Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 27. august 1987 tíðindablaðið Atferðin avdúkar Tað er ikki hverja ferð, at tollararnir taka nakran í tollinum. Men tað hendir meira enn so. Ofta er tað rúsdrekka. Men tollarun- um er eisini álagt at hava eftirlit við, at eingin flytir inn narkotisk evni. — Hundin hava vit at hjálpa okkum, tá vit hava ill- gruna um, at onkur kanska hevur narkotisk evni við, sigur Wilhjálm- ur. Øl, sum koma igjøgnum, noyðast ikki at lata kuffert og taskur upp. Summi sleppa beint igjøgnum, onnur sleppa við at siga, hvat tey hava við sær, men í nekrum forum hyggur tollarin í viðferið. — Vit kanna fólkini og royna at órógva minst meguligt eftir hesta føri- Tað ljóðar kanska sum reyp, men eftir at hava verið í hesum ar- beiðinum í fleiri ár, duga it nøkulunda á at skyna, verji fólk kunnu hugsast t flyta inn ov nógv ella ólógligar verur. Vit síggja tað á atferðini. Ofta undrar tað onnur, at vit hava steðgað onkrum fólki. Onnur duga ikki at síggja tað, sigur Wil hjálmur. — Sjálvandi eydnast tað ikki okkum at steðga ollum, men tað verður har- við, um ein flaska ella báðar tvær sleppa igjøgn- um. Tað er heldur ikki okkum tollarar, tey snýta, men landskassan, og har- við snýta tey seg sjálv. Landskassin fer tó ikki á húsagang av tí. Øll skip tollavgreiðast Meðan vit práta, kemur hovmeistarin á Smyrli inn á gólvið. Smyril var í uttanlandssigling í summar, og teir eru við at gera upp, hvat selt er av tollverum. Pappírsarbeiði er nógv. Hverja ferð eitt skip kemur uttaneftir, skulu tollararnir til verka. Toll- valdið skal hava at vita í hverjum einstekum feri, hvat skipið hevur við av tollvørum. Um summarid koma eisini fleiri utlendskir stuttleikabåtar. Teir minnast ikki altid til at boda frå frammanundan. Koma ikki til tollararnar, fyrr enn teir hava lagt at. Teimum er tó sjáldan stór- . vegis trupulleikar av. Arbeiðsekið hjá tollarunum fevnir eisini um pakkhúsini. Har skulu Framhald á síðu 14 Tað tekur oftast ikki langa tíð hjá tollarunum at av- greiða skúlaflokkar Orð: Randi Myndir: Kalmar tað, hava fólk sky sleppa inn í t i i { |