Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-09-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1987síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- - Síða 2 Nr. 100 — 5. september 1987 Farmaskipamálið So skeivt mettu ráðgevararnir Ráðgevararnir vóru grannskoðaravirkini hjá monnum, sum samstundis sótu við po- litisku ábyrgdini, og sostatt í tí stoðu, at teir sjálvir skuldu meta um tær rakstrar- ætlanir, sum teirra egnu fyritokur høvdu greitt úr hondum. Í fleiri mánaðar hava and- steðubleðini skrivað um tað sokallaða skipamálið. Grovar skuldsetingar eru bornar fram móti lands- stýrinum og samgongu- flokkunum — serliga javn- aðarflokkinum. Sagt hevur verið, at farma- skipaflotin er farin av ber- um illvilja frá okkara síðu, at vit hava svavað farma- skipini, at vit hava framt persónsjagstran, at vit vildu hava hevnd yvir ávísar persónar 0.s.fr. Hóast tað er eitt fólka- tingsval, sum stendur fyri durum, so er farmaskipa- málið drigið inn í val- stríðið. Av tí at undirrit- aði hevur umsitið hetta málseki í landsstýrinum, loyvi eg mær at umreða hetta. Áhugin fyri at byggja farmaskip til al- tjóða sigling gjerdi rætti- liga vart við seg í 1981 og 82. Felegini, sum fóru undir at byggja, fingu fíggjarliga ráðgeving frá ávísum grannskoðara- virkjum og eðrum. Talan var um grannskoðara- virkir hjá monnum, ið samstundis sótu við polit- isku åbyrgdini, og sostatt í tí steðu, at teir sjálvir skuldu meta um tær rakstrarætlanir, sum teirra egnu fyritekur hevdu greitt úr hondum Sum demi kann eg taka rakstrarætlanina fyri eitt skip. Fyri 1984 vórðu inntekurnar mettar til 41 mió. kr. Veruliga úrslitið varð 37,3 mió. T.v.s. 3,7 mió. kr. minni enn mett. Fyri 1985 vórðu inntekur- nar mettar til 43 mió. kr. Veruliga úrslitið varð 32,2 mió. T.v.s. 10,8 mió. kr. minni enn mett. Fyri 1986 vórðu inntekurnar mettar til 45,2 mió. kr. Veruliga úrslitið varð 30,1 mió. T.v.s. 15,1 mió. kr. minni enn mett. Eftir trimum árum eru inn- tekurnar hjá hesum eina skipunum 30 mió. kr. minni enn mett varð av teimum fíggjarligu ráð- gevarunum. Landsstýrið hevði fleiri fundir vid farmaskipa- felogini bæði saman og hvert sær. Eitt av felog- unum var nakað seint á sjóarfallinum og kundi bert útvega 2 mió. kr. í nýggjum partapeningi. Tvey onnur feløg høvdu uppskot til loysn. Eftir hesum uppskoti skuldi landskassin leggja rentur og avdráttir út fyri felog- ini fram til og við 1990. Fyri annað felagið vildi hendan loysn ført við sær, at landskassans lutteka, sum var 28,5 mió. kr. við árslok 1986, skuldi vaksa til 64,8 mió. kr. við árslok 1990. Fyri hitt felagið vildi loysnin fert við sær, at landskassans lutteka, sum var 26,9 mió. kr. við árslok 1986, skuldi vaksa til 60,7 mió. kr. við árslok 1990. Fyrst í 1991 var so ein teoretiskur meguleiki hjá felogunum at fara undir afturrindan av eini nógv øktari skuld. Slíka loysn kundi landsstýrið ikki medvirka til. Viðvíkjandi tí eina fe- lagnum, sum átti fýra kemikaliuskip, er at siga, at samgongan vildi med- virka til eina loysn, treyt- að av, at øll fýra skipini ikki fór upp um 175 mió. kr. Skipakenir frá A.P. Møller, sum samråddust vid bankarnar um hesi skip, søgdu, at skipini kundu i mesta lagi standa i 168 mió. kr. skuldi talan verða um lenandi rakstur. Sagt hevur verið, at felagið hevði greiðar av- talur við týska bankan og landspartastjórnina í Sles- vig-Holstein, men hesar avtalur hevur landsstýrið ongantíð sæð. Fleiri ferðir komu boð frá hesum felag Demi: Eitt av farmaskipunum í kreppu: Mettar Vanliga Minni inntekur inntekan | — ennmett 1984 an | ss Í + 37milj 1985 43 — 822 *108mij - 1986 452 Í 30. #15,1milj. Eftir 3 árum +29,6 milj. minni enn fíggjarligu ráðgevararnir mettu um, at felagið sjálvt ar- beiddi við loysnum og ikki ynskti, at teirra viður- skifti vórðu viðgjerd í landsstýrinum ella í skipa- kenunevndini hjá lands- stýrinum. Landsstýrið hevði og hevur framvegis ta fatan at felagið gjørdi eitt arbeiði fyri at bjarga skipunum. Tá fyrsta skipið hjá fe- lagnum varð lagt vóru boð eftir landsstýrinum og skipakønunevndini. Landsstýrið var sinnad at hjálpa og beyð sær til at umleggja skuldina til landskassan, t.v.s. veð- haldini og stuðulslánini til lán, sum skuldu verða rentu- og avdráttarfrí tey fyrstu trý árini og síðani gjaldast aftur yvir 12 ár við eini rentu uppá 4 1/2% p.a. Um raksturin aftaná trý ár ikki var ferur fyri at rinda rentur og avdrátt av skuldini, var landsstýrið sinnað til at tosa við felagið um nýggjar treytir, tá trý ár vóru liðin. Hini feløgini fingu sama tilboð. Tað er vert at undir- strika, at teir báðir stóru andsteðuflokkarnir, sum høvdu politisku ábyrgd- ina, tå hesin parturin av farmaskipaflotanum varð bygdur, onga ítekiliga loysn hava víst á. Í and- stødublødunum hava vit tó sæð onkrar ábendingar um alment rakstrar- ískoyti. Slík loysn vildi fort við sær, at vit árliga skuldu flutt einar 80 til 100 mió. kr. frá fiskivinn- uni til hendan partin av farmaskipaflotanum fyri harvið framhaldandi at tryggja okkum eitt hall uppá 10 til 20 mió. kr. um árið. Ongin politikari við ábyrgdarkenslu og ongin politiskur flokkur, sum ar- beiðir undir ábyrgd, kann medvirka til slíka loysn. Vilhelm Johannesen, valevni Javnaðar- floksins til fólkatingsvalið. Og tað kundi javnaðar- flokkurin sjálvsagt ikki gera. Vit hava í letuni demi um eitt privat felag við tveimum skipum fyri 40 mió. kr. Seinasta ár hevði hetta felag eitt hall uppá 13 mió. kr. og hevur nú í hyggju at selja skipini helst við stórum halli. Hetta ger felagið tí tað er handilsliga skilagott og neyðugt. Tað vildi verið ábyrgdarleyst at hildið á við slíkum undirskots- rakstri. Er tað ikki ein rættiliga bílig agitatión, at politikarar, sum siga seg umboða eitt liberalt vinnulív, krevja, at tað almenna skal gera øvugt av tí, sum royndir vinnu- lívsmenn halda vera rætt og skilagott? Hesi liberalu umboð kasta nú við, at javnaðarflokkurin í fíggj- arnevndini hevur tikið undir við, at útvega hesi skip til landið, men teir gloyma at siga frá, at hetta gjørdu vit fyri at seta borgararnar líka fyri lógini. Eisini kravdu vit í hverjum einasta feri, at stuðlast skuldi við rentu- ískoyti eftir lógarupp- skoti, sum meiriluti var fyri í tinginum, men sum táverandi løgmaður forðaði við grein 13. Varð stuðlað eftir hesum lógar- uppskoti frá javnaðar- flokkinum vóru tær mongu milliónirnar í stuðulsláni ongantíð farnar úr landskassanum. Eisini gloyma teir ta folsku trygd, ið teir royndu at veita fólki, tá fyrrverandi løgmadur vissaði um, at hann til eina og hverja tíð vildi átaka sær at selja hesi skipini fyri 120 pst. av tí tey kostaðu at byggja og harvið útvega landinum 100 mió. kr. í beinleiðis innteku heldur enn eitt tap uppá 150 mió. kr. Samanlagt vildi hetta givið 250 mió. kr. positiva vegin. Eftir stendur, at í farmaskipamálinum hava sambandsflokkurin og fólkaflokkurin sýnt stersta ábyrgdarloysi, meðan javnaðarflokkurin, sum altíð, hevur tikið steðu undir ábyrgd yvir fyri = skattgjaldarunum. Hóast hetta pínir, tí hver føroyingur sær ikki við blødandi hjarta stoltar skútur sigla úr flotanum. Veljið ein flokk við á- byrgdarkenslu. Setið krossin við javnaðarflokk- in. BECKERS MÁLING Tel. 13657 . Tórshavn