hósdagur 3. september 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LEE
Nr. 99 — 3. september 1987
Films felagið:
Hvor av ødrum læra má ...
»Et vittigt, velspillet lystspil-
Politiken
»Samspillet mellem Caine
og Walters er forrygende.…
***** EB
MICHAELCAINE - JULIE MALTER
FDEUCATING RITA
Produceret og instrueret af LEWIS GILBER
COLUMBIA
Sunnudagin 6. september
kl. 16.00 verdur enskur
filmur frå 1983 vistur
S; mleikarhúsinum, „Rita
lærir (Educating Rita)<.
Filmurin sigst vera bæði
stuttligur, vitugur og fitt-
ur, byggir á sjónleik eftir
Willy Russell, sum var
sera væl umtóktur, tá ið
hann varð leiktur á palli í
London. Leikstjórin Lewis
Gilbert sá leikin og fekk
hugskot til at gera ein film
burtur úr seguni. Ikki
minst hugtikin var hann
av spælinum hjá Julie
Walters, og hann fekk
hana at spæla Ritu í film-
inum eisini.
Søgan er um hárfríðk
anarlærlingin Ritu, sum
fer á bókmentaskeið á
einum »open university«
Hon hevur ikki somu for-
treytir og atburð sum
hinir studentarnir. er púra
eiðaser í bókmentum tá ið
hon byrjar, og brýtur
heilum óskrivaðar lógir
bæði í sínum egna un
hvørvi og í ti akademiska
heiminum. Lærari henn
ara Frank (Michael Caine)
fær serligan tokka til
hennara — men hann er
eisini í iva: skal hann
broyta hana og venja hana
til at fata akademiskan
hugsanarhátt, ella hevur
hann kanska okkurt at
læra av hesi 6tilgjørdu.
skilagóðu ungu gentuni
Tey gerast góð, og tá ið
filmurin endar, hava tey
bæði lært eitt sindur
meira um lívið, hver av
ødrum.
Julie Walters og Mich
ael Caine hava fingið nógv
rós fyri framúr gott spæl
og samspæl.
Nýggir limir eru sera
vælkomnir.
kr. 100 un kann
gjaldast á girokont«
56820 ella vid lukuna. A
skrånni 1987/88 eru 20
filmar, og
kostar 30 kr
Limagjaldið,
árið,
hver sýning
» MEN í Á
Bók um
føroyska
folkamentan
Føroya Skúlabókagrunn-
ur hevur givið út bókina
„Fólk og Mentan« eftir
Jóan Paula Joensen.
Í 1980 gav Jóan Pauli út
»Fåroisk Folkkultur«.
Henda bók var á svensk-
um máli. „Fólk og
Mentan< er bygd á fyrr
nevndu bók, men er tó so
nógv umskrivað og lagað
til foroysk viðurskifti, at
føroyska útgávan má met-
ast sum ein nýggj útgáva.
Bókin viðger flestu
tættirnar av tí, vit vanliga
nevna gomlu bónda-
mentan okkara: sega og
samfelagsviðurskifti, jarð-
arbrúk, akurskurður og
kornturking, hoynin, torv-
skurður, neytahald, seyða-
hald, fiskiskapur, hvala-
veiða, fuglaveida, byggi-
sidir, matsidir, klædna-
bunin, høgtidir årsins og
livsins høgtidir. Aftast er
drågvur partur um
gransking og båé.-mentir
viðvíkjandi evrinum.
Harumframt er sera um-
fatandi bókmentalisti.
Bókin er 270 síður við
nógvum myndum.
Hevundurin Jóan Pauli
Joensen er feddur í Ser-
vági í 1945. Hann hevur
síðani 1973 arbeitt sum
granskari. Hann gjerdist
fyrst doktari frá universi-
tetinum í Lund, og í
summar gjerdist hann
doktari við universitetið í
Árhus við doktararitgerð-
ini »Fra bonde til fisker«.
Kåpumyndina til >Fólk
og Mentan« eigur Miki-
nes, og er hetta målning-
urin »Kvøldrodi« frå 1926.
„Fólk og Mentan« kost-
ar 220 kr.
Skótarnir
byrja í kvold
Í kveld kl. 19.30 byrjar
úlva-, skóta- og ungdóms-
árið hjá KFUM-skótunum
í Ungdóms- og missións-
húsinum á Glyvrum.
A tí stóra felagsfund-
inum verður borðreitt við
saft, vaflum og eðrum.
Øll, sum hava hug at
gerast úlvar, skótar ella
ungdómsskótar, eru væl-
komin á fundin í kveld.
Har fáa tey frágreiðing
um arbeiðið í vetur og
fundarætlan fyri veturin.
Annars er ymiskt undir-
hald á skránni: sangur,
skemt og spøl.
Fleiri nyggir leidarar eru
settir og stórur dentur
verður lagdur á eitt
miðvíst og væl skipað ar-
beiði í vetur.
KFUK
Fundur verður í kveld klokkan 20. Vit tosa um
basarin og fortelja úr bókini »Det forhånede kors<
— havið stokkar við.
Ebenezer
Metireð verður
sunnukveldið kl. 18.
hós- og fríggjakveldið kl. 20 og
Evni: Náðirinnar evangelium letur frelsudyrnar upp
fyri jødum og heidningum
Evangeliska røddin broytir senditíð
Frá 28. september verður Evangeliska Reddin frá Trans
World Radio, Monte Carlo, at hoyra mánakveld kl.
21.30 GMT (21.30 feroysk tíð). Hetta er eitt korter fyrr
enn vanligt.
Evangeliska Reddin hevur útvarpað gleðiboðskapin
um Guds frelsandi náði við trúgv á Harran Jesus
Kristus, á føroyskum, regluliga hverja viku i nærum 21
ar
Sendistyrkin er 1200 KW og sendingarnar hoyrast
væl í ellum Europa og eisini munandi víðari.
Tað eru breðrasamkomurnar og einstaklingar í Foroy-
um, ið standa aftanfyri Evangelisku Reddina.
Fyrst dukkur
— so bøkur
— Bókabilurin fer nú aftur
,
út á bygd
Mánadagin fer Bókabil-
urin hjá Landsbókasavn-
inum aftur á rull.
Men fyrstu vikuna, tað
er næstu viku, verður
hann kortini ikki bóka-
savn, men dukkuleikhús.
Ragnheiður og Ove
Skipper, Silkeborg Dukke-
teater, fara at framfera
teirra egna leik um lunda-
pisuna Luffu, sum býr í
Lundelandi saman við
mammu síni og pápa. Tey
hava úr at gera við at
finna pisuni mat og venja
hana.
»Lundapisan Luffa«
varar try korter og er fyri
3-7 åra gomul børn
Koyrir til
somu plåss
Hósdagin 17. september
byrjar so vanliga koyring
in hjá Bókabilinum
Koyriætlanin er
høvudsheitum tann sama
sum i fjør. Koyrt verður til
somu plåssini i Norð
streymi og Eysturoynni
Bókabilurin hevur havt
góða undirteku, sun
prógvar, at ell hava brúk
fyri bókasavni
Bókabilurin hevur bek-
ur til bæði bern og vaksin
og øll eru vælkomin at
lána bekur
Koyriætlaninar, bæði
tann serstak fyri næstu
viku, og tann, sum kemur í
gildi 17. september, eru
kunngjerdar í blaðnum í
dag.
sjónvarp
Hósdagur 3.
19.00 Ítróttur
20.00 Dagur og vika
20.25 Á sýnini
21.10 Ítróttur
Fríggjadagur 4.
19.30 Barnaløtan
20.00 Dagur og vika
20.30 Sjónvarpið í
næstu viku
20.45 Okkara heimur 3
(3)
21.40 Peter, Paul &
Mary
23.10 Hitchcock: Ein
góður endi
23.25 Spitting image
0.00 Lidugt
utvarp
Hósdagur 3.
09 30 Løg mær dåmar
11.01 Politisk valsend-
ing (e)
19.00 Politisk valsend-
ing
20 00 Ungdómssending
20.30 Veðurtíðindi og
íðindi