Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Í degunum 18 23 august 87 varð skipað fyri stórum tiltaki í Havn, undir heitinum »Føroyar 87«. Aðrenn hetta tiltak byrjaði, varð sendur út í ell hús ein líti! bóklingur, har millum annað skráin fyri tiltakinum varð lýst. Her var tað serliga leygar- dagurin 22. august eg legði til merkis. Tað skuldi vera tann stóri barna- og familjudagurin, við barna- karnivali og eðrum. Til- takið skuldi byrja á Vagl- inum kl. 12, tó skuldi til- meldast frá kl. 11. Har skuldi vera tónleikur við Tórshavnar kommuni- skúla Musik band, síðani skuldu ell ganga niðan í Gundadal, har bernini fingu ókeypis pylsur og sodavatn, og annars var tað her at alt skuldi ganga fyri seg við undirhaldi, »familjushow« og annað Hetta kundi verðið tann „stóri< dagurin hjá børn- unum og eg var ein av teimum mongu, ið saman við bernunum gleddi meg til henda dag, tí hetta var jú fyrst og fremst dagurin hjá børnunum. Tey skuldu latast í karnivalsbúnar, málast ella hava skort. Vit hugnaðu okkum eisini við at gera bernini klár tað mesta av fyrrapartinum. Tá hetta var liðugt, var bert eftir at melda til. Vit fóru oman á Vaglið kl. 11. Men hvat? Har var eingin við Kunningarstovuna, ið visti nakað um karnivalið. Vit hugsaðu bara, at hetta var vanlig >feroysk presis- heit“ og bíðaðu eina løtu, men har kom eingin. So var bara at fara heim aftur, og oman aftur kl. 12. Tá mátti í ellum forum okkur vera har, tá skuldi tað jú byrja! Jú, kl. 12 kundu vit fara inn á Kunningarstovuna og fáa ein seðil at melda okkum til á. Tá vóru heilt nógv fólk komin oman á Vaglið. Bernini bíðaðu spent! Tey flestu ílatin vakrar karnivalsbúnar, nú var bert eftir at byrja. Men hvat, har var eingin, ið visti nakað, ell stóðu bert og bíðaðu eftir at onkur kom at siga hvat skuldi henta. Um eitt-tíðina, tá bernini vóru blivin keld og móð av at bíða, hendi okkurt uppi á Káta Horn- inum. Vit fóru niðan at vita hvat tað mundi vera Tá var tað 1Vnar kommunuskúla Musik Band, ið spældi har uppi t Tórshi Tað var sera hugnaligt at síggja og hoyra tey, tá kom eisini eitt sindur av lívi í aftur bernini. Nú væntaðu vit at tað av rettum fór at byrja. Tá ið tey høvdu spælt og sungið eina letu, byrjaði gongan niðan í Gundadal, við Tórshavnar kommunu- skúla Musik Band á odda. Komin niðan í Gundadal gekk gongan inn á niðara vell, har stórt tivoli var. Her var tað at bernini skuldu fáa ókeypis soda- vatn og pylsur og annars »familjushowid« og annað skuldi vera. Her var tað eisini tann stóri ruðuleikin varð. Fyri at koma inn, skuldu øll, ið ikki vóru ílatin karnivals búna, gjalda fyri at koma inn, 60 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri bern, men tá vóru vit nøkur, ið ikki vildu gjalda fyri at avlevera bernini til fyri- skipararner, hverjir teir so vóru. Onnur vendu heim aftur. Tað stóð ongastaðni í lýsingini at gjaldast skuldi fyri at koma inn. Innkomin skuldu bernini fáa sodavatn og pylsur, so vit leitaðu eftir einum pylsuvogni. Hann var beint við inngongdina, men tey, sum arbeiddu har, vistu einki um nakrar ókeypis pylsur. Tey vistu ikki hvat tey skuldu gera, onnur fann seinni út av, at tað kundu vit fáa uttan- fyri tivoliið. Hetta mundi 3. september 1987 koma væl við hjá mong- um, tey vóru bæði keld og svong Síðani væntaðu vit okk- urt fór at henda, men har var onki vorðin móð, Børnini vóru nógv tímdu ikki meira og fóru heim aftur. Um tey skuldu royna nakað av tí í tivoliið hevði at bjóða uppá, skuldu tey eisini gjalda fyri hetta Hesin dagurin, sum kundi verðið ein sera hugnaligur dagur, bleiv sostatt eitt stórt vónbrot. Tí fari eg at heita á fyri- skipararnar um at hugsa seg betur um næstu ferð. Elin Lindenskov Verið við til at bóta um umdømi føroyinga í útheiminum Mangan hevur verið tikið til orða, at óneyðugt er at fara á fólkatingsval, av tí at tað ikki hevur so nógv við feroyingar og Feroyar at gera. Her verður so- statt spurnartekin sett við, um feroyingum nýtist umboð á danatingi. Men veruleikin í dag er, at vit eru ein partur av danska ríkinum, og harvið hava rætt til tvey umboð á fólkatingi og tað er av sonnum ikki líka mikið, hverji hesi eru. Týdning- armikið er at fáa umboð hagar, sum á ein realist- iskan hátt duga at for- handla við danir um mál, sum alstóran týdning fyri Feroyar og hava sum kunnu fera til búskaparligt frælsi sterri Enda málið er jú at gerast fíggjarliga óheft av denum. Gjørt okkum fyri skommum Líta vit at teimum báðum flokkunum, sum seinasta valskeið høvdu umboð á folk itingi asanna at mega vit betur hevði verið, um eingin sat har. Sambandsumboðið er sum vant ørindadrongur hjá borgarligu donsku stjórn- ini. At arbeiða fyri foroyskum áhugamálum er jú ikki politikkur sam- bandsfloksins. Helst vildu teir farið aftur til støduna. Fólkafloksumboðið gjørdi okkum so dyggiliga amt- fyri skommum, at ein hver føroyingur, sum ynskir at fáa umdømi feroyinga aftur í rættlag, átti av ollum alvi at arbeitt fyri at tílíkt ikki hendir aftur. Í staðin fyri at bera fram føroysk áhugamál, sum t.d. undirgrundina, nýtti hann sess sín til at breiða sín fasistiska boðskap út til tað danska fólkið og at leggja ovurstórar byrðar á herðarnar hjá donsku skattgjaldarunum og harvið gera okkum so fyri skommum, at trupult verður at beta umdemið aftur. Teir veljarar, sum tí ynskja: at beina fyri fasismuni á fólkatingi, eitt umboð, sum ístaðin fyri at rópa upp um Afghanistan og Suður- afrika, rekir feroysk áhugamál, eitt umboð, sum vil virka fyri at undirgrundin kemur á feroyskar hendur, við at samráðast við donsku stjórnina á ein realistiskan hátt, ein diplomat, sum hevur vilja og hegni til at ar- beiða fyri feroyskum vidurskiftum og sum viðurkennir, at eitt frælst fólk bert er til í eini frælsari tjóð. Teir veljararnir eiga at fylkjast um einasta fer- oyska flokkin, sum lýkur hesar treytir: JAVNAÐ- ARFLOKKIN!!! Vid javnadarkvødu og áliti á, at Føroya fólk ynskir at beta um ta skomm, sum sambands- umboðið og serliga fólka- floksumboðið løgdu feroyingar undir. Oyvindur Soke