leygardagur 5. september 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 É
Einki spart
i hugnaligum
listasavni
Leygardagin og sunnu-
dagin, bådar dagar frå
klokkan 14 og 18, hevur
almenningurin hevi at
vitja tað nýggja lista-
savnið og móttekuhúsið
hjá Tórshavnar býráð í
Tróndargetu 42.
Húsið er vitjanina vert.
Bæði fyri at síggja ell
listaverkini og húsið
sjålvt.
Húsið rúmar einum
parti av tí listasavni, ið
býráðið keypti frá Niels
Winther, og sum er fer-
oyingur búsitandi í Dan-
mark.
Tað eru málningar og
tekningar úr Feroyum, Ís-
landi og Grenlandi.
Savnið er so stórt, at alt
rúmast ikki á veggunum í
Tróndargetu. Listaverkini
eru hongd upp á tann hátt,
at verkini úr Feroyum
hangan í niðaru hædd, og
tey íslendsku og gren-
lendsku á loftinum.
Verkini hanga væl í hús-
inum í Tróndargetu. Stov-
urnar eru nógvar, og hegt
er til loftið.
Alt er sett væl og virði-
liga í stand. Hetta hava
verið eini væla hús, og
standa sum eitt minni um
eina tíð, tá munurin
millum heg og lág var
meira sjónligur. T.d. eru
tríggjar inngongdir, ein til
gestir og ein til tænastu-
fólkini umframt hevuðs-
dyrnar. Edvard Mitens
læt hesi hús byggja í 20-
árunum, og síðan yvirtók
Trygvi Samuelsen tey.
Býráðið hevði onga
ávísa ætlan við húsunum,
tá tey vórðu keypt. Tosað
varð um eitt og annað,
men tá býráðið so keypti
listaverkini, kom hug-
skotið fram um at inn-
rætta húsini sum lista-
savn og móttekuhús. Tað
hevur verið eitt stórt ar-
beiði at umvælt húsini,
sum vóru í sera ringum
standi. Umvælingar-
arbeiðið er gjert av eins-
listum. Við arkitektunum
Magnusi Hansen og
Janusi Serensen á odda
hava handverkararnir ar-
beitt nátt sum dag sein-
1
Fyr
4DU]DY
Nr. 100 — 5. september 1987
I sambandi vid at listasavnid er latið upp, hevur Býráðið boðið Niels Winther til Føroya. Tá íslendski forsetin,
Vigdís Finnbogadóttir vitjaði savnid, hittust tey bæði. Vigdís var sera hugtikin av islendsku listini, og Niels
Winther kundi vissa hana um, at gentan á málninginum hjá Kjarval var íslendsk
astu tvær vikurnar fyri at
fáa arbeiðið liðugt til
vitjanina hjá íslendska
forsetanum. At tað eydn-
aðist er tí góða samstarv-
inum, ið verið hevur, fyri
at takka skilst á ellum
pertum.
Nógv vert
Tað kostar at innrætta og
umvæla eini gomul hús til
listasavn. Keypsprísurin
var 1,5 mió. krónur, lista-
verkini 750 krónur. Inn-
búgvið er alt norður-
lendskt. Íslendskir, norsk-
ir og danskir stólar og
sofur av dýrasta og besta
slagi. Innbúgvið kostaði
700 túsund krónur. Til-
samans hevur savnið og
húsið við ellum kostað
býráðnum úti við fimm
mió. krónur.
Býráðið ætlar ikki at
lata méttøkuhusid brúk-
ast av einum og hverjum.
Býráðið sjálvt hevur brúk
fyri at hava eitt hús, tí
vitjaninar eru nógvar
uttaneftir.
Men almenningurin skal
eisini hava hevi at vitja.
Tosað hevur eisini verið
um at hava smærri tiltøk
við tónleiki og eðrum, men
fyrst má reglugerð gerast
fyri húsið.
randi
Havnar Hornorkestur
nýggjan venjara
Byrjar at venja månakvøldid
Havnar Hornorkestur
hevur fingið nýggjan venj-
ara. Tað er bretin Andrew
Hurrell, sum eisini fer at
undirv lsa hornnæmingum
við musikkskularnar
Havn og Vestmanna
Nyggi venjarin er 31 åra
gamal, og er útbúgvin
hornspælari og hevur eitt
skifti arbeitt i Islandi.
Andrew Hurrell
avloysir Robert Oughton,
sum hevur verið Havnar
Hornorkestri ein trúgvur
venjari í nógv ár. Robert
Oughton kom fyrstu ferð
til Havnar í 1961 og var tá
í tvey ár. Síðan kom hann
aftur eitt stutt skifti fyrst
í sjeytiárunum. Í 1978
kom hann aftur og hevur
síðan búð í Havn og ar-
beitt saman við Havnar
Hornorkestri, til hann í
august í ár fór frá fyri
aldur. Hesi seinastu árini
Robert
spælandi
Ove Olsen hevur stjórnað
orkestrinum, tá
ferslur hava verið.
hevur
verið
Oughton
venjari
fram-
Venja å Skansanum
Síðan 1975 hevur Havnar
Hornorkestur hildið til á
Havnar Skansa. Har
byrja venjingarnar aftur
mánakveldið, og orkestrið
bjóðar ungfólki at koma
upp í at spæla. Tervur er
altíð á nýggjum
spælarum, og bæði gentur
og dreingir kunnu vera
við.
Havnar
venur
Hornorkestur
tvær ferðir um
vikuna, mánakveld og
hóskveld. Klokkan 19
mánakveldið kunnu
nýggir limir tekna seg til
undirvísing hjá venjaran-
um, og síðan kunnu tey
koma upp í unglinga-
orkestrið, sum nú skal
byggjast upp aftur.
Unglingaorkestrið fer at
venja klokkan 19 bæði
kveldini og Havnar Horn-
orkestur = somu kveld
klokkan 20.15.
Konsert
Eins og undanfarnu ár fer
Havnar Hornorkestur at
hava eina heyst- og vetrar-
konsert. Konsertin verður
í ár í Norðurlandahúsinum
15. november. Kanska
verður kór eisini við.
Havnar Hornorkestur bjóðar ungfólki at koma við og læra at spæla
Tíðindi í Danmark um Føroyar
Fólk i Danmark fáa ov få
tíðindi ur Føroyum. Og
tad, tey frætta, er ofta um
tad ringa. Vanlig alment
upplýsandi tíðindi um
foroysk viðurskifti eru
meira sjáldsom at síggja
og hoyra í Danmark.
Hetta skal nú gerast
nakað við. Feroyska Við-
skiftastovan i Keyp-
mannahavn fer ti nu at
senda donsku fjølmidl-
unum tíðindastubbar um
føroysk viðurskifti, og
sum hava almennan
áhuga. Hesin tíðindabrev,
ið nevnast FÆRØNYT,
verða send út 14. hvønn
dag, og er okkurt serligt å
vási, verða tíðindini send
út beinanvegin og so
hvert.
Tað er í kjalarverrinum
av tiltakinum Feroyar í
Fokus seinasta ár, at
Trygvi Johansen á Við-
skiftastovuni i Keyp-
mannahavn kom við
uppskotinum um at
stovna eina feroyska
tíðindatænastu í Dan-
mark. Við at hava eina
føroyska tíðindatænastu
hava føroyingar eisini å-
virkan á tey tíðindi, ið
koma fram um Feroyar.
Landsstýrið hevur tikið
undir við hesum upp-
skotinum, og Feroyska
Viðskiftastovan hevur
fingið litið upp í hendur at
umsita tíðindatænastuna.
Fer tað at ganga væl við
FÆRGÐNYT, verður
tiltakið kanska bygt út til
at flyta tíðindi úr
Føroyum í onnur lond
eisini og til meira enn
skrivað tíðindi.
f
É
NS
am