Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Henda skipanin kom at virka í Danmark fyrst í sjeyti árunum og Gren- land fekk hesa skipan í 1979. Um tað mundið tá ið eg kom inn á ting, tað var í 78, tá fingu vit útflýggja eitt álit — ella eitt upp- skot um broyting í stuðulsskipanini, sum var gjørt av eini nevnd sett av danska statsministara- num 1977. Tað uppskotið fekst ikki igjøgnum tá. — Vit fingu val í ótíð. Samgongan sum tá fekk ræðið í fýra ár var saman- sett av sambandsflokki- num og tveimum sjálv- stýrisflokkum nevniliga fólkaflokkinum og sjálv- stýrisflokkinum, men teir gjørdu einki við nøkur við- urskifti Danmarkar og Feroyar ímillum — men teir løgdu alt á ís.. Eftir javnaðarfloksins metan var hetta til mikið ógagn fyri okkum føroy- ingar. Serstakliga fyri tey, sum skuldu verjast av tí sosiala trygdarnetinum og fyri tey sum hava terv fyri útbygdari heilsurekt. Hetta gekk veruliga út yvir heilsuverkið. Tað gjørdist javnaðar- flokkinum greitt, at um vit framhaldandi skuldu útbyggja og útvikla okk- ara samfelag, so mátti nakað henda nú. Tí her var veruligur stígur kom- in í á fleiri rættuliga týð- andi økjum. Vit vórðu tí greið yvir, at her mátti nakað álvar- tíðindablaðið A OR samt henda við stuðuls- skipanini ímillum londini bæði. Tað vildi fáa av vegnum hesar trupulleikar — tað vildi loysa upp fyri megu- leikum. Hugsa bara um fólka- pensiónina, sum nú verður hækkað á hædd við ta donsku. Hesum hava feroyskir pensionistar bíðað eftir í fleiri ár. Tað varð tí avrátt, tá ið samgonguskjalið varð skrivað, at javnaðarflokk- urin vildi vera við til at seta í verk blokkstudning- in — tí vit mettu hetta sum alneyðugt og sum ein náttúrligan útvikling sum gevur okkum víðari ræs- ur. Tað sum gjert er — er í fullari semju við heima- stýrislógina. Tað vil siga, at hetta eru rættuliga gamlar avtalur sum nú verða settar í verk. Avtalur sum vórðu gjerd- ar í 1948 undirskrivaðar av sambandsflokkinum, sjálvstýrisflokkinum og so javnaðarflokkinum. Tað verður væl soleiðis, at vit koma at taka meiri ábyrgd av egna samfelagi okkara í framtíðini. Vit eru vanir at siga, at ætlanin við heimastýris- lógini var hon, at vit so hvert sum vit mennast skulu skipa egnu viður- skifti. Hugsað bara um maskin- skúlan til domis — eg dugi ikki við mín besta vilja at síggja nakran meguleika fyri at skapa hesum skúla sámulig kor uttan at vit sjálvir gera tað. Hann má 00R 4 ti eftir minum tykki koma å føroyskar hendur. y