Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1987síða 19

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Staraklæddur smyril í smyrlaflokki Summi krevja eina feroyska rodd á dana- tingi. Ønnur krevja eina hamparodd til ein fólkaflokk. Fyri fáum árum síðani gjørdist tad nærum gerandiskostur, at hin »hampiligi« floksfor- maðurin, Jógvan Sundstein, alment átalaði tí heldur minni hampiligu kós, blaðstjórin, legtings- maðurin og nú fólkatings- maðurin hjá >Fólka<flokk- inum, Óli Breckmann, birti upp undir. Um hetta mundið hevði tann fólkafloksjournal- istiski deymurin sett sín frílynta anga á tað liberala tjakið í eitt 10-åra skeið. Og tí mundu tey flestu vera farin at halda, at eisini tey »folkaligu« i flokkinum mundu »meta hetta vera einastu gongdu leið< fyri at kveikja kyndlar fyri frælsisstríði teirra frílyntu. (Ólfólkaligt frílyndi Av og á — áðrenn nakran vardi — kundi tann »hampiligi« floksformad- urin, Jógvan Sundstein (og kanska eisini onkur annar hampamadur í flokkinum) gera eitt fólka- ligt glefs eftir hesari ófólkaligheit, sum lítið mundi sema seg einum fólkaligum fólkaflokki. Og so gjørdust øll aftur glad, og kundu aftur halda »følka«-flokkin ikki vera so ófólkaligan kortini. Og at hitt minni pena bara mundi vera »the dark side of the moon« (sum jú kortini einans sæst, tå farid verdur aftur um bak- tjaldið at kanna gjøllari, og ti onki hevur at siga i veruleikanum). Mongu hava longi ivast i, um tann frilynti hampa- maðurin Sundstein nú man vera so penur og hampiligur, sum hann roynir at látast. Sam- stundis sum hann dúgliga hevur roynt at pussað fasaduna hverja ferð, tann óhampiliga muran í flokki hansara hevur givið frí- lyndinum ein heldur illa- vorðnan dám, hevur hann hildið á at nert krabba- svullin undir >fólka<- floksins veingjabreiði. Frílynt (6)hampiligheit Men nú gongur sjón fyri segn. Síðan valstríðið byrjaði hevur ein fylking av fólka- ligum og ófólkaligum fólkafloksumbøðum ferð- ast landið runt — frá velj- arafundi til veljarafund. Endamál? At breiða ta frílyntu, liberalu hugsanina út til Feroya fólk, so tey kunnu sannferast um, at tað finst ein og bert ein frælsur flokkur í Føroyum — hin fólkaligi Fólkaflokkurin. A odda fyri henda felagsskap av hampiligum og óhampiligum frílyntum stendur sjálvur hampa- maðurin Sundstein saman við tí allaróhampiligasta talsmanninum hjá flokk- inum: legtings-manninum, blaðstjóranum og fólka- tingsmanninum hjá »folka«flokkinum, Ola Breckmann. Alt fyri fri heimin Teimum å baki i hesi før- oysku fólkafylking fyri Schlúter, apartheid og eini frælslyntari føroyskari rødd å danatingi koma medalhampamenninir Annfinnur Kallsberg, Øss- ur Dam Jacobsen og Svend Aage Ellefsen. Heldur ikki teir smæðast at ferðast Feroyar upp og niður við sjálvari spýggj- uni í føroyskum politikki (leysliga citerað eftir Dan Klein). Ivaleyst eru teir allir komnir til ta niðursteðu, at hesin partamaður teirra er tann, sum hevur vunnið tí frælslyntu liberalismuni sterstan frama i Føroyum, við at royna at berja mótsteðufólkini hjá tí ein- asta fría heiminum, har øll eru glað, niður í sand og esku. (Ája, hver rovfuglur skræðir seg við sínum nevi.) Fjølbroytt frælslyndi Samstundis hava somu hampamenn nú nógv um at vera vid at greida velj- arunum frå, hvussu nógv teir elska tann óhampiliga politikkin, teirra maður hevur ført á danatingi — tann politikk, teir javnan komu sum ketta upp úr hevdatrog — í blødum og útvarpi — og greiddu frá, at teir ikki stuðlaðu. Reðurnar um dovinskap og býttleika teirra svertu í Suðurafrika og um allar teir reyðu devlarnar, sum ikki vilja lata seg týna við kjarnorkuvápnum, fylla stóran part av fólkafloks- »politikkinum« — her sum å danatingi. Hevur nakar undir valstriånum hoyrt Sundstein ella hinar fittu og penu grett eina at- finning móti hesum polit- Ein frilyntur hampaskortur. (Teknað hevur Johan Martin Jacobsen) iska gorri? Nei, nu siga teir bara: »Tad veldst sjálvsagt um persónar, hverji mál hava sterstan åhuga«. (citat Jógvan Sundstein i utvarpinum tórskveldið, min undir- striking). Og vid fólka- floksins fjølbroyttu åhugamålum fyri eyga, er nevnda mannfólkafylking farin í hópferð kring Feroyar at savna atkveður til frælsisstríðið. Laboratoriið á Landssjúkrahúsinum hevur opið á læknamidstødini i Gøtudali hvønn týsdasg kl. 9.00 - 10.15. Í læknavidtaluhølinum i Hvalvik hvønn mikudag kl. 9.00 - 10.00. = 7 LABORATORIID Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Frílynt kávalæti Fólkafloksgrindin er ikki rikin saman í ein bólk. Nú gerst alt skilligari, at hon ongantíð hevur verið í tvíningum. Tann hampiliga kósin hjá teimum fólkaligu hevur aldri verið annað enn eitt neyðugt kávalæti fyri at yvirliva. Summar fólkafloksatkveður skulu tekkjast við einum hóv- ligari smíli — aðrar við einum devulsettum. Aftan fyri hampaskort- in, sum »ikki metir tað vera rætt atborid« at fara so »ljøtt« um sannleikan og andsteðingar frílyndi- sins, fjalir gammurin seg. Stóri hampamaður »følka«floksins er og verður aldri annað enn ein staraklæddur smyril í einum smyrlaflokki. Mary-Ann Jacobsen Frå Klaksvikar Havn Kranførari Vid Klaksvikar Havn er eitt starv sum kranførari leyst at søkja. Løn samb. fastlønarsåttmåla millum Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Før- oya Arbeidarafelag. Umsøkjarar skulu åtaka sær alt fyri- fallandi arbeiði, tó verður høvudsarbeidi sum kranførari. Umsóknir skulu vera Klaksvíkar Havn í hendi áðrenn 15. september 1987. HAVNARMEISTARIN