týsdagur 1. september 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 98 — 1. september 1987
Við núverandi djóralæknatænastu til alivinnuna, vil út-
flutningur okkara av alifiski — spátt verður at hann í
1990 verður uppá hálva mia. kr. — koma í vanda. Ali-
vinnan er ógvuliga viðkvom, og tað er bert eitt gott
sjúkufyribyrgjandi arbeiði, sum kann gera hesar upp-
hæddir realistiskar, sigur Foroya Havbúnaðarfelag í
einum tíðindaskrivi um støðuna innan alivinnuna.
Skrivið er annars soljóðandi:
Í legmansreðuni á ólav-
seku og í Sosialinum 27.
aug. 87 verður sagt, at „í
letuni bíðar landsstýrið
eftir einum útspæli frá
vinnuni< viðvíkjandi
djóralæknatænastuni.
Hetta er ikki satt!!!
Havbúnaðarfelagið,
stjórin á Royndarsteðini
og landsdjóralæknin
sendu 30. mars 87 eitt
uppskot um hvussu tæn-
astusteðið til landbúnaðin
og alivinnuna kundi
verðið miðsavnað á einum
stað. Svar til hetta upp-
skot var, at landsstýrið í
samband við fíggjarlógina
fyri 1988 vil taka upp-
skotið fram aftur.
Hin 17. juli 87 hevði
Havbúnaðarfelagið fund
við landsstýrið (Atla Dam,
Vilhelm Johannesen,
Jógvan Durhuus og
Kjartan Hoydal) um ta
kaotisku støduna innan
djóralæknatænastuna til
alivinnuna.
Aftaná at felagið hevði
ført síni sjónarmið fram,
var ein av spurningunum
til felagið >hví vit bland-
aðu okkum í henda spurn-
ing«.
I somu løgmansrødu og
grein verdur sagt »lands-
stýrið hevur boðið sær til
at útvega høli og amboð til
ein fiskasjúkudjóralækna
avtart. Hetta er treytað
av, at vinnan vil gjalda
fyri hesa tænastu í tílíkan
mun …«.
Fyrsta apríl 1987 var
ein fiskasjúkudjóralækni
settur í starv av tí al-
menna. Hesin persónur
hevur enn ongar semdir
fingið, ongar arbeiðs-
umsteður, onga
skrivstovu, bil nýtir hann
saman við eðrum, og hvar
skal hann senda teir
prøvarnar hann tekur av ti
sjúka fiskinum?
Áðrenn greiða er fingin
á øllum hesum, verður
tosað um at vinnan skal
løna einum fiskasjúku-
djóralækna afturat. Sjálv-
sagt vil vinnan siga nei til
at lena einum djóralækna
afturat, sum skal koma til
landið undir somu um-
stødum sum núverandi
fiskasjúkudjóralækni ar-
beiðir undir. Um vinnan
skal lena einum djóra-
lækna, má viðkomandi
vera undir eftirliti av vinn-
uni, og ikki bert hava
somu treytir, sum um
hann var alment settur.
Spátt verður, at í 1989
og 1990 verður útflutt
ávikavist 10.000 = og
12.000 tons av alifiski
svarandi til 5 - 600 mill.
kr. Hetta svarar til umleið
30% av samlaða feroyska
úiflutningsvirðinum.
Við núverandi djóra-
læknatænastu til alivinn-
una, vilja hesar upphædd-
ir koma í vanda. Alivinnan
er ógvuliga viðkvom, og
tað er bert eitt gott sjúku-
fyribyrgjandi arbeiði, sum
kann gera hesar upp-
hæddir realistiskar.
Havbúnaðarfelagið hev-
ur fleiri ferðir gjørt lands-
stýrið kunnugt við henda
vanda og seinast 5. august
87, tá soljóðandi skrivar
var sent landsstýrinum:
Viðvíkjandi djóra-
læknatænastuni til
alivinnuna.
Sambært legmansreðuni á
ólavseku 87, so bíðar
landsstýrið eftir einum út-
spæli frá vinnuni viðvíkj-
andi djóralæknatæn-
astuni.
Ynski hjá Havbúnaðar-
felagnum hevur alla tíðina
verið at miða ímóti at mið-
savna alt tænastusteði til
alivinnuna.
Vit vilja tí koma við
hesum uppskoti, sum vit
vóna fær góða undirtøku i
landsstýrinum.
Havbúnaðarfelagið hev-
ur í letuni í hondum heli í
Norðstreym, sum kunnu
langtíðarleigast. Í hesum
helum kann felagið bjóða
núverandi djóralækna til
£
%
Alivinnan i vanda, heldur
Havbúnaðarfelagið
alivinnuna innivist saman
við ráðgevaratænastuni
hjá felagnum. Hetta kundi
verðið fyriskipað soleiðis,
at landsstýrið rindaði ein
part av leiguni og annars
tað djóralæknanum terv-
aði.
Ynski er somuleiðis frá
almennari síðu, at vinnan
Á
|
FI
er
A —
a
SE