hósdagur 27. august 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
Síða 16
vera á teimum ymsu
sjúkrahúsunum.
Um endamálið við kann-
ingini sigur Ráðleggingar-
nevndin m.a.:
»Formålet med under-
søgelsen er således:
at beskrive og vurdere
de fremtidige opgaver og
vurdere behovet for even-
tuelle ændringer eller ud-
bygninger af det samlede
sygehusvæsen under hen-
syntagen til Færøernes
befolkningsgrundlag og
de geografiske forhold,
samt:
at vurdere forskellige
muligheder med hensyn
til kapasitet og struktur i
sygehusvæsenet i relation
til den fremtidige opgave-
varetagelse, herunder vur-
dere > muligheden for
plasering af visse
specialer/legemlige funk-
tioner, ved de mindre
sygehuse«.
Hetta arbeidid er longu
byrjað. Fólk frå danska
stovninum skulu nú vitja
ell sjúkrahúsini og tosa
við starvsfólk og annars
skaffa tilfar til vega.
Tordur Niclasen heldur,
at tað er í tokum tíma, at
ein slík ráðgeving verður
gjørd og vísir hann eisini
til løgmansrøduna á ólav-
seku, har tað verður víst á
týdningin at fáa eina
óhefta ráðgeving i
samband vid utbygging
av sjåkrahusverkinum.
Politikararnir mugu
taka stødu
— Men hvat nu um hesin
nyggi rådgevandi stovn-
urin kemur til somu nidur-
steðu, sum tey álit, ið
longu fyriliggja?
— Tað verður so ein po-
litisk avgerð, sum skal
takast. Sjálvur haldi eg, at
tað hevur týdning at fáa
eina nýggja kanning
gjerda, tí nógv er hent og
broytt, síðani álitið varð
gjørt i 1980. Tað er so
eisini komið nógv nytt inn
í myndina, eitt nú eru vit
farin at tosa meira um at
leggja ávísar uppgávur úti
kring landið. Her hugsi eg
t.d. um ambulanta tæn-
astu, eg hugsi um at fólk
kunnu fáa psykiatriska
hjálp í heiminum, at fólk
á bygd ikki nýtast til
Havnar at taka blóðroynd-
ir 0.s.fr.
Arbeiðsmedisinari
Tordur vísir síðani á
starvið sum arbeiðs-
medisinari, sum hann
sjálvur leggur stóran dent
á. Higartil er eitt hálvt
starv sum arbeiðsmedisin-
ari normerað, men hetta er
ov lítið.
Ráðleggingarnevndin
samtykti tí í 1986 at mæla
landsstýrinum til at seta
ein arbeidsmed'sinara
burturav, sum so kann
hava tilknýti til bæði Ar-
beiðseftirlit og sjúkrahús-
ini. Ein forðing fyri at tí-
líkur er settur, er plásstrot
á eitt nú Landssjúkrahús-
inum, sigur Tordur Nicla-
sen. Men hann heldur, at
nú vit hava yvirtikið
Landslæknahúsini, skuldi
verið gjerligt at givið ar-
beiðsmedisinara tak yvir
hevdið har.
— Eg haldi annars, at
tíðin er komin har til, at
vit mugu hugsa meira um,
hvussu vit kunnu fyri-
byrgja sjúkur og skaðar
heldur enn bara at hugsa
um, hvussu vit kunnu
grøda og viðgera tær. Tað
er í hesum sambandi, at
ein arbeiðsmedisinari er
av stórum týdningi.
Glið á
Formaðurin í Ráðlegging-
arnevndini er ikki í iva
um, at tað, sum teir nú
hava sett í gongd, fer at
fáa glið á alt málið um út-
bygging av sjúkrahús-
verkinum .
— Vit mugu ásanna, at
tað nú eru gingin sjey ár,
síðani Ráðleggingar-
nevndin kom við einum
drúgvum áliti, og politik-
Heilsuverkið
Nr. 96 — 2/. august 1987
ararnir hava so enn ikki
tikið steðu til hetta álit.
Eg fari ti at mæla lands-
stýrinum til at bíða, ikki
at taka nakra forhastaða
avgerð nú, áðrenn kann-
ingin, vit hava sett í
gongd, er liðug. Slík kann-
ing sum henda átti at
verið sett í gongd fyri
langari tíð síðani.
Tordur Niclasen við-
gongur tó, at tað er ikki
lætt at fáa nakra avgerð í
einum slíkum máli, tá
samgongumeirilutin er so
tepur.
— Men nú kann eg so
bert vóna, at landsstýrið
eftir nýggjár, tá henda
kanningin er iiðug, sakliga
fer at viðgera tilfarið og
síðani taka eina steðu í
málinum, sigur Tordur
Niclasen at enda.
jan
Nú stuðulssamráðingarnar eru loknar; verður av álvara farið
undir viðgerð av útbyggingarætianunum tym tey trý sjúkra-
húsini, herundir at leggja tær tilrættis soleiðis, at tær safnsvara
best meguligt við okkara fíggjarligu orku og trýstið á arbeiðs-
megina á byggiøkinum.
Neyðugt verður við sterkari stýring á hesum eki, skulu vit ikki
missa tamarhaldið, og noyðist landsstýrið at útvega sær serkena
óhefta ráðgeving, sum kann dema um tey tilmæli, vit fáa frá
okkara egnu, tá hesi í so stóran mun hava verið merkt av lokal-
um áhugamálum.
Brot burtur í rødu legmanns á ólavseku. Tordur Niclasen heldur hesa niðursteðu leg-
manns samsvara væl við tað, at Rådleggingarnevndin nú hevur heitt á Dansk Syge-
husinstitut um at gera eina óhefta kanning av útbyggingini av sjúkrahúsverkinum
ss