týsdagur 25. august 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Vandamikið at taka
tiðarætlan fyri fult
sáli Ga 25 AÐ
Fólk, sum hava fingið játt-
að íbúð á Berjabrekku og
sum hava tikið ta tíðarætl-
an, tey fingu at vita um, fyri
fult, hava sagt íbúðina tey
fyrr hava búð í, frá sær og
standa nú á gotuni.
Tað er sjáldan til fyrimuns
at vera góðtrúgvin. Ser-
liga ikki, tá tað snýr seg
um tíðarætlanir í samband
við húsabygging í Havn.
Tað hava tey sannað,
sum hava fingið íbúð á
Berjabrekku, sum seinni
hevur víst seg at gerast
teimum ein sonn mót-
brekka.
Nekur av hesum fólkum
eru komin so illa fyri, at
tey hava sagt íbúðina frá
sær, tey hava búð í, tí tey
roknaðu við at sleppa inn í
Berjabrekku til ásetta tíð.
Hesi standa nú úti á get-
uni, og hava ongastaðni at
vera. Onkur teirra hevur
sagt seg flyta inn á hotell
og sent rokningina til teir,
sum hava ábyrgdina av
seinkingini, men um hetta
hjálpir er óvist.
Enn til dýra rentu
Men eisini tey, sum longu
eru flutt inn, hava trupur
leikar. Hóast húsini, tey
búgva í, eru liðug, mugu
tey enn gjalda dýra byggi-
rentu. Lánini kunnu ikki
leggjast um, fyrr enn øll
viðurskifti viðvíkjandi
matrikuleringini eru
greidd. Og tað eru tey ikki
enn.
Fyrst skuldi eitt eki,
sum kommunan keypti frá
privatmanni, leggjast
afturat ekinum til Berja-
brekku-byggingina. Hetta
er gjørt. Men við hesum
vóru ikki allir trupulleikar
greiddir. Berjabrekkuekið
var í fleiri matrikkul-
numrum og hesi mugu
eisini leggjast saman,
áðrenn hvert einstakt hús
kann fáa sítt frámerki.
Matrikulstovan reknar
við, at hetta arbeiðið kann
verða liðugt um einar 14
dagar.
tor.-
Innbrot
i bilar
Um vikuskiftið hevur
verið brotið inn í fimm
bilar, sum hava staðið
uttan fyri bilaselur í
Havn. Utvarps- og stereo-
tól eru tikin úr bilunum.
Politiið veit ikki, hver
hevur gjert hesi innbrot,
ella nær tey eru gjørd.
Nr. 95 — 25. august 1987
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Limafundur
verður håskvøldid 27. august kl. 20.
Nærri um fundarstað verður lýst seinni.
Skrá:
Fólkatingsvalið við luttøku av valevnum
felagsins og løgmanni
SU