hósdagur 20. august 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
gevur tryggari »
framtið
Myndir : Kalmar
halda nýggir næmingar í Foroya Banka
Mánadagin byrjaðu 29
næmingar at læra í Feroya
Banka. 10 mannfólk og 19
konufólk, sum tey næstu
tvey árini fara at starvast
á deildum bankans kring
landið. Tann fyrsta dagin
vóru tey og tosaðu við hini
starvsfólkini á tí deildini,
har tey ta fyrstu tíðina
skulu starvast. Týsdagin
og hesa vikuna út eru tey
á skeiði í Runavík fyri at
koma at kennast betur og
fáa nærri at Vita, hvussu
útbúgvingin er legd til
rættis. *
Fyrr bar til at fara beint
úr fólkaskúlanum og í
banka at læra. Nú krevst
FHS, HH og HF ella stu-
dentsprógv fyri at koma í
bankalæru. Av tí at krev-
ini eru hækkað, er útbúgv-
ingin stytt úr trimum
árum niður í tvey.
Bankarnir hava mist
nógv útbúgvin starvsfólk,
sum eru farin í annað
starv, serliga hjá grann-
skoðaravirkjunum. Tann
flytingin úr Feroya Banka
er steðgað nú, sigur Uffe
Bærentsen, útbúgvingar-
leiðari. Føroya Banki
hevur tikið kappingina um
starvsfólk sum eina av-
bjóðing við at gera
útbúgvingina betri. Tað
ekta virksemið í landin-
um, og tær nógvu uppgáv-
urnar, sum peninga-
stovnarnir hava átikið sær
afturat, gera tað eisini
neyðugt hjá peninga-
stovnunum at hava væl
útbúgvið fólk. Peninga-
stovnarnir hava nú
heildaravgreiðslu, t.v.s.,
at øll starvsfólkini skulu
vera køn á ellum økjum og
kunnu svara upp á allar
spurningar. Starvsfólka-
talið er eisini hækkað
nógv. Umroknað til heil
sterv hevði Feroya Banki
1. jan. 1985 152 fólk. Nú
eru 230.
Fleiri skeið
Umframt bankaskúlan,
sum er á Handilsskúlan-
um, og sum næmingar í
ellum peningastovnunum
skulu á, hevur Feroya
Banki síni egnu innan-
hýsisskeið. Tey skeiðini
eru ætlað ellum starvs-
fólkunum. Hinir peninga-
stovnarnir hava neku-
lunda somu útbúgving av
tí orsek, at arbeiðið hjá
peningastovnunum er
nekulunda tað sama, og
útbúgvingarnar skulu
allar lúka tær treytir, sum
danska bankafelagið setir.
Í lærutíðini skulu næm-
ingarnir arbeiða á minst
trimum ymiskum deildum
hjá Feroya Banka fyri at
fáa so fjølbroyttar royndir
sum gjerligt. Allar deild-
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lysaran.
Gunnri Ellendersen og Heri Jespersen til reiðar at fara í gongd við bankaútbúgvingina
irnar hjá bankanum
kunnu brúkast sum læru-
pláss. Ofta skifta tey um,
soleiðis at ein, sum fyrst
lærir á einari bygd, síðani
fer til eina sterri deild, t.d.
í Havn, og ein í Havn fer
út á minni deild.
Hægri løn
Útbúgvingin hjá banka-
fólkunum er ikki av við
teimum tveimum árunum.
Feroya Banki hevur hópin
av skeiðum, sum starvs-
fólkini kunnu fara á og út-
búgva seg víðari. Har-
afturat bjóðar bankin
teimum at fara uttanlands
á málskúla ella banka-
skúla, og tað rindar bank-
in. Hava starvsfólkini hug
av sínum eintingum at
fara á kveldskúla og út-
búgva seg meira, stuðlar
bankin teimum á tann
Uffe Bærentsen er útbúgvingarleiðari í Foroya Banka.
Bæði starvsfólk í bankanum og fólk uttan fyri undirvísa
á skeiðunum, ið Foroya Banki hevur. Jens Christian
Skaalum, sum er fólkaskúlalærari, er lærari burturav á
skeiðunum
hátt, at lenin hækkar.
Hvert skeiðið afturat
gevur hægri løn. Eitt ný-
útbúgvið starvsfólk fær
stívliga 12.000 krónur um
mánaðan.
Tveir triðingar av teim-
um 29 nýggju næmingun-
um hava arbeitt í Feroya
Banka í styttri ella longri
tíð, áðrenn tey nú fóru í
læru.
Ein teirra er Gunnri
Ellendersen, sum hevur
arbeitt í tríggjar mánaðar
í Feroya Banka í Havn.
Nú hon fer at læra, minkar
lønin nógv. Lærlingar fáa
fyrsta árið góðar 7.000
krónur, seinna árið 8.000
krónur.
Fyrr tók bankin inn
lærlingar ein og ein. Nú
byrja 29 í senn. Tey koma
ymsa staðni úr landinum.
Tá Forova Banki
lærlingum,
sakir
eftir stendur
ongantíð á at fáa lærlingar
í Havn, men á bygdunum
hava umsokjararnir ikki
altíð tær neyðugu fortreyt-
rnar
Høgt vird
útbúgving
— Eg fari at læra, tí tað er
tryggari. Eg havi altíð
ætlað mær at verða banka-
fólk. Tað er ein breið læra,
sum ikki tekur meira enn
tvey ár, og sum gevur inn-
lit í samfelagsviðurskifti.
Bankaútbúgvingin er
hegt vird, heldur Gunnri.
Hon ætlar at taka alla ta
útbúgvingina, sum bankin
hevur at bjóða, bæði tí
hon hevur áhuga, og tí tað
gevur hægri len. Heilt
sjálvkravt heldur hon tað
ikki vera, tí meira útbúgv-
ing skal til fyri at fáa rími-
liga lon.
Helgi Jespersen eitur
ein annar næmingur.
Hann byrjar nú at læra í
deildini hjá Feroya Banka
á Tveroyri. Helgi hevur
HF-prógv og fleiri aðrir
meguleikar enn bankaút-
búgving eru ikki í Suður-
oynni. Annars noyddist
hann at flyta norður til
Havnar, um hann skuldi
fingið sær onkra aðra út-
búgving. Enn hevur hann
ikki tikið steðu til, um
hann fer at útbúgva seg
víðari, tá lærutíðin í Før-
oya Banka er av.
randi