hósdagur 13. august 1987síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — vamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
Ætlanin er nú at alt sum
tingmenn og landsstýris-
menn — t.v.s. alt orða-
skifti í tinginum — skal
festast á band og eisini
skrivast niður.
Hesa avgerð tók tingið
fyri skjótt nógvum árum
síðani, men higartil hava
so ikki verið umsteður og
fólk til at taka sær av hes-
um.
Tann 1. apríl í ár fór so
nýggj aLegtingsskriv-
stovan við Christoffer
Thomasen, sum stjóra, til
verka. Og longu 1. sep-
tember vrða tvey fólk sett
aftrat at arbeiða á Leg-
tingsskrivstovuni. Tey
eru Marius Rein, sum hev-
ur starvast sum tekniskur
leiðari á Útvarpinum og
Ester Bech, sum hevur
2
tikid sær av avgreidsluni
av logarmålunum i Tinga-
nesi.
At avgjørt er at seta ein
royndan útvarpsteknik-
ara í hetta nýggja og
åhugaverda starvið á Løg-
tingsskrivstovuni er tann,
at tað er umráðandi at
hava roynt fólk at banda
alt tað, sum sagt verður í
tinginum umframt at
skráseta og arkivera hetta
nógva tilfarið.
Marius Rein hevur
starvast í Útvarpinum
síðani 1960. Hann hevur
fingið útbúgving sum pro-
grammteknikari á Dan-
marks Radio, har hann ar-
beiddi í nekur ár.
Marius sigur í stuttari
viðmerking, at hann hev-
ur sekt hetta starvið, tí
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
talan er um nakað nýtt og
spennandi, sum skal
byggjast upp frá botni av.
— Eg haldi eisini, at
skal ein royna nakað nýtt,
áðrenn ein gerst ov gamal,
so er tað nú, leggur hann
aftrat.
Christoffer Thomasen,
stjóri á Legtingsskriv-
stovuni sigur við Sosialin,
at umredda tiltak hevur
sera stóran týdning og
vónar hann, at tingmenn
sjálvir eins væl og al-
menningurin annars fáa
gagn av, at alt, sum verð-
ur sagt í tinginum hereftir
verður tikið upp á band og
skrivað niður.
Hetta skal so eisini
skapa trygd fyri, at tað,
sum sagt er, verður rætt
endurgivið, at meguleiki
kann vera at venda aftur
til nakað, sum er sagt fyri
langari tíð síðani o.s.fr.
Eisini fer hetta at fáa ávís-
Christoffer Thomassen,
stjóri á Legtingsskriv-
stovuni:
— Tað hevur sera stór-
an týdning, at alt, sum
sagt verður í tinginum,
verður varðveitt á bandi
og niðurskrivað.
Aftanfyri á myndini
eru Heinesens hús,
sum vóru ætlað at
hýsa legtingsskriv-
stovuni. Tann ætlanin
er slept, og ístaðin skal
Legtingsskrivstovan
halda til í Gamla
Apotekinum
Marius Rein, sum vit øll
kenna hann frá útvarpi-
num, fer frá 1. septem-
ber at arbeiða á nýggju
Legtingsskrivstovuni.
Arbeiði hansara verður
m.a. at banda alt, sum
sagt verður í tinginum
an seguligan
seinni.
Í dag verður lítið og
einki av tí, sum sagt verð-
ur í tinginum skrivað nið-
ur, til at varðveita til
seinni brúk. Tað einasta er
gerðabókin, og tað er av-
markað, hvat verður
skrivað í hana.
Legtingsskrivstovan er
annars longu farin til
verka. Stjórin virkar sum
skrivari í tingnevndum og
somuleiðis í millum tinga-
nevndum. Í letuni húsast
hann í helunumhjá fíggj-
arnevndini, men nú verður
so arbeitt við at innrætta
niðastu hædd í
Apotekinum,
hýsa
uni.
týdning
Gamla
sum skal
Legtingsskrivstov-
Ætlanin at brúka
Heinesens hús til skriv-
stovu er slept.
Christoffe Thomasen
sigur annars, at hann í
næstum fer at hava fund
við umboð fyri føroysku
fjølmidlarnar til tess at
tosa um, hvussu umsteð-
urnar hjá tíðindafólki í
tinginum kunnu betrast.
jan