Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 * leygardagur 5. september 1987 »JunkaraveldiO«w er forbi Tummas Arabo, valevni Javnaðarfloksins til fólka- tingsvalid, skrivar: Sum gongdin hevur verið og er, so mugu vit innstilla okkum uppá, at hetta samfelag í framtíðini hevur eitt avmarkað til- feingi at skapa sína tilveru burturúr. Tað sær út til, at av- markingar og sáttmálar eru allastaðni og nú sein- ast hava vit so fingið blokkstuðulsáttmálan. Hetta setir so veldug krøv til samfelagsskipan- ina, ið skal innstillast til at liva við avmarkingum. Her er so brúk fyri polit- iskum flokkum, ið hava bæði beinini á jørdini og duga tað handverki sum tað er at stýra einum slíkum samfelag. Javnaðarflokkurin, ið hevur havt eina velduga ávirkan á hetta samfelag tey seinastu 30 árini, hann má sigast at hava dugað at arbeitt hetta samfelag fram til tað steði vit eru á í dag og út frá teimum fyri- treytum, ið hava verið. Tað er eingin ivi um, at ein fyritreyt — ein neyðug fyritreyt vil eg siga, fyri at vit skulu hava tað rímu- liga gott framyvir og kunna brúka tað av- markaða tilfeingi, ið vit koma at liva við á besta hátt er, at vit fáa ein enn sterkari Javnaðarflokk enn vit nú hava. frælsi javnaður breðralag Tí vit í Javnaðarflokkin- um duga at síggja, at skal hetta samfelag fram yvir rekast vid best møgu- ligari úrteku og best meguligum úrsliti fyri so mong sum gjørligt, so er tað avgerandi neyðugt, at vit hava eina skipan, so at ell menniskju í samfelag koma á rætta pláss og fáa loyvi at nýta tey evni, sum tey nú eina- ferð hava fingið. hesum Snogt sagt, so verður neyðugt at draga eina línu. Javnaðarflokkurin stendur nú sum fyrr sum trygd fyri, at eingin bólkur í hesum samfelag fær loyvi at tilræna sær rættindi uppá bekostning av eðrum. Hetta er av- gerandi neyðugt, nú av- markingar eru í bæði borð. Javnaðarflokkurin er av tí fatan, at tey rættindi, ið finnast í hesum samfelag, eru ogn hjá ellum. Vit vilja til eina og hverja tíð ganga inn fyri at okkara rikidømi skal umsitast av teimum, id eru bestir til tad, sum duga best og hetta uttan mun til persónligan uppruna. Við eðrum orðum er tað Vit í Javnaðarflokkinum í samstarvi við danska fiskivinnuáhugamál og soleiðis, at vil ein hava lut í møguleikum fyri at reka vinnu í Feroyum, vil ein hava meguleikar fyri sær sjálvum, vil ein hava meguleikar fyri sínum børnum, so er Javnaðar- flokkurin einasti flokkur, ið kann tryggja hetta. Nei, landsmenn. Sum tíðirnar eru blivnar og til- feingið avmarkað, so er tað ongantíð so umráð- andi sum nú at greiða borgarligu flokkunum frá, at >junkaraveldið< er forbi og hetta undirstrikast best við at fara á val og atkveða fyri Javnaðar- flokkinum. eru ikki í iva, hvert vit eiga at hava umboð á Fólkatingi ella ei. Vit meta umbodini, sum ein grundlógar- tryggjaðan rætt og vit meta tað samstundis sum okkara skyldu at njóta henda rætt, so- leingi vit eru í ríkis- felagsskapi. Javnaðarflokkurin fer at tosa sakliga fyri fer- oyskum áhugamálum, og bert teimum málum, ið sambært okkara stýrisskipan eru natúr- lig at verða viðgjerd á Fólkatingi. Javnaðarflokkurin fer brødraflokkin at leggja alla herðslu á at fáa eina fyri føroyingar sømiliga og verduga loysn å und- irgrundarmålinum. Javnadarflokkurin fer at nýta fólkatingssessin at byggja uppaftur ta virðing fyri Feroyum og føroyingum, sum Fólka- floksumboðið hevur brotið niður. Javnaðarflokkurin fer ikki at nýta fólkatings- sessin at søkja samband við apartheidstýrið í Suður-Afrika ella dikta- turið í Chile, men heldur at styrkja sambandið við tjóðir, har vit hava har tað er natúrligt at samstarva. Tí heitir Javnaðar- flokkurin á veljaran um at seta kross fyri Javn- aðarflokkinum ella ein- um av valevnum Javn- aðarfloksins nú valdagin 8. september. J. Lindenskov