Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ITRØ Nr. 98 % tysdagur 1. september 1987 týsdag — hosdag bg leygardag Sum lesarar okkara hava lagt til merkis, so hevur ítróttartilfarið í Sosialinum verið meira stødugt og rúgvismikið nú í sein- astuni. Hetta kemur av tí, at blaðið nú hevur sett fólk, sum burturav skal taka sær av ítrótta- tilfarinum. Tað er Grækaris Magnussen, úr Hvalvík, sum er settur til hesa spennandi og krevjandi uppgávu. Vit fara at leggja stersta dentin á ítróttin í týsdagsblaðunum. Tá fara vit at hava frá- sagnir og tíðindi frá teimum kappingum og tiltøkum, sum hava verið í vikuskiftinum. Men vit fara so eisini at hava ítrótt sum fastan tátt bæði hósdag og leygardag. Tað er vón okkara, at lesararnir taka væl ímóti hesum tiltaki og fara at stuðla okkum á einhvønn hátt. Tað verið seg at ringja ella skriva til okkara við onkrum góðum hug- skoti o.1. Ítróttamyndir til keyps Nú vit hava fingið mann, sum burturav skal taka sær av ítróttatilfari, verður eisini høvi hjá honum at gera myndir, sum lesarar ynskja til keyps. m. Ynskir tú eina ávísa mynd, so ring til okk- ara og spyr eftir Grækaris. Besta tíðin at hitta hann er fyrrapart mánadag, mikudag og fríggjadag. HB-NSÍ, 1. deild, 2-3 (0-1) Ítróttur Spenningur til seinasta sekund! HB plagar vanliga ikki at hava trupulleikar við at vinna á NSI. Men sunnudagin megnaði NSÍ at fáa HB niður við nakkanum. Mong vóru tey, sum til dystin ímillum HB og NSÍ sunnudagin ikki ivaðust í at HB fór at vinna. Tað plaga teir jú altíð at gera, varð sagt. Men hesaferð spurdi NSÍ ongan eftir. Teir fóru á vellin fyri at vinna, um so mótsteðu- liðið æt HB, tað var teim- um líka mikið. Í fyrra hálvleiki hevði HB týðuliga yvirvág í leiki. Teir bardust stødugt frammanfyri NSÍ- málinum, men illa gekst at fáa bóltin í netið. Sjálvt um teir hevdu fleiri skot uppá mál, tvey raktu á stongina, so eydnaðist tað teimum ikki at leggja seg á odda. HB, sum ber orð fyri at leika vakran fótbólt, kann eisini gera ov nógv burtur- úr spælinum. Hetta vísti seg serliga í hesum dystin- um. Í staðin fyri altíð at royna at spæla »flott«, enntá inni í 16-metur teig- inum, áttu teir at roynt fleiri skot. Tað hevði uttan iva givið teimum fleiri mál. Fótbóltsspælarar eru teir jú framúr góðir. Men ístaðin fyri HB varð tað NSÍ, sum legði seg á odda. Í einum trunkaspæli frammanfyri HB-málinum eydnaðist tað, sum ikki einaferð, bretanum Peter Frayny at fáa fótin á bóltin og legði NSÍ fram um til 1-0. Men hóast NSÍ fekk mál, komu teir kortini ikki rættiliga fyri seg í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki sást skjótt at broyting var komin í. NSÍ hevði fingið sterri sjálvsálit, og hetta kom serliga til sjóndar við Peter Frayny var alla- staðni eftir bóltinum teimum skjótu og serliga vandamiklu kontra álopunum Seinni gav hetta eisini úrslit, tá ið bretin enn einaferð fekk sett bóltin í netið til 2-0 Nú var frei á NSI-arunum, og teir tóku nú rættiliga leiðsluna av dystinum. Í umkl. 35. min. fekk Odd- fríður Gaardbo eina av levering úr hegru síðu og hann heilfluktaði trygt netið til 3-0. Hetta mundi vera eitt av vakrastu mál- unum, ið komin eru i år, av sonnum eitt >perluskot < Men nú kom aftur vend í. HB pressaði sum ongan- tíð fyrr og í 40. min. fekk Bjarni Jacobsen boOltin, trekti inn um fleiri leik arar í hegru síðu, skeyt bóltin fyri feturnar Gunnari Mohr, og hjá hon- um var ikki annað at ger enn at prika bóltin í ne tíð til 1-3. Lítla letu seinni fekk HB aftur mál. Hesa ferð var tað Kári Nielsen, ið fekk reduserað til 2-3 HB hevði seinastu minutt irnar eitt egiligt trýst á NSI-málið, men tað eydn- aðist teimum ikki at javna út til 3-3. Endaliga stødan gjørdist tí ein sigur til NSI, ið leingi hevur verið bíðað eftir. Gdm- | „.. kr. 2.350, 62 M . kr. 2.370 62 MS . kr. 2.905, 60 M kr. 2.685, 61 MS .... kr. 3.540, 71M . . kr. 2.330, Carl á Lag P/f Tlf. 14922 Yviri vid Strond 21 FC