styttri av.
— Nú er tiltakið eisini
vorðið so umfatandi, at
neyðugt er við mikrofon,
hóast ikki ellum dámar
tað. Kórsangur út í fría
luft ber ongan veg. Í fjør
høvdu vit ongar mikrofon-
ir — og tá var einki
fantilsi á — hver sang í
sínum lagi. Nú ber til at
fáa eina stóra mannfjeld
at syngja. Hetta hevur
eisini eydnast sera væl úti
í Sandagerði á jóanseku.
— Men håtalarar
fremmandgera, so tú krev-
ur at vera varin. Håtalar-
ar og mikrofonir skulu
studla — ikki styra. Vit
kudu t.d. spjatt kórsang-
ararnar út í mannamúgv-
una. Sjálvandi skal spon-
tanitetur vera í, men kort-
— 2 ——
— .
HONDA
lakærust
garanti
H
-findes ikke bedre
ini mugu vit styra ti eitt
sindur.
— Eg kundi eisini hugs-
ad mær meira variation i
— t.d. at vit skiftu imill-
um kørsang og felags-
sang. Eingin mannfjøld
orkar at syngja felags-
sang so leingi ut i eitt. Vit
kundu havt improviserad-
an korsang — ti kórsang-
arar hava hug at syngja i
kóri, og åhoyrararnir at
fáa frið viðhvert.
Mugu velja ímillum
dygd og
tað folkaliga«
— Kórsangurin undir
Tinghúsinum gjørdist
nakad langur. Bædi kan-
tatan og so hinir sangirnir
aftrat — tað gjørdist nak-
ad rúgvismikið. Kantatan
átti at verið stytt — har
eru ov nógv erindi. Kan-
tatan eigur at verða sung-
in regluliga, men ikki á
hverjum ári.
— Fyri at fingið varia-
tion i — kundu tit so ikki
havt bæði manskór og
blandað kór undir Ting-
húsinum?
— Jú, tað ber væl til, tí
bæði íslendingar og norð-
menn eiga manskórverk
um Ólav kong. Vit kundu
eisini heitt á teir ungu fer-
oysku komponistarnar at
skriva okkurt verk til
ólavsekuna. Hví ikki havt
eitt manskór úr øllum
landinum — einar 300
sangarar?
— Vansin við ólavseku-
kórinum er, at so fáar
venjingar eru — og all
kunnu koma við eftir bert
tveimum venjingum.
Hetta skl jú vera eitt
fólkaligt tiltak, men so
verður dygdin ikki tann,
hon kundi verið. Og tess
hægri stødid verður í før-
oyskum tónleikalívi, tess
hægri krev seta áhoyrar-
arnir um dygd — vilja ikki
bara hava eitt kór, ið so
dánt hongur saman.
— Hetta kundu vit fyri-
reikað í samband við Kór-
stevnuna — havt feroyskt
tilfar sum ein fastan tátt á
stevnunum, at brúkt á
ólavseku. Hetta hevði so
havt við sær, at bert tey,
ið vóru við á kórstevnuni
kundu verið við á ólav-
seku — men hinvegin er
kórstevnan almenn, øll
kunnu vera við.
— Men hvussu so við
teimum, sum eru uttan-
lands og ikki koma heim
fyrr enn eftir kórstevn-
una?
— Tað er júst tað —
vinnur tú her, missir tú
har. So valið stendur mill-
um dygd og >tað fólka-
liga«. Enn er so einki gjørt
av í hesum sambandi, men
hetta eru bert tankar. Vit
meta um steðuna so
hvert, endar Ólavur Há-
tún.
Heri
Snarferð til Hetlands
ORRØN
Kostnadur einans kr. 1.1 40,-
Íroknað prisin er:
Sigling Tórshavn Lerwick og aftur á 4-
koyggjukamari v/hondvaski, gisting á
Hotel Lerwick á dupultkamari v
morgunmati.
Ringið og fáið meira at vita.
P/F SMYRIL LINE
TIf.:15900
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Eitt hálvdagsstarv sum skrivari á fysio-
terapideildini er leyst at søkja til setan 1.
september 1987 ella eftir avtalu.
Løn sambært sáttmála millum Sjúkra-
hússtýrið og Starvsmannafelagið.
Arbeiðstíðin verður løgd til rættis eftir
nærri avtalu við deildina.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til Randi Petersen, yvirfysiotera-
peut, tlf. 13540 lokl 247.
Umsókn við upplýsingum um aldur
og útbúgving v.m. verður at senda til
umsjónarmannin, Landssjúkrahúsið,
100 Tórshavn 03.08.87
Vikarar
Sekt verður eftir vikarum til Vágs skúla
skúlaárið 87/88.
Umsóknir verða at senda sum skjót-
ast til
Vágs skúlanevnd
900 í Vági
Nr. 87 — 6. august 1987
ÅL ————